{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Láturkópur

Halichoerus grypus

Láturkópur er heldur stórt kópaslag, ið hoyrir til ættina Phocidae.

Hann er at finna víða um í Norðurevropa, Kanada og USA. Hann kann ferðast nakað út frá, men heldur seg mest fram við landi, har hann nemur sær føði og kann leggja seg upp á turt.

Liturin á láturkópi er skiftandi, frá ljósagráum til næstan svart. Vanliga er opnan ljósari enn brimilin.

Stovnsmeting og veiða

Láturkópastovnurin er mettur at vera umleið 650.000 kópar. Hetta er eitt samlað tal fyri teir tríggjar undirstovnarnar: Norðurvesturatlantiski stovnurin, Norðureysturatlantiski stovnurin og stovnurin í Eystrasalti.

Láturkópurin í Føroyum hoyrir til tann Norðureysturatlantiska stovnin, men er samstundis ein serstovnur.

Fyri stovnin í Føroyum er eitt minsta tal sett til 661 kópar. Hetta er grundað á hægsta tal av kópum fyri hvørja oyggj sær, frá teljingum í 2018, 2019 og 2021.

Síðani 1960’ini hevur so at siga eingin veiða verið, síðani tað varð bannað at brúka rifflu í Føroyum. Tó hava alarar fingið undantaksloyvi at skjóta kóp, ið amast upp á aliringarnar, og hevur hetta tal ligið um 150-250 kópar árliga síðani 2010.
Í 2020 varð bannað at skjóta kóp í samband við alivirksemi.

Status viðvíkjadi reyðlista

Útbreiðsla

Láturkópur verður bólkaður í 3 stovnar: Norðurvesturatlantiski stovnurin (brúnt), Norðureysturatlantiski stovnurin (blátt) og stovnurin í Eystrasaltið (pink). Láturkópurin í Føroyum hoyrir til tann Norðureysturatlantiska stovnin.

Fyri tann Norðureysturatlantiska stovnin er láturkópur at finna í Íslandi, í Føroyum, við Bretsku oyggjarnar og fram við meginlandinum í Evropa, úr Fraklandi til Kolahálvoynna.   

Lívfrøði

Vøkstur

Láturkópur verður um 35-40 ára gamal. Hann gerst um 2 m langur og vigar millum 200 og 400 kg.
Brimilin verður størri enn opnan, og hevur hann eitt heldur útstandandi trýn, tá hann er fullvaksin.

Aldurin á láturkópi verður staðfestur við at lesa árringarnar í tonnunum.

Nøring

Láturkópur fer á látur um hálvan september til síðst í desember. Opnan legur 1 nósa. Tá nósin er lagdur og hevur sogið, fer kópurin at makast. Burðartíðin hjá láturkópi er 11,5 mánaðir.

Nýlagdur nósi er 90-105 cm langur og vigar 11-20 kg. Á byrja við hevur nósin hvítan feld, ið við tíðini verður gulligur. Nósin sýgur einar 5-6 ferðir um dagin í 15-20 dagar. Í hesum tíðarskeiðinum kastar hann feldin og fær nýggjan vatnskýggjandi feld.

Láturkópur er kynsbúgvin um 5-7 árs aldur, og leggur opnan ein nósa um árið.

Ferðing

Merkingar av láturkópi vísa, at kópurin er rættiliga staðbundin. Tó ferðast hann nakað millum oyggjarnar. Hann kann fara langt frá landi, men tann føroyski kópastovnurin verður mettur av vera økisbundin. Tað vil siga at hann ikki ferðast til onnur lond.

Føði

Láturkópur er opportunistur viðvíkjandi føði, og nemur hann sær føði av tí, sum er at fáa. Í Føroyum etur láturkópur vanliga tosk, seið, hýsu, nebbasild, steinbít og tungu. Síðani laksaalingin hevur tikið seg upp, er láturkópurin eisini farin at gera sær dælt av henni.

