Sjófuglur
Á síðuni;
Ein sjófuglur verður allýstur sum fuglur, ið finnur meginpartin av føðini í sjónum. Teir flestu sjófuglarnir liva nærum alt lívið á sjónum og koma bert til lands í bútíðini, tá ið teir verpa og ala pisur.
Í Føroyum eiga 21 sløg av sjófugli. Metingar frá 2005 vístu, at samlaða talið av pørum var slakar tvær milliónir. Tá ungfuglurin er taldur við, var samlaða talið um 6 milliónir fuglar. Talið er væl lægri nú.
Í tali eru tað serliga fimm sjófuglasløg, sum mynda meginpartin av sjófuglinum í Føroyum. Hesi eru havhestur, lundi, drunnhvíti, rita og lomvigi.
Sjófuglur er partur av havvistskipanini og er ofta ovast í føðinetinum. Sum top-predatorur kunnu tey ymisku sjófuglasløgini hava ávirkan á hinar liðirnar í vistskipanini. Tí er tað týdningarmikið at hava innlit í, hvussu teir ymsu sjófuglastovnarnir broytast yvir tíð. Tað er lætt at meta um støðuna hjá sjófugli í mun til onnur djór í havinum, og tí verður støðan hjá sjófugli ofta nýtt sum ein ábending um, hvussu støðan er í havumhvørvinum.
Sjófuglur fyllir nógv í føroysku náttúruni og hevur stóran týdning, bæði sum frægd fyri eygað og sum føði. Á landi eru fuglaberg helst eisini tað einasta staðið, har mann finnur føroyska uppruna-náttúru, ið hevur stórt virði fyri føroyingar og ferðavinnu.
Kanningar
Havstovan ger á hvørjum ári ymsar kanningar av sjófugli, men lang tíð er runnin síðani tann seinasta umfatandi teljingin varð gjørd, har øll sjófuglasløgini vórðu tald (sí talvu niðanfyri). Aðrar kanningar, ið verða gjørdar meira javnan, eru millum annað kanningar við merkjum. Hetta er fyri at finna útav, hvussu fuglurin ferðast. Eisini verða teljingar gjørdar av ávísum fuglum í útvaldum fuglabjørgum.
Kanna lomvigan, rituna og havhestin í Høvdanum í Skúvoy
Høvdin í Skúvoy er eitt fast eftirlitsøki, har fylgt verður við gongdini hjá bæði lomviga, ritu og havhesti. Roynt verður at fáa langar tíðarrøðir, ið kunnu samanberast við aðrar tíðarrøðir á Havstovuni.
Samstundis sum hesar teljingar verða gjørdar á hvørjum ári í Høvdanum í Skúvoy, verða lomvigi og rita eisini tald um alt landið umleið 10. hvørt ár. Teljingarnar yvir alt landið vísa, at lomvigin er minkaður við 2/3 síðani 1970’ini og rita nakað tað sama.
Høvdin í Skúvoy.
Reyðlisti (IUCN)
Teir 9 bólkarnir í reyðlistaflokkingini.
Havstovan vísir til reyðlistaflokkingina gjørd av IUCN, tá ið mett verður um, hvørjari støðu eitt djóraslag ella ein stovnur er í. Reyðlistaflokkingin umfatar 9 ymsiskar bólkar, har ið tríggir eru sonevndir “hóttanarbólkar”.
Tá ið eitt slag verður flokkað í ein hóttanarbólk, eru tað nakrar treytir, ið slagið skal lúka. Útgreiningin niðanfyri er ikki útdýpandi, men um tú ynskir at lesa ta fullu frágreiðingina, ber til at lesa meira her. Eisini ber til at lesa eina føroyska greining av reyðlistanum her.
Útdeytt
Slagið er útdeytt, tá ið mann uttan iva veit, at tann síðsta einstaka veran av slagnum er deyð. Eisini skal slagið ikki verða skrásett í náttúruni aftaná ávísa tíð.
Útdeytt í náttúruni
Um slagið er útdeytt í náttúrini, um slagið einans livir undir menniskjaligari røkt ella um tað er sett út aftur av menniskjum eitt annað stað, enn har tað áður varð funnið.
