{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Stóroygda hornabrosma

Gaidropsarus macrophthalmus

Stóroygda hornabrosma hevur tvey horn á gronini, umframt finnu. Hon er avlong og rundlig í skapi, er mest sum rund í tvørskurð. Høvdið er um 19% av heildarlongdini. Eyguni eru lutfalsliga stór, størri enn gloppið millum eyguni. Kjafturin er stórur og røkkur væl aftur um eyguni. Hon hevur 2-4 eyðsýniligar, spískar tenn fremst í yvirkjaftinum. Ryggfjaðrar eru tvær, tann fremra er áraka kápuendan. Fremsti teinur er eitt vet hægri enn aftara ryggfjøður. Hinir teinarnir sera lágir. Aftara ryggfjøður byrjar um 35% av heildarlongdini frá gronini, uppi yvir aftasta fjórðaparti av uggafjøðurini og gongur næstan aftur í klingruna. Gotfjøðurin byrjar um 46% av heildarlongdini frá gronini og gongur aftur klingruna. Gotið er beint framman fyri gotfjøðurina. Búkfjaðrarnar eru heldur fremri enn tann høgi teinurin í fremru ryggfjøður. Sterturin er nakað rundaður aftan.

Útbreiðsla

Frá Biskeiavíkini norður vestan fyri Írland og eystan fyri Føroyar.

Stødd

Verður upp í 25 cm long.

Dýpi

Botnfiskur á 150 niður á 500 metra dýpi, altíð langt úr landi.

Litur

Hon er reyðbrún, flekkut um ryggin. Reydlig um síðurnar og ljósareydlig undir búkinum.

Eyðkenni

Lutfalsliga stóru eyguni. trý horn. Litur og stødd. tenninar.

Týdningur

Ongan vinnuligan týdning.

Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

15.05.2024

Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…