{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Állur

Anguilla anguilla

Állur heldur til bæði í sjógvi og feskum vatni. Hann gýtir í Sargassohavinum, og yngulin rekur við streyminum til Evropa, har hann sum glasállur fer upp í feskt vatn, og har heldur hann til, til hann fleiri ár seinni aftur fer á sjógv at fara aftur í Sargassohavið at gýta. Állur er katadromur.

Állur er langur og klænur fiskur. Tvørskurðurin er mest sum rundur. Ryggfjøðurin er frá stertinum og umleið 2/3 fram á bakið. Hann hevur eina gotfjøður, ið byrjar beint framman fyri miðjuna á fiskinum og gongur aftur á endan. Sterturin er lítil, samanvaksin við ryggfjøðurina og gotfjøðurina. Hann hevur tvær smáar, avrundaðar uggafjaðrar og hevur ikki búkfjaðrar. Hann hevur lítið høvd, smá, rund eygu og undirbit. Tá állurin búnast og gerst blankur, vaksa eyguni munandi.

Útbreiðsla

Hann er úr Sargassohavinum til Móritania, fram við Evropa, í Íslandi og Føroyum til Norðurnoregs og í Hvítahavinum. Í Eystarasalti, Miðjarðarhavinum og Svartahavinum.

Stødd

Állur verður í mesta lagi 140-150 cm langur. Tá ið hann sum glasállur fer úr sjónum upp í feskt vatn, er hann um 7 cm. Fleiri ár seinni, tá hann aftur fer á sjógvin, eru siljafiskarnir ikki størri enn 60 cm. Í Føroyum eru rognafiskarnir sjáldan longri enn 65 cm, men kunnu verða upp í 125.

Dýpi

Tað er óvist á hvørjum dýpi állurin er, tá ið hann er til havs, tó vórðu tveir veiddir á 400 metra dýpi í Hetlandsrennuni í 1980 og ein á Íslandsrygginum í 2004 á umleið sama dýpi. Hann er annars í øllum løkum og áum, vøtnum, hyljum og tjarnum, har hann sleppur niðan. Í sjónum um heystið heldur hann mest til í blandingsvatni. Állur fer um heystið eisini stuttar teinar um vátlendi, t.d. vátan bø.

Litur

Glasállur er glærur. Í hinum vakstrarstigunum er liturin ymiskur, dimmur, grásvartur- grábrúnur um bakið og undir búkinum ljósari, gulur. Uggafjaðrarnar og gotfjøðurin eru gulligar. Tá állur er sjóbúgvin, og búningin byrjar, verður hann silvurlittur um síðurnar.

Eyðkenni

Állur líkist haválli, men kennist frá honum m.a. á tí, at uggafjaðrarnar koma ikki aftur undir ryggfjøðurina, og at hann hevur smáar roðslur. Állur í feskum vatni er mest virkin í myrkri.

Týdningur

Í Føroyum hevur állurin lítlan týdning, men nógvastaðni í Evropa verður hann nógv veiddur.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Állur, Álur, Álakálvur, Álladrumbur, Álvinda, Glasállur
Lat:Anguilla anguilla
Dan:Ål
Eng:Eel, Common Eel, European eel
Fin:Ankerias, Airokas
Fra:Anguille d’europe, Anguielo, Anguilla blanche, Anguille, Angula, Civelles, Franche, Franchere, Margagne, Morgain, Mourguin, Pibales, Pibeaux, Pillo, Sarieta, Sili
Gri:Chéli
Grø:Nimeriaq
Ísl:Áll
Ita:Anguilla, Bisatto marino, Buratelo, Capitone, Ragano
Jap:Unagi
Ned:Paling, Aal
Nor:Ål
Pol:Wegors
Por:Enguia, Eiró
Rus:Retschnoi ugor, Evropejskij rechnoj ugor, Evropejskij recnoj ugo’r
Spa:Anguila
Sve:Ål, Aal
Týs:Aal, Flussaal
USA:European Eel

Viðkomandi tíðindi

  • Tilmæli 2025

    Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastovnurin er eisini oman fyri fyrivarnismørkini. Fyri…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá…

    Les meira

  • Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

    Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á forvitnisliga Sjósavninum eru tey altíð…

    Les meira

  • Meir av toski og nógv av hýsu

    Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nøgdin er tó enn væl undir…

    Les meira