{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Svartaskøta

Dipturus nidarosiensis

Gronin á henni er long, umleið 4,5 ferðir ennibreiddina. Aftan fyri ravaendarnar er kroppurin mest sum í einum hálvboga útúr. Ravakantarnir framman eru innbendir. Halin er um 40-44% av heildarlongdini. Svartaskøtur upp í umleið 160 cm hava eitt rað av píkum mitt eftir halanum. Størri skøtur hava eisini eitt rað av píkum hvørjumegin miðjuna á halanum, annars slættar omaná. 1-3 smáir píkar eru millum ryggfjaðrarnar. Píkar eru við eyguni. Undir halanum er hon sløtt. Undir búkinum er hon annars hvøss.

Útbreiðsla

Svartaskøta er í suðurhellingunum undir Íslandi, í hellingunum vestan fyri Føroyar og Bretsku Oyggjarnar. Inni í firðunum í Mið- og Suðurnoregi og í hellingunum vesturav.

Stødd

Kvennfiskar verða upp í 200 cm langir, kallfiskar upp í 175 cm.

Dýpi

Svartaskøta er úr 200 m niður á 1000 m dýpi.

Litur

Hon er brún ella grábrún á bakinum. Undir búkinum er hon myrkabrún til blágrásvørt, skitin kokslitt við nógvum smáum svørtum blettum. Fiskurin er sliputur við svartari slipu, sum lutvíst fjalir rætta litin.

Eyðkenni

Myrk undir búkinum við smáum blettum. Bert skøta (D. batis) hevur eisini slíkar svartar blettir. Granarlongdin er umleið 33% av skivubreiddini.

Týdningur

Svartaskøta hevur lítlan ella ongan vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Svartaskøta
Lat:Dipturus Nidarosiensis, Raja Nidarosiensis
Dan:Sortbuget rokke, Sortrokke
Eng:Norwegian skate
Fin:Mustavatsarausku
Fra:Pocheteau de Norvége
Ísl:þrændaskata
Ned:Noorse rog
Nor:Svartskate
Pol:Raja czarnobrzucha
Spa:Raya noruega
Sve:Svartbugsrokka
Týs:Schwartzbauchrochen, Schwarzbäuchiger Glattrochen

Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

15.05.2024

Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…