Sera hótt
Slagið kemur í hendan bólkin, um tað er í sera stórum vanda fyri at doyggja út í náttúruni. Um mann skal meta um eitt slag er sera hótt, er neyðugt at hava tøkt próvtilfar/dátur, ið lúka ávís krøv. Listin yvir krøv er langur og verður ikki útgreinaður her. Yvirordnað kann sigast, at krøvini fevna um:
- Minking í stovnstali
- Landafrøðiliga útbreiðslu
- Stovnsstøddin er minni enn 250 ella 50 búnar verur, treytað av øðrum krøvum.
- Greining av dáta peikar á, at tað er minst 50% vandi fyri, at slagið doyr út í náttúruni innan 10 ár ella yvir 3 ættarlið
Hótt
Slagið kemur í hendan bólkin, um tað er í stórum vanda fyri at doyggja út í náttúruni. Um mann skal meta um eitt slag er hótt, er neyðugt at hava tøkt próvtilfar/dátur, ið lúka ávís krøv. Listin yvir krøv er langur og verður ikki útgreinaður her. Yvirordnað kann sigast, at krøvini fevna um:
- Minking í stovnstali
- Landafrøðiliga útbreiðslu
- Stovnsstøddin er minni enn 2.500 ella 250 búnar verur, treytað av øðrum krøvum.
- Greining av dáta peikar á, at tað er minst 20% vandi fyri, at slagið doyr út í náttúruni innan 20 ár ella yvir 5 ættarlið
Viðbrekið
Slagið kemur í hendan bólkin, um tað er í vanda fyri at doyggja út í náttúruni. Um mann skal meta um eitt slag er viðbrekið, er neyðugt at hava tøkt próvtilfar/dátur, ið lúka ávís krøv. Listin yvir krøv er langur og verður ikki útgreinaður her. Yvirordnað kann sigast, at krøvini fevna um:
- Minking í stovnstali
- Landafrøðiliga útbreiðslu
- Stovnsstøddin er minni enn 10.000 búnar verur
- Greining av dáta peikar á, at tað er minst 10% vandi fyri, at slagið doyr út í náttúruni innan 100 ár
Nærum hótt
Eitt slag er nærum hótt, um tað í løtuni ikki lýkur krøvini til at vera sera hótt, hótt ella viðbrekið, men er tætt við at lúka tey.
Ikki hótt
Eitt slag er ikki hótt, um tað í løtuni ikki lýkur krøvini til at vera sera hótt, hótt, viðbrekið ella nærum hótt. Sløg, sum eru talrík og hava stóra útbreiðslu, koma í hendan bólkin.
Dátutrot
Slagið verður koyrt í bólkin dátutrot, um mann ikki hevur nóg nógvar dátur um útbreiðslu og talið á stovninum til at meta um, hvønn hóttarnarbólk, slagið hoyrir til.
Eingin meting
Slagið er ikki mett í mun til metingarstøðið hjá reyðlistanum.
Vanligir sjófuglar í Føroyum
Nøvn á sjófugli á ymsum málum
Mannaelvdar hóttanir
í heimshøpi eru meira enn 11.000 fuglasløg og av hesum eru einans 3% sjófuglar. Nærum allar hóttanir móti sjófugli eru mannaelvdar, og av øllum fuglasløgum er sjófuglur ein tann mest hótti. Flestu sjófuglar eru einans í Føroyum um summarhálvuna og halda til á opnum havi um veturin. Tað sama er galdandi fyri sjófuglastovnarnar kring okkum. Tí er talan um deildar fuglastovnar og hetta má havast í huga, t.d. í samband við veiðu, og tá vit áseta lógir um vernd av sjófugli.
Hjáveiða
Í heimshøpi er hjáveiða ein tann størsta hóttanin móti fugli á sjónum. Hjáveiðan fer fram, tá ið sjófuglur av óvart verður tikin av fiskireiðskapi, sum t.d. av línu. Í Føroyum er vanligt at fiska við línu, og har er vandin tann, at fuglurin fer eftir agninum, meðan línan verður sett, verður krøktur í húkin og druknar.
Í Europa verður mett, at umleið 200.000 sjófuglar doyggja sum hjáveiða hvørt ár. Hetta talið umboðar mest hjáveiðu við línu og gørnum, meðan talið fyri hjáveiðu við øðrum fiskireiðskapi ikki er nóg væl umboðað. Hesi tølini lýsa harumframt bara tann fuglin, sum doyr alt fyri eitt sum hjáveiða. Tá er atlit ikki tikið til fugl, sum doyr seinni, t.d. orsakað av álvarsligum meini frá fiskireiðskapinum ella tað at pisur doyggja í hungri.
