{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Blágóma

Anarhichas denticulatus

Blágóma hevur tjúkkan, bøllutan kropp, hon er hægri, enn hon er breið. Hon hevur eina ryggfjøður av nakkanum aftur til stertin. Hon hevur eina gotfjøður frá gotinum aftur til stertin. Gotfjøðurin er umleið helvtina so long sum ryggfjøðurin og er lægri. Hon hevur rættiliga stórar uggafjaðrar og ongar búkfjaðrar. Sterturin er lítil og hevur ein lítlan boga úteftir. Høvdið er rundleitt, eitt sindur kubbut og er heldur lítið. Gronin er avrundað og stutt. Hon hevur smá eygu, ið sita tætt saman. Tenninar eru ikki so ógvisligar sum í steinbíti og lira. Hon er bleyt og vatnut at nerta við.

Útbreiðsla

Blágóma er undir Íslandi, Føroyum og Hetlandi. Onkuntíð er hon í Skagerrak og Norðsjónum. Hon er frá Cape Cod og Labrador, til Grønlands og norður í Barentshavið.

Stødd

Blágóma verður møguliga upp í 180 cm long. Vanliga er hon úr 60 cm upp í 120 cm long.

Dýpi

Vanliga er hon úr 60 m niður á umleið 1000 m. Hon er eisini fingin ovarlaga í sjónum á víðum havi.

Litur

Blágóma hevur sera ymsan lit. Hon er ljósagrá við bláligum farra. Ella er hon dimmgrá og hevur nógvar viólbláar blettir, sum smámyntir. Hon hevur næstan líka nógvar bláar blettir, sum gráan undirlit. Hon er eisini næstan svørt, heilt dimmbrún/blá. Litirnir eru altíð kámir.

Eyðkenni

Tann vatnuti, bleyti og oftast tjúkki kroppurin. Tann kámi liturin. Kropsskapið er líkt steinbíti og lira, tó er hon oftast tjúkkari.

Týdningur

Blágóma hevur ikki havt vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Blágóma, Blágómi, Blágumma
Lat:Anarhichas denticulatus, Anarhichas latifrons
Can:Loup à tête large
Dan:Blå havkat, Bredpandet havkat
Eng:Blue sea cat, Broadhead wolffish, Jelly cat, Jelly wolf fish
Fin:Sinimerikissa, Leveäotsainen merikissa
Fra:Loup gélatineux
Grø:Najorpaligarsuaq, Kêrak, Qeeqqat, Qêraq
Ísl:Blágóma
Ita:Bavosa lupa
Nor:Blåsteinbit, Håkerringsteinbit, Svartsteinbit
Pol:Zebacz czarny, Zebik
Por:Peixe-lobo-azul, Gata, Peixe-lobo
Rus:Sinija zubatka
Spa:Lobo
Sve:Blå havkatt
Týs:Blauer Seewolff, Blauer Katfisch, Wasserkatze
USA:Northern wolffish

Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

15.05.2024

Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…