Hiti og salt
Á síðuni:
Hiti og saltinnihald eru týðandi eginleikar hjá sjógvi. Ymisk sløg av sjógvi verða býtt sundur, alt eftir hvussu hitin og saltinnihaldi er í sjónum. Eitt nú hava vit um okkara leiðir lutfalsliga heitan og saltan Atlantssjógv í teimum ovaru løgunum, meðan tað í dýpinum í Norðurhøvum er ísakaldur Norskur djúphavssjógvur.
Við at máta hita og saltinnihald ber sostatt til at skilja ímillum ymisk sløg av sjógvi. Munur í hita og saltinnihaldi hevur eisini týdning fyri tær kreftir, sum dríva ymisk rák í havinum, sum t.d. tað termohalina rákið.
Kanningar

Hydrografisku standardskurðirnir eru vístir við linjum og mátistøðirnar við Oyrargjógv (blátt) og Skopun (violett) eru markeraðar.
Havstovan mátar regluliga hita og saltinnihald í sjónum, bæði á Landgrunninum og úti á opnum havi. Oyrargjógv og Skopun eru tvær mátistøðir heilt inni við land, og her verður hitin mátaður í streymasjógvi alt árið. Við mátistøðina í Skopun verða prøvar eisini tiknir av sjógvi, sum síðani kunnu greinast fyri saltinnihald, tøðevnir ella annað. Hendan mátistøðin er í samstarvi við Lívfiskastøðina hjá Bakkafrosti.
Síðani 1987 hevur Havstovan gjørt kanningar eftir sonevndum hydrografiskum standardskurðum, sum ganga út frá Landgrunninum. Eftir hesum skurðum verða tríggjar til fýra ferðir um árið gjørdar mátingar av hita, saltinnihaldi og øðrum eginleikum hjá sjógvi.
Hiti og saltinnihald á Landgrunninum og í Atlantssjógvi
Hiti á Landgrunninum
Síðani 1991 hevur Havstovan mátað hitan í væl blandaðum sjógvi við Oyrargjógv. Hitin verður mátaður við einum sjálvvirkandi hitamátara, sum við regluligum tíðarbili (minuttum) mátar hitan. Mátingarnar við Oyrargjógv líkjast sera nógv hitamátingunum frá Skopun og umboða hampuliga væl hitan í tí vælblandaða sjónum á Landgrunninum innanfyri uml. 100m botndýpi, undantikið inni á firðum, har sjóvarfallið er veikt. Hitin í hesum vælblandaða sjógvi verður broyttur av upphiting frá sólini, eins og frá útvekslan av hita millum sjógv og luft og við uppíblanding av sjógvi frá opnum havi. Myndin niðanfyri vísir árstíðarbroytingar í hitanum við Oyrargjógv.
Árstíðarbroytingar í hita. Myndin vísir nýggjastu tølini fyri dagligan hita við Oyrargjógv og Skopun saman við tølum fyri mánaðarligum miðalhita við Oyrargjógv. Kaldasti og heitasti mánaði við Oyrargjógv í tíðarskeiðnum 1991-2020 eru eisini vístir.
Sum nevnt, verða hitamátingar eisini gjørdar av sjógvi, sum verður pumpaður úr Skopunarfirði og inn í Lívfiskastøðina í Skopun. Hitamátingar blivu eisini gjørdar av sjógvi við Mykineshólm í tíðarskeiðnum 1914-1969, men her var hitin mátaður við termometri eina ferð um dagin. Tað var Danmarks Meteorologiske Institut sum stóð fyri hesum mátingunum. Hesar mátingar, saman við mátingunum frá Oyrargjógv, vísa broytingar í hitanum á Landgrunninum síðani 1914, tó við einum gloppi frá 1969-1991.
Kaldasti og heitasti dagur í hvørjum mánaða við Oyrargjógv ella Mykines, og hvat ár hetta var mátað.
Árligur miðalhiti. Myndin vísir miðal hitan fyri hvørt ár mátað við Mykines (1914 – 1968) og Oyrargjógv (síðan 1992). Einans ár, sum hava mátingar í minst 8 mánaðir, eru víst.
Saltinnihald á Landgrunninum
Við Lívfiskastøðina í Skopun verður sjógvur pumpaður úr Skopunarfirði og inn á støðina. Tískil er høgligt at taka prøvar av sjógvi inni á støðini fyri síðani at kanna sjógvin á ymsan hátt. Umleið triðjahvønn dag verða prøvar tiknir at kanna saltinnihaldið. Hesar kanningar byrjaðu í 1995 og hava hildið á síðani, tó við onkrum hendinga steðgi vegna tøkniligar trupulleikar á støðini. Saltinnihaldið í væl blandaðum sjógvi inni á Landgrunninum er eitt sindur lægri enn í Atlantssjógvi úti á. Hetta er tí, at tað er meiri avfall inni yvir oyggjunum. Annars eru langtíðarbroytingarnar tær somu, sum í Atlantssjógvi. Niðanfyri eru tvær myndir, sum vísa ávikavist árstíðarbroytingar og langtíðarbroytingar í saltinnihaldi í Skopun.
Árstíðarbroytingar í saltinnihaldi. Myndin vísir nýggjastu mátingarnar av saltinnihaldi saman við tølum fyri mánaðarligt saltinnihald. Saltastu og feskastu mánaðir fyri hvønn mánaða í árinum eru eisini vístir. Hetta er fyri tíðarskeiðið 1995-2020.
Talvan vísir feskastu og saltastu dagar í hvørjum mánaða síðani 1995.
Árligt saltinnihald. Myndin vísir saltinnihald mátað við Skopun síðani 1995. Einans ár, sum hava mátingar í minst 8 mánaðir, eru víst.
Hiti og saltinnihald í Atlantssjógvi
Úti á opnum havi verða hiti og saltinnihald mátað tríggjar til fýra ferðir um árið eftir standardskurðunum. Mátað verður í februar, mai ella juni, um mánaðarskiftið august/septembur og seinast í oktobur ella tíðliga í novembur, soleiðis at mátingarnar eru spjaddar um alt árið. Á myndunum niðanfyri eru dømir um gongdina í hita og saltinnihaldið mátað á tveimum standardstøðum í Bankarennuni – sí kort.

