{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Glíggjhávur

Centroscymnus coelolepis

Glíggjhávur er langur og rundligur fiskur, mjækkar móti endunum. Bulurin er eitt sindur tjúkkur, og fiskurin tykist fastur og tungur. Kvennfiskar hava tó ofta heldur stóran og kvapsutan búk. Hann hevur tvær smáar ryggfjaðrar, tann fremra er minni. Ryggfjaðrafestini eru umleið eins til longdar. Aftari endi á búkfjaðrunum kemur væl inn undir festið á aftaru ryggfjøður. Smáu píkarnir framman fyri ryggfjaðrarnar koma akkurát undan. Sterturin er um 22-23% av heildarlongdini. Skræðan er sett við smáum ’tonnum’, sum grovt sandpappír. Høvdið er stórt, um 20% av heildarlongdini. Hann hevur stutta gron, ið smalkar út í ein bleytan runding frameftir. Táknaopini eru smá, um hálvt eygnatvørmát. Hann hevur andahol á skák upp og aftur frá eyganum. Kjafturin er næstan beinur og er eitt vet breiðari enn longdin úr kjafti í trant. Tenninar eru ólíkar í kjaftunum báðum.

Útbreiðsla

Glíggjhávur fæst í hellingunum og á slætta djúpa botninum sunnan fyri og vestan fyri Føroyar. Er annars undan Íslandi til Noregs, í Norðsjónum og suður til Senegal. Við Madeira, Asoroyggjar og á tindum og bankum úti í Alantshavinum. Í Vesturatlantshavinum er hann av Grandbanka til Kuba. Við Suðurafrika, Japan, Nýsæland og Avstralia.

Stødd

Glíggjhávur verður upp í 120 cm langur, møguliga enn longri.

Dýpi

Hann fæst vanliga á dýpi millum 800 m og 1500 m, men er annars frá umleið 300 m niður á 3600 m.

Litur

Hann er einlittur myrkabrúnur um allan kroppin. Hann er vakurt hvítur inni í kjaftinum.

Eyðkenni

Hvíti kjafturin og myrki liturin eyðkenna glíggjhávin. Hann hevur smáar ryggpíkar og smáar ryggfjaðrar. Kann minna um lítla hákelling, men hon hevur ikki píkar.

Týdningur

Glíggjhávur verður seldur á evropeisku fiskamarknaðunum til matna og livurin til bræðingar.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Glíggjhávur
Lat:Centroscymnus coelolepis
Azo:Tubarão-português
Dan:Portugisisk pighaj
Eng:Portuguese dogfish, Portuguese shark, Siki
Fin:Syvänne-piikkihai
Fra:Pailona commun, Niger princes, Siki
Gri:Kentroskymnos
Ísl:Gljáháfur
Ita:Centroscimno
Jap:Marubara-yumezame
Nor:Dypvannshå
Spa:Pailona
Sve:Pailonahaj
Týs:Portugiesenhai

Viðkomandi tíðindi

  • Gráhávur – ein sjáldsamur gestur

    Herfyri fekk Havstovan ein gráháv (Galeorhinus galeus) at kanna. Hávurin var fingin á línu við Suðuroynna. Hetta er triðja skráseting av gráhávi í føroyskum sjógvi. Tó er hetta fyrsti fiskurin,…

    Les meira

  • Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum vórðu skrásett 88 ymisk sløg av…

    Les meira

  • Fingið merktan skrubbháv

    23. oktober 2017 fekk Havstovan ein merktan skrubbháv frá trolaranum Suðringi. Hesin skrubbhávur varð merktur í Spania 24. december 2014, á positión 43°40N og 04°24W. Dýpið var 1060 metrar. Hann…

    Les meira

  • Fingu stóra brugdu

    Rannsóknarskipið Magnus Heinason fekk í august 2007 eina nærum 10 metrar langa brugdu í trolið. Hetta er úr Sjóvarmál 2011, les víðari her. Viðkomandi tíðindi

    Les meira