Viðkomandi tíðindi

Merktu grindirnar tætt saman

27.09.2024

Tað var um reppið, at báðar merktu grindirnar møttust á Hatton bankanum, 300 fjórðingar sunnan fyri Føroyar. Men grindirnar heilsaðu kortini ikki upp …

Nú eru tvær merktar grindir

19.09.2024

Hin 16. september var ein lítil grind á 20 hval merkt á Klaksvík. Við sera góðari hjálp frá fólki á bátum og á landi var grindin hildin til, og fylgis…

Merktu grind í Klaksvík

17.09.2024

Mánamorgunin 16. september lá ein lítil grind á Pollinum í Klaksvík. Av tí at kaggarnir í Norðoyggjum og Eysturoy vóru fullir, varð avgjørt at merkja …

Merkta grindin sunnan fyri Rockall

12.09.2024

Grindahvalirnir, ið vórðu merktir á Fuglafirði 3. september, hava hildið kósina suðureftir, og eru nú komnir suður um Rockall. Hvalirnir ferðaðust fyr…

Telja hval á sjeynda sinni

01.07.2024

Føroyar luttaka í summar í altjóða hvalateljing saman við Grønlandi, Íslandi og Noregi. Endamálið er at telja hval so víða um í Norðuratlantshavi sum …

Tað seinasta frá merktu grindahvalunum

29.11.2023

Nú eru allir sendararnir, ið Havstovan festi á grindahvalir í summar, sløknaðir. Tað longsta sambandið vardi 85 dagar. Tríggjar merkingar vóru. Tvær í…

Springari á Kappanum

27.11.2023

Ein springari, ið Havstovan merkti í Norðragøtu 30. august, hevur ferðast longu leiðina til Eysturgrønlands, og er nú í ein landsynning úr Kappanum. H…

Nú síggjast nósar

26.09.2023

Eyðkendu hvítu nósarnir, ið av og á síggjast søkja sær skjól inn á firðum og sundum um heystið, deila óhepnu støðuna at verða skolaðir út av látrum. S…

Nýtt frá merktu springarunum

20.09.2023

Havstovan hevur í summar merkt springarar í trimum umførum; fimm springarar í Fuglafirði 10. juni, tveir springarar á Leynasandi 27. august, og tveir …

Nýtt frá merktu grindahvalunum

20.09.2023

Havstovan hevur merkt tvær grindir í summar, báðar á Sandavági. 26. juni var ein hvalur merktur og 19. juli vóru fimm hvalir merktir. Umframt vóru tve…

Merkta grindin ferðast suðureftir

21.07.2023

Við góðari hjálp frá sýslumanni, grindaformonnum og fólki annars á báti og sandi, varð ein grind merkt í Sandavági mikudagin 19. juli 2023. Ein bólkur…

Ein springari norðarlaga í Hetlandsrennuni

21.07.2023

Nú 40 dagar eru farnir síðani springararnir vórðu merktir í Fuglafirði, er tann eini springarin farin norðureftir í hellingini, eystaru megin Hetlands…

Ferðing hjá springarunum í ein mánað

12.07.2023

Nú er ein mánaði fráliðin síðani springararnir vórðu merktir í Fuglafirði. Tveir sendarar virka enn. Hesir báðir springararnir fóru beinanvegin frá hv…

Allir springararnir sunnanfyri

20.06.2023

Springararnir, ið vóru merktir á Fuglafirði fyri góðari viku síðani, hava mestu tíðina hildið til í Hetlandsrennuni. Tann eini merkti springarin, ið á…

Merktu springararnir fylgjast ikki

13.06.2023

Springaranir, ið vóru merktir á Fuglafirði leygardagin 10. juni 2023 eru farnir sundur í tveir bólkar. Við góðari hjálp frá bátum og fólki á staðnum, …

TOPLINK – sambinding millum lond, hvalastovnar, granskarar og fólk í nærumhvørvum

21.03.2023

TOPLINK verkætlanin, ið Havstovuni luttekur í, er eitt samstarv millum Føroyar og Grønland, har endamálið er at nema meira vitan um grindahval, bóghví…

Ráðstevna og kokkaverkstova um hval og kóp

30.09.2022

Í døgunum 5. og 6. oktober verður Norðurlandahúsið karmur um eina ráðstevnu, og eina matmentanarliga verkstovu, har ljós verður varpað á hval og kóp s…