{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Hávur

Squalus acanthias

Hesin hávurin, Squalus acanthias, verður nevndur hávur fram um aðrar hávar. Smidliga vaksin fiskur. Tjúkkastur er hann beint framman fyri fremru ryggfjøður. Hann hevur lítið høvd og mjáa gron, lítlan kjaft við stórum tonnum, ið eru eins í báðum kjaftum. Hann hevur tvær ryggfjaðrar, tann fremra heldur størri. Píkur er framman fyri hvørja ryggfjøður, tann aftari er størri. Fremri píkur er beint aftanvert uggafjaðrarnar. Hávur hevur fimm smá táknaop beint aftur móti uggafjaðrunum. Búkfjaðrarnar eru á stødd við fremru ryggfjøður, kanska heldur størri. Skræðan er eitt sindur hvøss. Hann hevur lítlan kjøl á klingruni og fram á sporlið. Andahol.

Útbreiðsla

Hann er frá Norðurnoregi suður við strondunum á Evropa til Vestur- og Suðurafrika. Hann er í Miðjarðarhavinum og Svartahavinum, í Norðsjónum, Skagerrak og Kattegat, runt Bretsku Oyggjarnar, Føroyar, Ísland, Suðurgrønland, Nýfundland og suður til Kuba. Hann er eisini í Landsynningsavstralia, Nýsælandi, Indonesia og Japan, frá Beringssundinum til Kalifornia.

Stødd

Hávur verður í mesta lagi 120 cm langur.

Dýpi

Hann er úr vatnskorpuni niður á 1450 metra dýpi, bæði við botnin og uppi í sjónum.

Litur

Hann er brúngráur ella dimmgráur á bakinum og ljósur undir búkinum. Verður hugt gjølla, sæst, at hann hevur smáar ljósar, næstan hvítar, blettir ovarlaga eftir síðunum, teir síggja út sum smá kúgveygu. Viðhvørt eru slíkir blettir ymsastaðni á bakinum eisini.

Eyðkenni

Teir smáu ljósu blettirnir. Í tvørskurði er klingran næstan fýrkantað. Kjølarnir á klingruni.

Týdningur

Hávur verður veiddur til matna aðrastaðni.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Hávur
Lat:Squalus acanthias
Dan:Pighaj, Almindelig pighaj
Eng:Spiny dogfish, Blue dog, Common spiny fish, Darwen salmon, Hoe, Picked dogfish’, Piked dogfish’, Rock salmon, Spring dogfish, Spurdog – Spur dog
Fin:Piikkihai
Fra:Aiguillat commun, Agouliat, Agugliat, Aguilla, Aiguellat, Aiguillat tachete, Aquilla, Bilan, Breta, Chat, C’haz, C’hi, Chien a dard, Chien broqu, Chien dard, Chien de mer, Chien gras, Chien piquet, Epinette, Gouvéne, Mangin, Spinarolu, Spinek, Touil, Toya
Gri:Kentroni, Skillos, Skylópsaro, Stiktokentróni
Grø:Eqalussuaq kukilik
Ísl:Háfur
Ita:Spinarolo, Arculate, Asià, Ferraro, Gattuccio, Spinarolo imperiale, Ugghiata
Jap:Abura-tsunozame, Aburatsunozame, Same, Tsunobuka, Tsunozame
Ned:Doornhaai
Nor:Pighå, Blankhå, Hå, Pigghå
Por:Galhudo-malhado, Cacâo galhudo, Galhudo, Melga
Rus:Katran, Korotkoperaya, Nokotnica
Spa:Galludos, Agullat, Aullat, Jerrón, Mielga, Pinchorro, Quissona
Sve:Pigghaj, Hå
Týs:Dornhai, Dornfisch, Spierhai
USA:Spiny dogfish

Viðkomandi tíðindi

  • Gráhávur – ein sjáldsamur gestur

    Herfyri fekk Havstovan ein gráháv (Galeorhinus galeus) at kanna. Hávurin var fingin á línu við Suðuroynna. Hetta er triðja skráseting av gráhávi í føroyskum sjógvi. Tó er hetta fyrsti fiskurin,…

    Les meira

  • Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum vórðu skrásett 88 ymisk sløg av…

    Les meira

  • Fingið merktan skrubbháv

    23. oktober 2017 fekk Havstovan ein merktan skrubbháv frá trolaranum Suðringi. Hesin skrubbhávur varð merktur í Spania 24. december 2014, á positión 43°40N og 04°24W. Dýpið var 1060 metrar. Hann…

    Les meira

  • Fingu stóra brugdu

    Rannsóknarskipið Magnus Heinason fekk í august 2007 eina nærum 10 metrar langa brugdu í trolið. Hetta er úr Sjóvarmál 2011, les víðari her. Viðkomandi tíðindi

    Les meira