Nógvar kanningar gerast á Føroyabanka
Komandi vikuna skal havrannsókarskipið Jákup Sverri á Føroyabanka í sambandi við árligu yvirlitistrolingina um várið. Umframt kanning av støðuni hjá botnfiski á bankanum, verður nøgdin av e-DNA í vatnroyndum kannað, umframt at Umhvørvisstovan ger neyvar uppmátingar av botninum á bankanum.
Eitt høvuðsendamál við rannsóknartúrinum á Føroyabanka er at fylgja við nøgdini av botnfiski. Hetta verður gjørt við at taka 29 hál á ein tíma kring allan bankan, har mannagongdirnar eru tær somu sum onnur ár. Fiskurin verður mátaður og vigaður, og eisini verða nytrur tiknar til aldursgreiningar. Magar verða eisini kannaðir. Úrslitini verða samanborin við onnur ár. Spennandi verður at vita, um tann jaliga gongdin við toskinum á Føroyabanka heldur fram. Eisini verður spennandi at vita, um nøgdin av hýsu framvegis er líka stór sum seinastu árini.
Sum ein partur av eini verkætlan, sum Havstovan arbeiðir við, verður eisini nøgdin av e-DNA kannað, har vatnroyndir verða tiknar, fyri at máta nøgdina av DNA í sjónum, sum stavar frá toski og hýsu. Úrslitini frá e-DNA kanningunum verða síðan samanbornar við úrslitini frá yvirlitstrolingini.
Hetta er ein fimm ára verkætlan, sum Fiskivinnuroyndir hava fíggjað. Endamálið við verkætlanini er at kanna, um e-DNA-kanningar kunnu brúkast, sum partur av grundarlagnum fyri stovnsmetingar. Havstovan, umframt fleiri aðrir granskingarstovnar um allan heimin, arbeiða við líknandi kanningum, og kanningarnar á Føroyabanka eru týdningarmiklar sum ískoyti til hesa altjóða gransking.
Við á túrinum er eisini eitt lítið norskt granskingarlið, sum skal taka nakrar royndir fyri at kanna, hvussu leingi DNA frá fiski heldur sær í vatnroyndunum, áðrenn tað verður niðurbrotið.
Somuleiðis verða starvsfólk frá Umhvørvisstovuni við Jákup Sverra á Føroyabanka henda túrin. Umhvørvisstovan skal gera mátingar við EM712 multibeam skipanini, bæði meðan trolað verður og um náttina. Hesar kanningar hava til endamáls at gera neyvar uppmátingar av botndýpinum á bankanum.
Viðkomandi tíðindi
-

Sera lítið at fáa av toski, men framvegis nógv til av hýsu á føroyska landgrunninum
Á árligu yvirlitstrolingini á føroyska landgrunninum í august verða 200 hál á ein tíma tikin. Tað var sera lítið at fáa av toski í ár í mun til onnur ár,…
-

Lítil øking í makrelvísitalinum
Úrslitini frá árligu felagskanningini av makreli, sild og svartkjafti í juli, har Føroyar luttóku saman við Danmark, Íslandi og Noregi, eru nú tøk. Makrelur Vísitalið fyri makrelstovnin í Norðurhøvum er…
-

Jákup Sverri liðugur við makrelkanningar
Mánamorgunin 20. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Túrurin er partur av felagskanning, sum verður gjørd saman við norskum, donskum og íslendskum granskingarstovnum. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her.…
-

Yngulkanningar vísa stóran mun millum Landgrunnin og Føroyabanka í ár
Í seinnu helvt av juni gjørdi Jákup Sverri yngul- og ætikanningar bæði á Landgrunninum og á Føroyabanka. Trolstøðirnar síggjast sum gular strikur á kortinum. Á Landgrunninum var sera lítið av…