{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Skøta

Dipturus batis

Henda skøtan verður nevnd skøta fram um aðrar skøtur. Hon hevur langa gron, millum 2,5 og 3,5 ferðir ennibreidd. Skøta broytist nakað við aldrinum. Á ungum skøtum er ravakanturin framman næstan beinur. Á eldri skøtum er ravakanturin framman innbendur. Píkarnir á skøtu eru broytiligir eftir kyni og aldri. Ungar skøtur hava nakrar fáar stórar píkar við eyguni og eitt rað mitt aftur eftir halanum. Eldri fiskar hava mist hesar píkar og fáa í staðin eitt rað hvørjumegin á halanum. Onkuntíð síggjast skøtur, ið hava øll trý røðini.

Útbreiðsla

Skøta er frá Marokko, Asoroyggjum og Madeira, úr vestara Miðjarðarhavi til Norðurnoregs og Íslands. Hon er vanlig undir Føroyum.

Stødd

Skøta kann verða upp í 285 cm long. Vanlig longd 1-1,75 m.

Dýpi

Hon er úr 10 m niður á 600 m.

Litur

Á bakinum er hon brúnlig, olivengrá, oftast bleikt, óregluliga sprøklut við nøkrum ljósari, gulbrúnum blettum og strikum á bakinum. Viðhvørt hómast ein kámur ljósur rundingur á hvørjum rava á skák aftur frá eygunum. Undir búkinum er hon ljós, øskugrá ella blágrá við nógvum smáum, svørtum blettum, ið minna um frøknur. Blettirnir eru tættastir á fremra parti. Oftast er hon svartgrómut undir høvdinum.

Eyðkenni

Skøta hevur altíð ein ella tveir píkar millum ryggfjaðrarnar og smáar dimmar blettir blindumegin. Bert svartaskøta hevur eisini slíkar dimmar blettir blindumegin.

Týdningur

Skøta verður avreidd sum annar fiskur.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Skøta
Lat:Dipturus batis, Raja batis
Dan:Skade
Eng:Blue skate, Common skate, Grey skate, Skate
Fin:Sinirausku
Fra:Flotte, Bastine, Cabac, Caban, Fla, Flat, Gros guillaume, Lentillat, Pelousa, Pocheteau grimau, Pocheteau gris, Pocheteau mouchete, Pointu, Portugaise, Posteau, Raie cendrée, Raie grise, Raie noire, Ricard, Tire, Travan, Travank, Tyre, Zerra
Ísl:Skata
Ita:Razza bavosa, Moro, Razza cappuccina
Jap:Gangiei no rui, Kasube
Ned:Vleet, Schate
Nor:Glattskate, Glattrokke, Storskate
Pol:Raja gladka, Plaszczka
Por:Raia oirega, Airoga, Eiriogo, Urega
Rus:Glatkij skat
Spa:Raya Noruega, Capucho, Caputxa, Morell, Noriega, Romagvera
Sve:Slätrocka
Týs:Glattrochen

Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

15.05.2024

Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…