Í føroyskum sjóøkið er tað serliga havhesturin ið endar sum hjáveiða í samband við línufiskiskap.
Í Føroyum var í 2021 mett, at 9500 havhestar doyggja árliga sum hjáveiða í línufiskiskapi. Hetta er grundað á, at 75 milliónir húkar verða settir í Føroyskum sjóøki árliga. Met verður at umleið 75-150 mill. húkar verða settir í føroyskum økið hvørt ár, so talið av havhesti ið doyr orsaka av hjáveiðu kann verða væl hægri.
Innslødd djórasløg
Ein tann størsta hóttanin móti sjófuglinum í Føroyum eru innslødd djórasløg, sum so ella so eru komin til landið við menniskjum. Rottan kom til Føroya í 1768 og er á øllum teimum størru oyggjunum uttan Sandoynni. Rottan hevur týnt allan drunnhvítan í teimum oyggjum, hon er komin í, og hevur minkað munandi um bæði lunda og skráp.
Kortið vísur útbreiðsluna av rottu við reyðum, meðan tær rottufríu oyggjarnar eru grønar. Úr teimum gulu oyggjunum hava fráboðarnir verið um rottu, men tær eru tó mettar at verða rottufríar.
Hóast vit í Føroyum ikki hava gjørt kanningar, vita vit úr øðrum londum, at kettan drepur bæði ungan og vaksnan fugl. Til dømis metir mann í USA, at kettan drepur millum 1,3 og 4 milliardir fuglar um árið. Summi átøk hava verið gjørd í Føroyum fyri at avmarka skaðan, eitt nú í Skúvoy, har ongar kettur eru.
Menniskjalig innrás á bú- og veiðuøki
So hvørt sum menniskju ferðast víðari um og økja sítt virksemi í náttúruni, fer ein innrás fram á bú- og veiðuøki hjá sjófugli. Henda innrás skumpar sjófuglin til viks, umframt at vanliga ferðingin hjá sjófuglinum verður órógvað, t.d. tá ið farmaskip villeiða sjófugl á opnum havi. Eitt annað dømi, sum finst í Føroyum, er tann alsamt vaksandi ferðafólkavinnan, sum tíverri kann órógva tann reiðrandi sjófuglin, um siglt verður ov nær fuglabjørgum. Eisini kunnu mannaskapt bygningsverk, so sum vindmyllulundir og oljuboripallar, skaða sjófugl, um hetta ikki verður bygt á rættan hátt.
Dálking
Dálking av náttúruni er ein stór hóttan mótvegis sjófuglinum. Oljulekar á sjónum koma javnan fyri og hesir kunnu minka nógv um sjófuglastovnarnar. Onnur dálkingarevni eru eisini og tey eru at finna so at siga kring allan heimin. Havstovan hevur, saman við altjóða granskurum, funnið plastikk, kyksilvur og onnur dálkingarevni í øllum teimum sjófuglasløgunum ið higartil eru kannaði.
Veðurlagsbroytingar
Ein orsøk til afturgongd í sjófuglastovnum er tann globala upphitingin, sum er atvold til veðurlagsbroytingar. Sum veðurlagið broytist, kunnu t.d. fiskastovnar, sum fuglurin livir av, flyta til nýggj øki. Hesin fiskurin er alneyðugur hjá sjófugli, so hann í summum førum má flyta seg við fiskastovnunum. Veðurlagsbroytingar kunnu eisini ávirka atburðin hjá sjófugli og hvussu fuglur ferðast.
Sjófuglurin er so viðkvæmur fyri veðurlagsbroytingum, at hann var eitt tað fyrsta djóraslagið, har tað, við at hyggja at ferðingamynstrinum, bar til at ávísa veðurlagsbroytingar.
