Grindahvalur
Globicephala melas
Grindahvalur er miðalstórur tannhvalur í springaraætt.
Hann ferðast víða um í Norðuratlantshavinum, í størri og smærri bólkum, har leitað verður eftir føði. Føðin er í stóran mun høgguslokkur, tó er nakað av fiski eisini partur av føðigrundarlagnum.
Grindahvalur hevur framstandandi kúlu og lang, mjá bøksl. Hann er myrkur á at líta, við myrkabrúnari/svartari hvølju. Eftir búkinum er ljósagráur litur í akkerlíknandi skapi. Afturat hesum kann hvalurin hava ljósa strípu, frá eyganum aftur í blástrið og/ella ein ljósan blett aftan fyri hornið.
Stovnsmeting og veiða
Kanningar hjá NASS (North Atlantic Sightings Surveys) frá 1889 vístu eina meting av grindastovninum, í Norðureysturatlantshavinum, uppá 778.000 hvalir. NAMMCO, har limalondini eru Føroyar, Grønland, Ísland og Noreg, hevur eina stovnsmeting fyri allan stovnin, í Norðuratlantshavinum, sum sigur góðar 500.000 hvalir.
Hagtøl fyri grindir, ið hava lagt beinini í Føroyum, fara heilt aftur til 1584. Tað eru greið og samanhangandi hagtøl frá 1709 til í dag. Frá 1709 til í dag eru dripnir 850 hvalir í miðal árliga. Frá 2000-2020 eru í miðal 632 hvalir dripnir árliga. Størsta grindin, sum er skrásett, er Konfirmatiónsgrindin, ið legði beinini á Sandi í 1940. Hon taldi 1.200 hvalir.
Í Grønlandi verða í miðal 248 hvalir dripnir árliga.
Fyri at grindadráp skal verða burðardygt, vísir NAMMCO á, at fyri at veiða 678 hvalir árliga krevst, at stovnurin er 50.000-80.000 hvalir.
Status viðvíkjadi reyðlista
Grindahvalir, ið hava lagt beinini í Føroyum síðani 2000.
Útbreiðsla
Grindahvalurin er at finna víða um í Norðuratlantshavium. Har vesturi frá North Carolina í Amerika til Diskovíkina í Vesturgrønlandi. Í eystri finna vit hann úr útnyrðingsstrondini í Afrika, inn í Miðjarðarhavið og norður í Barentshavið.
Lívfrøði
Undir Føroyum er ein grindastovnur, tann norðureysturatlantiski grindastovnurin.
Tann norðureysturatlantiski (NEA) grindastovnurin og tann norðurvesturatlantiski (NVA) grindastovnurin eru ymiskir í útsjónd. NVA-grindahvalurin hevur størri kúlu og styttri kropp. Víst verður á, at tað er týðandi munur á ílegum millum NEA- og NVA-stovnarnar. At tað er munur á stovnunum verður grundgivið við, at stovnarnir hava spesialiserað seg hvør sær viðvíkjandi føði, heldur enn at teir eru avbyrgdir orsakað av fjarstøðu. Gransking vísir, at NEA-stovnurin møguliga skal skiljast í enn smærri eindir.
Vøkstur
Bæði kall- og kvennhvalurin eru fullvaksin um 25-30 ára aldur. Kallhvalurin verður í miðal 552 cm og vigar 1,7 tons, meðan kvennhvalurin verður 432 cm og vigar 0,9 tons í miðal.
Miðalaldurin hjá grindahvali er 22,3 ár fyri kvennhvalin, og 23,9 ár fyri kallhvalin. Aldurin á grindahvali verður staðfestur við at lesa árringarnar í tonnunum.
Tonn hjá 8 ára gomlum grindahvali.
Nøring
Kvennhvalurin gerst kynsbúgvin, tá hann er 5-15 ára gamal. Kallhvalurin gerst kynsbúgvin, tá hann er 11-22 ára gamal.
Kvennhvalurin er kviðin umleið 12 mánaðir og er tíðarbilið millum hvørja ferð, hann leggur, áleið 5 ár. Hvalur leggur alt árið, í Føroyum tó mest um summarið og um heystið. Kvennhvalur, ið er eldri enn 40 ár, er sjáldan kviðin. Nýlagdur hvølpur (leiftur) er um 178 cm langur og vigar um 75 kg. Hvølpurin sýgur í 3-4 ár í miðal, hóast hann fer at eta aðra føði bert nakrar fáar mánaðir gamal. Kallhvalur hann halda fram at súgva í eini 7 ár og kvennhvalur í 12.
Samanseting í eini grind
Støddin á eini grind fer frá 1-1.200 hvalir við einum miðaltali á 149 hvalir.
Í eini grind er býtið umleið 60% kvennhvalir og 40% kallhvalir. 48% av allari grindini eru óbúnir hvalir. Kallhvalurin kann býtast upp í óbúgvin og búgvin, meðan kvennhvalurin kann býtast upp í óbúgvin, búgvin, kviðin, mjólkandi og ikki mjólkandi.
