{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Svartkalvi

Reinhardtius hippoglossoides

Svartkalvi verður nógv veiddur og er dýrur fiskur.

Svartkalvi er høgravendur flatfiskur. Vinstra eyga kemur ikki heilt yvir á ovaru síðu, sum á øðrum flatfiskum, men verður verandi á kantinum á høvdinum. Hann hevur stóran kjaft við hvøssum tonnum, og týðiligt undirbit. Ryggfjøðurin byrjar beint aftan fyri vinstra eyga. Gotfjøðurin er frá gotinum aftur til klingruna. Uggafjaðrarnar eru nakað smáar og eru umleið eins til støddar. Hann hevur smáar búkfjaðrar. Sterturin er bert eitt lítið sindur innbogin aftan. Strikan er bein. Rangir svartkalvar síggjast av og á.

Eyðkenni eru dimmi liturin blindumegin, beina strikan og at vinstra eyga situr ovast á høvdinum.

Útbreiðsla

Svartkalvi er at finna frá Svalbarði til Murmansk og Norskurennu. Hann er vestan fyri Írland, á Hattonbanka og grynnum haðani norðureftir. Hann er við Jan Mayen, undir Íslandi og í Grønlandi. Frá Baffinslandinum til New Jersey. Í norðaru pørtunum av Kyrrahavinum er hann eisini.

Longdarbýti í føroysku veiðuni

Tilmæli

Lívfrøði

Svartkalvi er botnfiskur.

Vøkstur

Tað er munur á vøkstrinum hjá báðum kynunum. Kallfiskar gerast í mesta lagi 83 cm, kvennfiskar 120 cm.

Kynsbúning

Kynsbúningin hendir á 6-10 ára aldri, men summir, serliga kallfiskar, búnast fyrr. Í miðal gerst helvtin av svartkalvanum kynsbúgvin umleið 8 ára gamal og tá er hann um 50 cm til longdar. Rognafiskurin
er tó vanliga munandi eldri, kanska umleið 15 ár og 70 cm langur, áðrenn hann gýtir undir Føroyum. Umleið 80% av svartkalvanum undir Føroyum eru rognafiskar – teir fáu og smáu siljafiskarnir eru oftast at finna út av Fugloyartunguni.

Gýting

Svartkalvin gýtir á djúpum vatni millum Grønland og Ísland í mars. Hildið verður, at nakað av gýting eisini er onkustaðni í nánd av Føroyar-Íslands-rygginum, men sjálvt gýtingarøkið er ikki ávíst. Fyri djúpvatnsfisk, so sum svartkalva, er gýtingartíðin og gýtingarøkið ikki so væl avmarkað í tíð og staði, eins og hjá t.d. toski. Í 2012 fekk Magnus Heinason ein stóran svartkalva (80 cm) við rennandi rognum í norðara kanti av Landgrunninum. Hetta er ein av heilt fáum skrásetingunum av gýtandi svartkalva undir Føroyum. Men hetta gevur tó ábending um, at svartkalvi gýtir undir Føroyum, og at gýtingin er í mai/juni.

Yngul og ungfiskur

Larvur og yngul eru uppi í sjónum, men tá yngulin er um 7 cm til longdar, leitar hann móti botni á miðaldjúpum vatni. Eystan fyri Svalbarð er eitt uppvakstrarøki hjá svartkalva og saman við einum øki við Kanada eru hesi økir tey týdningamestu uppvakstrarøkini hjá svartkalva í Norðuratlantshavi.

Føði

Svartkalvi er at rokna sum ein arktiskur fiskur, sum trívist best í ísakøldum sjógvi (< 0°C). Hinvegin livir hann av fiski, sum heldur til í heitari sjógvi. Mest svartkjafti, men eisini sild og makreli. Hetta merkir, at svartkalvin má ”fara inn í hitapottin” eftir føði og síðan sleppa sær út aftur í kaldan sjógv, meðan væl til stendur.

Ferðing

Tá svartkalvin er vorðin einar 12-25 cm til longdar, leitar hann út á djúpari vatn og er eftir hetta á 200-1600 m dýpi, har hann leitar sær føði bæði niðri við botn og nakað uppi í sjónum. Svartkalvi er tó fingin so djúpt sum á 2300 metra dýpi.

Litur

Um bakið er hann myrkabrúnur, næstan svartur. Á blindusíðu er hann dimt brúnligur, tó væl ljósari enn um bakið. Trol- og garnaveiddur svartkalvi er ofta nakað sjávaður og litfarin, og ein farri av bláligum, viólbláum hómast tá. Svartkalvin er tann flatfiskur, ið hevur mest lit blindumegin.

Umrokningartalva út frá støddarbólkum

Umrokningartalva út frá støddarbólkum. Virðini byggja á tøl fyri árini 2009-2013. Aftasta kolonnan sigur,
hvussu stórur partur av fiskinum í ymsu støddarbólkunum væntandi hevur gýtt minst einaferð.

Kruvd vekt (kg)

Aldur (ár)

Longd (cm)

Búgvin %

Stødd 1

4,0+

15-24+

72-91+

100%

Stødd 2

3,0-4,0

13-15

66-72

98-100%

Stødd 3

2,0-3,0

11-13

60-67

96-98%

Stødd 4

1,0-2,0

8-11

51-60

52-96%

Stødd 5

< 1,0

5-8

43-51

25-52%

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Svartkalvi, Helluflundra
Lat:Reinhardtius hippoglossoides
Ala:Greenland turbot
Dan:Hellefisk
Eng:Greenland halibut, Black halibut, Blue halibut, Lesser halibut, Turbot
Fin:Grønlannin pallas
Fra:Flétan noir, Flétan batard, Halibut noir, Puant
Gri:Hálibat tis Grilandías, Halibat tis Grilandias
Grø:Qaleralik, Qalerlik
Ísl:Grálúða, Svartaspraka
Ita:Halibut di Groenlandia
Jap:Karasu garei – Karasugarei
Ned:Zwarte heilbot, Groenlandse heilbot, Kleine heilbot
Nor:Blåkveite, Svartkveite
Pol:Kulbak czarny
Por:Alabote-a-Gronelândia, Alabote preto
Rus:Çernyj paltus, Chjornij paltus, Greenlandskij paltus
Spa:Hipogloso Negro, Halibut Negro
Sve:Svart hälleflundra, Grønlandsk hälleflundra, Lien hälleflundra, Lilla Hälleflundran
Týs:Schwarzer Heilbot, Schwarzer Heilbutt
USA:Greenland turbot