{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Nevhávur

Deania calcea

Kroppurin á nevhávi er hægstur við fremru ryggfjøður, hann hevur rættiliga høgan rygg. Hann hevur tvær lágar ryggfjaðrar, og tær eru umleið 3 ferðir longri, enn tær eru høgar. Næstan hvítir píkar eru framman fyri tær, og aftari píkurin er umleið tvær ferðir so stórur sum fremri. Aftara fjøðurin er hægri og styttri. Makaðu fjaðrarnar eru smáar. Búkfjaðrarnar og ryggfjaðrarnar eru spískar aftureftir. Eitt rað av sagtonnum er í undirkjaftinum og eitt rað við tríkantaðum tonnum í yvirkjaftinum. Gronin er serliga long, breið og fløt og er umleið 2,5 ferðir so long sum eygnaholan, og longri er úr tranti í kjaft enn úr kjafti í uggafjøður. Skræðan kennist hvøss. Hann hevur ikki striku. Nevhávur hevur lágan stert og andahol aftan fyri eygað.

Útbreiðsla

Nevhávur er av Suðurlandinum í Íslandi til Føroya, á víðum havi til Asoroyggjar, í evropeisku hellingunum til Vesturafrika, við Suðurafrika, Japan, Avstralia, Nýsæland, vestan fyri Suðuramerika og við Florida. Undir Føroyum er hann vanligur í hellingunum vestanfyri og sunnanfyri.

Stødd

Nevhávur verður upp í 110 cm langur, kanska longri.

Dýpi

Hann er úr umleið 65 m niður á 1500 m.

Litur

Nevhávur er grábrúnur, summir eru ljósari og tykjast tá at vera heldur gráari enn brúnir. Fjaðrarnar eru heldur dimmari enn kroppurin. Ryggfjaðrarnar hava ljósan kant. Sterturin, búkfjaðrarnar og uggafjaðrarnar hava svartan afturkant. Hann er kjaftsvartur.

Eyðkenni

Langa og flata gronin umframt tann gráligi liturin. Skræðan er veik og ofta skrødd á trolveiddum fiski.

Týdningur

Nevhávur hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Nevhávur
Lat:Deania calceus, Deania calcea, Deania eglantina
Azo:Sapata
Dan:Næbhaj
Eng:Birdbeak dogfish, Shovel nosed dogfish
Fra:Squale savate
Ísl:Flatnefur
Jap:Heratsunozame
Ned:Spitssnuitsnavelhaai, Vogelbek hondshaai
Nor:Gråhå, Gråhaj
Pol:Ostroglów
Por:Sapata
Spa:Tollo picudo, Tollo pajarito
Sve:Skednoshaj
Týs:Langschnäuziger Hundshai, Schnabeldornhai

Viðkomandi tíðindi

  • Gráhávur – ein sjáldsamur gestur

    Herfyri fekk Havstovan ein gráháv (Galeorhinus galeus) at kanna. Hávurin var fingin á línu við Suðuroynna. Hetta er triðja skráseting av gráhávi í føroyskum sjógvi. Tó er hetta fyrsti fiskurin,…

    Les meira

  • Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum vórðu skrásett 88 ymisk sløg av…

    Les meira

  • Fingið merktan skrubbháv

    23. oktober 2017 fekk Havstovan ein merktan skrubbháv frá trolaranum Suðringi. Hesin skrubbhávur varð merktur í Spania 24. december 2014, á positión 43°40N og 04°24W. Dýpið var 1060 metrar. Hann…

    Les meira

  • Fingu stóra brugdu

    Rannsóknarskipið Magnus Heinason fekk í august 2007 eina nærum 10 metrar langa brugdu í trolið. Hetta er úr Sjóvarmál 2011, les víðari her. Viðkomandi tíðindi

    Les meira