{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Opalhavmús

Chimaera opalescens

Opalhavmús hevur langan kropp. Hon er tjúkkast um uggarnar og búkin, haðani mjækkar hon aftureftir. Hon hevur stórar uggafjaðrar, ið minna um veingir. Opalhavmús hevur ongan stert í vanligari merking, men hevur í staðin ein langan dregil. Hon hevur tvær ryggfjaðrar. Tann fremra er høg og tríhyrnt og frammanfyri er ein píkur, sum er javnur við ella lægri enn fjøðurin. Kroppurin er javnt opallittur, skyggir í øllum litum. Opalhavmús hevur svart iris í eygunum. Kallfiskar hava tvey makingargøgn, eitt hvørjumegin gotið.

Útbreiðsla

Opalhavmús er at finna í Norðureysturatlantshavi. Í hellingini við Rockallbankan og í hellingini vestan fyri Bretsku Oyggjarnar og Fraklandi. Hon er eisini skrásett við Asorurnar.

Við Føroyar er opalhavmús skrásett í hellingini við bankarnar vestanfyri.

Stødd

Kann blíva upp í 110 cm long.

Dýpi

Er at finna frá 500 m, men mest millum 900 og 1400 m.

Litur

Hon er javnt opallitt, skyggir í øllum litum. Tær vaksnu eru ljósabrúnar ella brúnar, ímeðan tær ungu eru bronsulittar.

Eyðkenni

Tann opali liturin og svarta irisið í eygunum.

Týdningur

Ongan vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Opalhavmús
Lat:Chimaera opalescens
Eng:Opal chimaera
Fra:Opale chimaera, Chimère opale

Viðkomandi tíðindi

Sildakanningar norðanfyri

15.05.2026

Jákup Sverri kom týsdagin 12. mai aftur á Havnina av sildakanningum norðanfyri, eftir at hann og íslendska havrannsóknarskipið, Þórunn Þórðardóttir, f…

Framvegis lítið til av toski á føroyska landgrunninum

25.03.2026

Rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur gjørt árligu váryvirlitstrolingina á føroyska landgrunninum, har 92 hál á ein tíma vóru tikin. Nøgdin av toski var…

Fiskur og havumhvørvi á Føroyabanka

26.01.2026

Havstovan bjóðar øllum við áhuga í Føroyabanka, tað veri seg vinnuligt, vísindaligt, politiskt ella alment, at luttaka í einum kunnandi tiltaki um Før…

Framløga á Bátasavninum í Leirvík

09.01.2026

Hósdagin 22. januar 2026 kl. 19 verða nýggj úrslit frá tveimum granskingarverkætlanum løgd fram. Onnur verkætlanin snýr seg um gulllaks, hin um reyðsp…

Tilmæli 2026

22.12.2025

Tann 22. desember 2025 lat Havstovan Tilfeingis- og Vinnumálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2026. Mælt verður til, at fiskida…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2026

28.11.2025

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Fingu egghylkir av ringhávi í trolið

16.10.2025

Tá Jákup Sverri var árliga djúpvatnstúrin í september í ár (sí túrfrágreiðing her), vórðu tvey brún egghylkir funnin í trolinum. Hetta hendi vestarlag…

Framvegis nógv til av toski og hýsu á Føroyabanka, men fiskurin er heldur rak

19.09.2025

Jákup Sverri hevur gjørt árligu yvirlitstrolingina á Føroyabanka í september, har 29 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framvegis nógv at fáa av toski…