{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Blettuti floyfiskur

Callionymus maculatus

Blettuti floyfiskur er klænur og langvaksin fiskur, eitt sindur flatur, tí hann er breiðari, enn hann er høgur. Fjaðrarnar eru sum heild stórligar. Fremra ryggfjøður er stutt, høg og spísk, aftara javnt høg og nakað longri. Gronin er umleið líka long sum eygnatvørmátið, á siljafiskum eitt sindur longri og á rognafiskum eitt sindur styttri. Á kápubeinunum er ein píkur í skapi sum hjartarhorn.

Útbreiðsla

Hann er í Eysturatlantshavinum, undir Íslandi, Føroyum og við Vestlandið í Noregi til Senegal og í Miðjarðarhavinum eystur til Grikkalands.

Stødd

Siljafiskar verða upp í 16 cm langir, rognafiskar upp í 13 cm langir.

Dýpi

Blettuti floyfiskur er úr 45 m niður á 650 metra dýpi.

Litur

Hann er ljóst brúnligur við silvurlittum og dimmlittum blettum. Aftara ryggfjøður á siljafiskunum hevur fýra røð av blettum aftur eftir fjøðurini, á rognafiskum eru tvey røð.

Eyðkenni

Blettirnir í aftaru ryggfjøðurini. Píkurin á kjálkabeinunum. Kropsskapið.

Týdningur

Blettuti floyfiskur hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Blettuti floyfiskur, Blettutur floyfiskur
Lat:Callionymus maculatus
Dan:Plettet fløjfisk
Eng:Spotted dragonet
Fin:Pikkumerikokki
Fra:Callionyme, Dragonet tachète
Gri:Kalionymus kilidotos
Ísl:Flekkjaglitnir
Ita:Dragoncello macchiato
Nor:Flekket floyfisk
Pol:Lira kalion
Por:Peixe-pau-malhado
Spa:Dragoncillo moteado, Pau
Sve:Fläckig sjökock
Týs:Gefleckter Leierfisch

Viðkomandi tíðindi