Ikki burðardygg veiða
Sjófuglaveiða til matna hevur helst altíð verið siðvenja í Føroyum og er tað framhaldandi. Men hóast fleiri sjófuglastovnar leingi hava verið minkandi í tali, hevur mann í Føroyum einans sett smávegis tiltøk í verk fyri at verja sjófuglin. Um Havstovan skal koma við røttum tilmælum um, hvussu nógv kann veiðast av sjófugli, er neyðugt at hava fuglateljingar javnan, og eisini er neyðugt at skráseta veiguhagtøl. Sum nú er, er innsavningin av hagtølum ikki nøktandi, hvørki viðvíkjandi fuglateljingum ella veiðuhagtølum, og tí kunnu vit ikki vita, hvussu sjófuglastovnarnir tola veiðutrýstið. Tað ber tí ikki til at siga, at sjófuglaveiðan er burðardygg.
Vanligastu sjófuglasløgini, ið verða veidd í Føroyum, eru lomvigi, álka, havhestur, lundi, súla og skarvur.
Ert tú komin fram á merktan fugl?
Um merktur fuglur verður funnin, vilja vit fegin frætta. Boða frá við at trýsta á knøttin niðanfyri.
Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi
Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár
22.07.2024
Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…
Vevmyndir úr lundaholum í Skúvoynni
19.07.2022
Havstovan hevur í nøkur ár fylgt við gongdini í lundaholum í Skúvoynni við vevmyndatólum. Fyrstu royndirnar vórðu gjørdar í 2005. 15 lundaholur eru gj…
Við til at friða týdningarmikiðøki í altjóða sjógvi
10.05.2022
Flestu sjófuglasløg í Norðuratlantshavi eru minkað ógvuliga nógv seinastu áratíggjuni. Nógvar kanningareru gjørdar fyri at royna at finna útav, hví so…
Fuglurin rýmir úr Vestmannabjørgunum
10.05.2022
Bert 5% av lomviga og 1% av ritureiðrum vóru at síggja i Vestmannabjørgunum summarið 2021, samanborið við teljingar í ávikavist 1972 og 1987. Hetta er…
Vevmyndir úr lundaholum í Skúvoynni
19.08.2021
Havstovan hevur í nøkur ár fylgt við gongdini í lundaholum í Skúvoynni við vevmyndatólum. Fyrstu royndirnar vórðu gjørdar í 2005. 15 lundaholur eru gj…
Merkta føroyska parið
18.12.2020
Hjá skrápi skiftast bøgan og steggin um at bøla egginum. Tað er sjón fyri søgn í taltilfarinum frá einumføroyskum skrápapari við GLS-loggarum. Tá vetu…
Ferðingarmynstrið hjá føroyska skrápinum
18.12.2020
Á fyrsta sinni er ferðingarmynstrið hjá føroyska skrápinum staðfest. Eftir bútíðina ferðast hann allan vegin úr Føroyumtil suðurendan á Suðuramerika. …
Talið á ternum og ternubølumminkað seinastu 15 árini
23.10.2018
Síðani 2003 hevur Havstovan skipað fyri teljing av ternum og ternupisum um alt landið. Vit hava biðið bøndur, røktarar og onnur áhugað fólk siga okkum…
Viðkomandi verkætlanir
SEATRACK
Endamálið er at kanna, hvar sjófuglurin er um veturin. Hetta verður gjørt við at seta goymslumerki á beinið á flestu sjófuglasløgunum í Norðurhøvum. Men fyri at fáa úrslitini úr goymslumerkjunum, má fuglurin fangast aftur, og tí er tað bert búfuglur, sum verður merktur. Fuglur verður merktur á 38 ymiskum plássum í Norðurhøvum. Í Føroyum verða fuglar merktir í Skúvoynni, Stóru Dímun, Sandoynni, Nólsoynni, í Kirkjubøhólmi, Mykinesi, Vágoynni, Streymoynni og Eysturoynni. Úrslitini frá øllum londunum verða viðgjørd undir einum fyri at fáa eina samlaða mynd av, hvussu fuglarnir ferðast, og hvar teir finna føðina um veturin. Tá ið ferðingin er kortløgd, ber til at meta um, hví fuglurin er júst har til ávísar tíðir og hvørjar umstøður gera, at fuglurin fer hagar.
Advection of plankton onto the Nordic shelves and its effects on the abundance of fish and seabirds
Verkætlanin hevur til endamáls at kanna, hvussu havstreymar og djóraæti, sum kemur við hesum havstreymum, ávirka fisk og sjófugl, sum halda til á landgrunnunum við Ísland, Føroyar og Noreg. Fyribilsúrslit benda á, at ein sterkur Eysturíslandsstreymur hevur jaliga ávirkan.