Ferðing
Hvussu grindahvalur ferðast er helst ávirkað av føði. Um lítið av høgguslokki er til, er sannlíkt, at hann ferðast við fiskastovnum, eitt nú svartkjafti.
Grindahvalurin nemur sær føði uppi í sjónum og niður á 800 metra dýpi. Yvir helmingin av tíðini er hann oman fyri 7 metra dýpi. Hvussu skjótt grindahvalur kavar veldst um, hvussu langt niður hann kavar. Kavar hvalurin niður á 150 metra dýpi, er ferðin 0,9 m/s, men skal hann á 600 metra dýpi, er ferðin 2,3 m/s. Kavar grindahvalur longur niður enn 12 metrar, er kavingin ikki longri enn 18 min. Tó vara 60% av kavingini ikki meira enn 3 min. Samanborið við annan tannhval, sum er umleið somu stødd, hevur grindahvalurin minni kaviorku, ella hevur hann tillagað seg so í vatnsúluni, at hann nýtir minni kaviorku.
Grindahvalur kann hava eina ferð upp til 14,5 km/t. Um samdøgrið ferðast hann í miðal 70-111 km og í mesta lagi 200 km.
Grindahvalur er vanur at ferðast við øðrum hvalasløgum, so sum sjórutum springara og hvessingi.
Føði
Grindahvalur etur fyri tað mesta høgguslokk, umboðandi 93% av føðini. Agnhøgguslokkur og Gonatus sp. umboða bróðurpartin av føðini. Eini 7% av føðini er fiskur. Nakað av krabbadjórum (rækjum) verða eisini etin, men hesin partur er ikki serliga stórur.
Grindahvalur etur helst agnhøgguslokk, um hann er til staðar, men etur alt eftir hvat er at fáa. Slag av føði kann ávirkast alt eftir nøring, stødd av hvali og eftir ári. Tað verður etið meira av smærri høgguslokkasløgum og krabbadjórum hjá hvali undir 300 cm.
Føðin hjá grindahvali gjørd upp í týttleika og nøgd í prosentum. Týttleiki í % vísir hvussu ofta eitt ávíst djóraslag er at finna í kýkinum hjá einum grindahvali. Er hetta talið t.d. 50% fyri eitt ávíst djóraslag, merkir hetta, at tað er at finna í øðrum hvørjum kýki, sum verður kannaður. Nøgd í % vísir hvussu stórur partur av samlaðu nøgdini av føðini, eitt ávíst djóraslag umboðar. Kelda: Grindateljingin 1986-1989
Nøkur fakta um grindahvalin
Viðkomandi tíðindi
Merkt grind á Føroyabanka
07.10.2024
Tann merkta grindin úr Fuglafirði hevur nú verið ein túr á Føroyabanka. Eftir at grindin mundi møtt merktu klaksvíksgrindini á Hattonbanka fyri viku s…
Merktu grindirnar tætt saman
27.09.2024
Tað var um reppið, at báðar merktu grindirnar møttust á Hatton bankanum, 300 fjórðingar sunnan fyri Føroyar. Men grindirnar heilsaðu kortini ikki upp …
Nú eru tvær merktar grindir
19.09.2024
Hin 16. september var ein lítil grind á 20 hval merkt á Klaksvík. Við sera góðari hjálp frá fólki á bátum og á landi var grindin hildin til, og fylgis…
Merktu grind í Klaksvík
17.09.2024
Mánamorgunin 16. september lá ein lítil grind á Pollinum í Klaksvík. Av tí at kaggarnir í Norðoyggjum og Eysturoy vóru fullir, varð avgjørt at merkja …
Merkta grindin sunnan fyri Rockall
12.09.2024
Grindahvalirnir, ið vórðu merktir á Fuglafirði 3. september, hava hildið kósina suðureftir, og eru nú komnir suður um Rockall. Hvalirnir ferðaðust fyr…
Merkta grindin farin suður í Bankarennuna
06.09.2024
Grindahvalirnir, ið vórðu merktir á Fuglafirði 3. september, vóru fyrstu náttina í Kallsoyarfirði, men hava síðan ferðast suðureftir, suður á Munkagru…
Hvalateljingarnar 2024 lidnar
25.07.2024
Í summar hava Jákup Sverri og Ran luttikið í altjóða hvalateljingum í Norðuratlantshavi. Teljingarnar eru nú lidnar, og eru skipini bæði komin til lan…
Tað seinasta frá merktu grindahvalunum
29.11.2023
Nú eru allir sendararnir, ið Havstovan festi á grindahvalir í summar, sløknaðir. Tað longsta sambandið vardi 85 dagar. Tríggjar merkingar vóru. Tvær í…
Nýtt frá merktu grindahvalunum
20.09.2023
Havstovan hevur merkt tvær grindir í summar, báðar á Sandavági. 26. juni var ein hvalur merktur og 19. juli vóru fimm hvalir merktir. Umframt vóru tve…
Merkta grindin ferðast suðureftir
21.07.2023
Við góðari hjálp frá sýslumanni, grindaformonnum og fólki annars á báti og sandi, varð ein grind merkt í Sandavági mikudagin 19. juli 2023. Ein bólkur…