
Tilmæli 2024
Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024.
Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at minka fiskidagarnar hjá Bólki 2 (partrolarar og lemmatrolarar) við 10 % og at minka fiskidagarnar hjá Bólki 3-5 (lína, snella og trolbátar) við 20 %.
Harumframt verður mælt til at leingja gýtingarfriðingar og steingja økir fyri vinnuliga veiðu.
Fyri at taka atlit til fiskasløg á djúpum vatni verður mælt til, at reglan um at fáa 3 dagar uttan fyri ringin fyri 1 dag innan fyri ringin (3:1) verður broytt til 2:1.
Fyri Føroyabanka verður mælt til, at fiskidagatalið í 2024 verður broytt frá 200 til 150 hjá einum blandingi av stórum og smáum fiskiførum við húki (línu ella snellu). Orsøkin er, at hvør fiskidagur væntandi verður meira effektivur, nú toskurin og stóra hýsan á Føroyabanka eru rak í mun til onnur ár.
Tilmælið sæst her.
Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2025
16.12.2024
Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025
29.11.2024
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Hans Petur Djurhuus vann lutakastið
15.11.2024
Fríggjardagin 15. november 2024 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerkir inn farna árið. Tað var Hans Petur Djurhuu…

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2025
30.09.2024
ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2025 Mest loyvda veiða í 2025 lækkar munandi fyri makrel og nakað fyri svartkjaft, meðan ein lítil hækking er í tilm…

Meir av toski og nógv av hýsu
16.09.2024
Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Minni av toskayngli í ár
15.08.2024
Tað vístu yngul- og ætikanningarnar í 2024, sum vórðu gjørdar við Jákup Sverra í seinnu helvt av juni. Kanningarnar á Landgrunninum vístu, at nøgdin a…

ICES-tilmæli fyri djúphavsfiskar
18.06.2024
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi 7. juni 2024 nýggjastu ráðgevingina fyri veiðuna í 2025 fyri ymiskar fiskastovnar á djúpum vatni. Flest…

Er glotti at hóma hjá botnfiski í 2024?
10.04.2024
Føroyski toskastovnurin er vorðin søguliga lítil, og hetta er helst úrslit av bæði ovurfiskiskapi og broytingum í havumhvørvinum. Týdningarmikið, og a…