Makrelur verður nógv fiskaður, bæði til matna og ídnað.
Makrelur er tjúkkastur um miðjuna og verður spískari út í endarnar. Hann hevur stuttar uggafjaðrar og stuttar búkfjaðrar. Hann hevur tvær rættiligar ryggfjaðrar, tann fremra er tríhyrnt, og fremri endi hennara er fremri enn aftari endi á búkfjaðrunum. Hin aftara er meira ferhyrnt, og fremri endi hennara er beint uppi yvir gotinum. Hann hevur fimm smáfjaðrar aftast á sporlinum, bæði undir og á.
Eyðkent fyri makrel eru tær smáu fjaðrarnar aftast og rípurnar á bakinum.
Makrelur kann gerast upp í umleið 66 cm, tó er vanlig longd 30-40 cm. Elsti aldursgreinaði makrelur undir Føroyum var 24 ár.
Útbreiðsla
Makrelur um okkara leiðir er heilt sunnan frá Marokko, norður við allarari evropeisku hellingini, runt Bretsku Oyggjarnar, í Norðsjónum og norð til Íslands, í Norskahavinum og Barentshavinum.
Harafturat er hann í Miðjarðarhavinum, Svartahavinum og í vestara Atlantshavinum, frá Labrador til Cape Cod.
Makrelur er mest uppi í sjónum og gongur oftast í torvum. Um veturin er hann við botnin á 200-250 m dýpi.
Veiða
Makrelur verður veiddur í øllum útbreiðsluøkinum og av nógvum londum. Bretland, Noreg, Føroyar og Ísland eru tey, sum veiða mest.
Makrelur verður umsitin í felag við øðrum strandalondum, sum í besta føri eru samd um, hvussu heildarveiðan skal býtast millum lond. Í løtuni er tó ikki semja millum strandalondini um, hvussu heildarveiðan skal býtast.
Vektarbýti í føroysku veiðuni
Stovnsmeting
Á hvørjum ári verður makrelur stovnsmettur. Havstovan luttekur í hesi stovnsmeting, sum verður samskipað av havrannsóknarstovninum ICES.
Stovnsmetingarúrslit
Veiða
Tilgongd
Veiðutrýst
Veiðitrýstið er minkað síðani 2003 og lá árini 2010 til 2020 undir hámarkinum fyri, nær mett verður, at veiðan er burðardygg (FMSY = 0,26). Nógva veiðan, saman við minkandi stovni, hevur havt við sær at veiðitrýstið er væl oman fyri hámarksvirðið.
Gýtingarstovnur
Makrelstovnurin var í vøkstri frá 2007 fram til 2014, men síðani tá hevur hann verið í minking. Stovnsmetingin vísir at gýtingarstovnurin er oman fyri markið, har neyðugt er at vísa varsemi, sambært umsitingarætlanini.
Aldursbýti
Makrelur verður veiddur víða um, og tískil er aldursbýtið í samlaðu veiðuni ikki altíð tað sama sum í føroysku veiðuni – á myndini síggjast hesi bæði.
Við at “blaða” millum árstølini ovast á myndini sæst aldursbýtið í føroysku veiðuni síðstu fimm árini.
Makrelur er ein pelagiskur fiskur uttan sundmaga, ið ferðast víða í Norðuratlantshavi. Makrelur er at finna í føroyskum sjógvi partar av árinum.
Vøkstur
Gýting
Gýtingartíðin hjá makreli er frá februar til juli. Høvuðsgýtingarøkið er vestan fyri Írland, men makrelur gýtir allastaðni fram við evropeisku hellingini og heilt norður til Føroyar.
Yngul og ungfiskur
Stutt eftir klekingina flotna larvurnar upp í sjógvin og eru tá mest úr vatnskorpuni og nakað niður í dýpið.
Føði
Makrelur etur nærum alt, sum hann fær fatur á. Um okkara leiðir etur hann djóraæti, krill og eisini fisk og fiskayngul, t.d. nebbasildayngul.
Makrelur er sjáldan inni á Landgrunninum tíðarskeiðið, tá upsa-, toska- og hýsuyngulin er uppi í sjónum, og kanningar á Havstovuni staðfesta, at makrelur etur ikki henda yngulin.
Ferðing
Makrelur er eitt ferðandi fiskaslag. Eftir gýtingina fer hann norðeftir at leita eftir føði. Fyrst fram við írsku og skotsku hellingini, síðan norður í eystara partin av Norskahavinum og inn í Norðsjógvin. Á veg norður kemur hann eisini inn í føroyskan sjógv eystanfyri og norðanfyri. Hann er í føðiøkinum frá juli til langt út á heystið, tá hann byrjar at leita suðuraftur.
Litur
Bláligt yvirbrá um bakið. Umleið 30-35 myrkt bláligar, næstan svartar, tvørrípur eru allan vegin aftur eftir bakinum. Ljósari bláligt ella grønligt er millum rípurnar. Blankur um síðurnar við einum farra av purpurliti. Undir búkinum er hann hvítur.