
Miðjarðarhavslangasporl
Coryphaenoides mediterraneus
Miðjarðarhavslangasporl er tjúkkast framman um bulin, mjækkar javnt aftur í sporlsendan. tað hevur tvær ryggfjaðrar, fremra er høg og stutt, smátent framman, aftara long og lág, kemur bert akkurát undan. gotfjøðurin, ið er longri enn aftara ryggfjøður, er rættiliga høg og er frá gotinum aftur í sporlsendan. Aftara ryggfjøður og gotfjøðurin renna saman í ein spíss. Tað hevur rættiliga stóran kjaft. Mest sum flatan trant. Gotið er beint undir fremru ryggfjøður. Strikan bogar nakað oman fyri uggafjøðurina.
Útbreiðsla
Miðjarðarhavslangasporl er í vestara parti av Miðjarðarhavinum. tað er í Grønlandsfirði, undir Íslandi, á Miðatlantsrygginum til Asoroyggjarnar. Vestan fyri Skotland og Írland til Biskeia og Portugals. Tað er sjáldsamt her um leiðir, men er fingið út av bankunum vestan fyri Føroyar.

Stødd
Tað verður í minsta lagi 73 cm langt.
Dýpi
Tað er úr 1000 m niður á 3000 m, bæði við botnin og uppi í sjónum.
Litur
Tað er brúnligt, dimmari við kápuna.
Eyðkenni
Javnt mjækkandi kroppurin, kubbuti tranturin. Gotfjøðurin kemur fram á hálvar uggafjaðrarnar og búkfjaðrarnar. Fremra ryggfjøðurin er smátent framman. Langar búkfjaðrar. eygnatvørmátið er í stødd sum ella størri enn tranturin.
Týdningur
Tað hevur ikki vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
| Før: | Miðjarðarhavslangasporl |
| Lat: | Coryphaenoides mediterraneus |
| Eng: | Mediterranean grenadier |
| Ísl: | Loðhali |

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi

Møguleiki fyri framstigi í stovnsmetingini av svartkjafti
09.06.2026
Tað er eitt úrslit frá verkætlanini Blue Ocean (Blue whiting recruitment, distribution and Ocean-climate processes in the north Atlantic Ridge area), …

Sildakanningar norðanfyri
15.05.2026
Jákup Sverri kom týsdagin 12. mai aftur á Havnina av sildakanningum norðanfyri, eftir at hann og íslendska havrannsóknarskipið, Þórunn Þórðardóttir, f…

Framvegis lítið til av toski á føroyska landgrunninum
25.03.2026
Rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur gjørt árligu váryvirlitstrolingina á føroyska landgrunninum, har 92 hál á ein tíma vóru tikin. Nøgdin av toski var…

Fiskur og havumhvørvi á Føroyabanka
26.01.2026
Havstovan bjóðar øllum við áhuga í Føroyabanka, tað veri seg vinnuligt, vísindaligt, politiskt ella alment, at luttaka í einum kunnandi tiltaki um Før…

Framløga á Bátasavninum í Leirvík
09.01.2026
Hósdagin 22. januar 2026 kl. 19 verða nýggj úrslit frá tveimum granskingarverkætlanum løgd fram. Onnur verkætlanin snýr seg um gulllaks, hin um reyðsp…

Tilmæli 2026
22.12.2025
Tann 22. desember 2025 lat Havstovan Tilfeingis- og Vinnumálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2026. Mælt verður til, at fiskida…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2026
28.11.2025
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Fingu egghylkir av ringhávi í trolið
16.10.2025
Tá Jákup Sverri var árliga djúpvatnstúrin í september í ár (sí túrfrágreiðing her), vórðu tvey brún egghylkir funnin í trolinum. Hetta hendi vestarlag…
