Stuttskeggjað langasporl
Coryphaenoides brevibarbis
Stuttskeggjað langasporl er heldur mjávaksin fiskur, hægst við fremru ryggfjøður, mjækkar skjótt frá bulinum, aftur í sporlsendan. Stertur er eingin. Tað hevur tvær ryggfjaðrar, tann fremra er lítil, høg og tríkantað, fremsti teinur er serliga høgur. Hin aftara er long og lág og gongur aftur í sporlsendan, har hon rennur saman við gotfjøðurini. Gotfjøðurin er longri enn aftara ryggfjøður og er úr gotinum aftur í sporlsendan. Gotið er undir aftara enda á fjøðurfestinum á fremru ryggfjøður. Tað hevur smáar uggafjaðrar og smáar búkfjaðrar. Høvdið er um 20% av heildarlongdini. Stuttskeggjað langasporl er breitt millum eyguni, meira enn 25% av høvuðlongdini. Kjafturin er stórur og er fremst undir gronini. Lítil finna er undir undirkjaftinum, minni enn eygnatvørmátið. tað hevur smá eygu, og kjaftklovin kemur aftur undir tey. Tranturin gongur mest sum beint upp úr yvirkjaftinum, og høvdið er haðani í einum jøvnum boga aftur á nakkan.
Útbreiðsla
Stuttskeggjað langasporl er úr Grønlandsfirði og undir Íslandi eystur til Føroya. Suðureftir til Asoroyggjarnar og Portugals. tað er eisini við eysturstrendur Norðuramerika. er tvær reisir fráboðað av leiðunum vesturi við Lúsabanka og Ytrabanka.
Stødd
Stuttskeggjað langasporl verður í minsta lagi 35 cm langt.
Dýpi
Tað er við botnin og uppi í sjónum úr 1500 m niður á 3200 m dýpi.
Litur
Tað er bleikt brúnt. granar, kjaftur, royggj og táknaholur eru svørt.
Eyðkenni
Mjáa vakstrarlagið. Búkfjaðrarnar eru fremstar av fjaðrunum.
Týdningur
Tað hevur ikki vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
Før: | Stuttskeggjaða langasporl |
Lat: | Coryphaenoides brevibarbis, Chalinura brevibarbis |
Dan: | Butsnudet skolæst |
Eng: | Shortbeard grenadier |
Ísl: | Mjóhali |
Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi
Tilmæli 2025
16.12.2024
Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…
ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025
29.11.2024
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…
Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið
07.10.2024
Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…
Meir av toski og nógv av hýsu
16.09.2024
Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…
Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár
22.07.2024
Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…
Jákup Sverri aftur av makreltúri
17.07.2024
Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…
Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum
27.05.2024
Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…
Jákup Sverri liðugur við sildakanningar
15.05.2024
Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…