Jensenshávur
Galeus murinus
Jensenshávur er smidligur fiskur. Kroppurin er hægstur frammanvert gotið. Høvdið er um 18% av heildarlongdini. Gronin er fløt, kjafturin nógv bogin. Hann hevur smáar, hvassar tenn. Eyguni eru umleið 25% av høvuðlongdini. Hann hevur tvær smáar ryggfjaðrar. Fremri kanturin á fremru ryggfjøðurini er á miðjum fiski og aftara fjøðurin beint framman fyri klingruna. Hann hevur langan stert við smáum píkum á yvirkantinum og eina langa fjøður undir stertinum. Sterturin vísir mest sum beint aftur úr rygginum, er ikki upprendur. Makaðu fjaðrarnar eru stuttar og breiðar. Hann hevur eina gotfjøður, har fremri endi er undir miðjum gloppi millum ryggfjaðrarnar og aftur til afturendan á aftara ryggfjaðrafestinum. Beina strikan gongur ovarlaga á síðuni, úr nakkanum aftur í stertin, har hon verður bend niður á stertin. Andahol aftan fyri eyguni.
Útbreiðsla
Jensenshávur fæst vestur av Føroyabanka og har um leiðir. Annars frá Hebridunum, á Suðurlandinum í Íslandi og úti á Reykjanesrygginum, suður til Asoroyggjar.
Stødd
Jensenshávur verður í minsta lagi 63 cm langur. Vanlig stødd vestur av Føroyabanka er um 45 cm.
Dýpi
Hann hevur verið veiddur úr 380 m niður á 1200 m dýpi.
Litur
Hann er gráur, ljósamorgráur á bakinum, ljósgráur undir búkinum. Forkanturin á fjaðrunum er dimmur og bakkanturin næstan hvítur. Táknarivurnar og kjafturin eru dimt viólblá/svørt.
Eyðkenni
Í skapi er hann sum ringhávur, lágur og langur. Munur teirra millum er m.a. liturin, og at tær aftastu fjaðrarnar á jensenshávi koma ikki aftur til stertin. Forendin á fremru ryggfjøðurini er mitt á fiskinum. Gotfjøðurin er long og lág.
Týdningur
Hann hevur ikki vinnuligan týdning.
ES
Íslendski fiskifrøðingurin Bjarni Sæmundsson navngav henda hávin eftir frama danska djórafrøðinginum Adolf S. Jensen.
Nøvn á fiski á øðrum máli
Før: | Jensenshávur |
Lat: | Galeus murinus |
Eng: | Mouse catshark |
Fra: | Chien nordique, Chien islandais |
Ísl: | Jensensháfur |
Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi
Gráhávur – ein sjáldsamur gestur
Herfyri fekk Havstovan ein gráháv (Galeorhinus galeus) at kanna. Hávurin var fingin á línu við Suðuroynna. Hetta er triðja skráseting av gráhávi í føroyskum sjógvi. Tó er hetta fyrsti fiskurin,…
Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni
Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum vórðu skrásett 88 ymisk sløg av…
Fingið merktan skrubbháv
23. oktober 2017 fekk Havstovan ein merktan skrubbháv frá trolaranum Suðringi. Hesin skrubbhávur varð merktur í Spania 24. december 2014, á positión 43°40N og 04°24W. Dýpið var 1060 metrar. Hann…
Fingu stóra brugdu
Rannsóknarskipið Magnus Heinason fekk í august 2007 eina nærum 10 metrar langa brugdu í trolið. Hetta er úr Sjóvarmál 2011, les víðari her. Viðkomandi tíðindi