{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Reyðserkur

Beryx decadactylus

Reyðserkur hevur høgan og smalan kropp, eina ryggfjøður, eina gotfjøður, ið er eitt sindur longri enn ryggfjøðurin. Fjaðrarnar hava píkakendar teinar fremst. Hann hevur miðalstórar ugga- og búkfjaðrar. Hann hevur stóran og nógv sýldan stert. Kropshæddin er um 44-50% av standardlongdini. Hann hevur stór eygu. Kjafturin er nakað nógv upprendur, og hann hevur undirbit. Roðslan er grov og píkut og hevur eina týðiliga foyru aftureftir. Strikan er nakað bend yvir uggafjøðurina, men er annars bein aftur eftir sporlinum.

Útbreiðsla

Reyðserkur fæst onkuntíð í troli á Bankarygginum og í bankahellingunum vestanfyri. Í Atlantshavinum undir Íslandi og Noregi til Suðurafrika, við bankar og tindar á opnum havi. Hann er í vestara parti av Miðjarðarhavinum, í Indiahavinum og vestara parti av Kyrrahavinum.

Stødd

Reyðserkur verður upp í umleið 100 cm langur, men vanliga um 40-60 cm.

Dýpi

Hann er úr 180 m og niður á 800 m dýpi, gamlir fiskar niðri við botn, yngri fiskar uppi í sjónum.

Litur

Hann er javnt fagurlittur appilsinreyður ella reydligur um allan kroppin. Nýveiddur er hann blankur silvur/gullglitrandi um síðurnar og undir búkinum.

Eyðkenni

Gotfjøðurin kemur næstan fram undir hálva ryggfjøðurina. Tann vakri liturin, kropsskapið, tey stóru eyguni og tann nógv sýldi sterturin. Líkist nógv fagurserki, men kropshæddin er størri.

Týdningur

Reyðserkur er góður fiskur, men hevur ikki fingist í nóg stórum nøgdum og hevur tí ikki havt vinnuligan týdning í Føroyum.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Reyðserkur
Lat:Beryx decadactylus
Azo:Imperador, Alfonsino
Dan:Nordisk beryx
Eng:Cuvier’s berycid fish, Alfonsino, Imperador, Red bream
Fra:Beryx commun, Beryx eleve, Beryx rouge, Dorade rose
Ísl:Rauðserkur
Ita:Berice rosso, Bericide decadattilo
Jap:Nanyokinme
Nor:Brudefisk, Beryx
Por:Imperador, Alfonsin-da-costa-larga
Spa:Castañeta roxa, Palometa roja
Sve:Större beryx, Nordisk beryx
Týs:Kaiserbarsch, Nordischer Schleimkopf
USA:Red bream

Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

15.05.2024

Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…