Ovara myndin vísir hitan í Atlantssjógvi, meðan niðara myndin vísir saltinnihaldið. Hetta eru mátingar frá standardskurðinum tvørtur um Bankarennuna. Á báðum myndunum er talan um miðal frá 100 – 400 metrar frá teimum báðu djúpu støðunum mitt í Bankarennuni. Broytingar í hita og saltinnihaldi fylgjast oftani, men eitt nú í 2016 lækkaði saltinnihaldið sera nógv meðan hitin var óbroyttur ella enntá hækkaði eitt vet. Broytingar í hita og saltinnihaldi eru m.a. tengdar at subpolara meldrinum

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi

Jákup Sverri leggur fortoying út á Bankan
13.02.2025
Sigliætlanin hjá Jákup Sverra er nú byrjað, og lagt varð fyri við einum hydrografitúri. Á túrinum hevur Jákup Sverri verið á Føroyabanka, og har hevur…

Karin Margretha vann snarrøðukapping á Vísindavøkuni
27.09.2024
Á Vísindavøkuni 2024 var ein snarrøðukapping hildin. Karin Margretha Húsgarð Larsen, deildarleiðari á Umhvørvisdeildini á Havstovuni, luttók við eini …

Sjógvurin niðri við botn í Bankarennuni er hitnaður
30.08.2024
Í eini nýggjari grein í vísindatíðarritinum “Geophysical Research Letters” verður víst á, at sjógvurin niðri við botn í Bankarennuni er hitnaður seina…

Samandráttur av Veðurlagsdegnum 2024
08.07.2024
Nú ber til at lesa samandrátt av væleydnaða Veðurlagsdegnum 2024, sum varð hildin á Hotel Hafnia týsdagin 19. mars 2024. Undir tiltakinum vórðu veðurl…

Er “Golfstreymurin” í ferð við at vikna?
15.02.2024
Í nýggjari grein í vísindaliga tíðarritinum Science Advances vísa hollendskir granskarar á, at ”Golfstreymurin” er á veg á eitt markamót. Hetta byggja…

Nýggj ritgerð um heita rákið millum Ísland og Føroyar
17.08.2023
Nýggj vitan um rákið av heitum sjógvi norðan fyri okkum er júst komin í vísindatíðarritinum Ocean Science. Tvørtur um undirsjóvarryggin millum Ísland …

Hitabylgja í havinum
29.06.2023
Seinastu 1-2 vikurnar hevur ein hav-hitabylgja tikið seg upp í eystara parti av Norðuratlantshavi. Hitabylgjan hevur verið serliga ógvuslig í økinum v…

Jákup Sverri verið á hydrografitúri
26.05.2023
Tann 17. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Lagt varð fyri norðanfyri, har ein streymmátaraboy…
Viðkomandi verkætlanir
Faroe-AMOC – Termohalina rákið gjøgnum føroyskt sjóøki

Í verkætlanini Faroe-AMOC verður dentur lagdur á rákið av heitum og køldum sjógvi millum Norðuratlantshav og Arktis, og ávirkanina, sum hesir týdningarmiklu streymar hava á veðurlagið um okkara leiðir. Føroyar liggja á Grønlands-Skotlandsrygginum, sum forðar bæði heitum Atlantssjógvi í teimum ovaru løgunum at ferðast norðureftir og køldum yvirflotssjógvi í teimum djúpu løgunum at ferðast suðureftir. Rákið av Atlantssjógvi og yvirflotssjógvi eru partar av termohalina rákinum (á enskum stytt AMOC), sum førir heitan sjógv móti Arktis. Sambært veðurlagsmodellum væntast termohalina rákið at vikna í hesi øldini, men stór óvissa er um hendan norðara partin. Um týðandi broytingar verða í hesum ráki, fer tað væntandi at ávirka varmaflutningin móti Arktis og hetta kann hava stóra ávirkan á vistskipanir um okkara leiðir. Vitanin um framtíðar broytingar er tó avmarkað av vantandi neyvleika í veðurlagsmodellunum. Í seinastuni hevur tað verið stór menning í at leggja smærri neyvari model inn í tey stóru modellini, og hetta leggur lunnar undir betri vitan grundað á modellir. Í Faroe-AMOC verður alt økið millum Ísland og Skotland greinað, men dentur verður lagdur á Íslandsryggin. Úrslit frá mátingum og modellum seinastu tjúgu árini verða nýtt og ein PhD-studentur er settur at arbeiða við verkætlanini. Saman við granskarum á Havstovuni og donsku veðurstovuni (DMI) verður sínámillum ávirkan millum rákini av heitum og køldum sjógvi kannað, umframt broytingar í eitt nú hita og saltinnihaldi og hvussu modellini rokna rákið.
ClimeFishLink – Linking 80 years of variation in fish growth to climaticeffects on food webs, temperature and field metabolic rates using otolith chemistry

Endamálið við verkætlanini er at kanna vøkstur hjá toski og hýsu undir Føroyum yvir eitt langt tídarskeið og at seta hetta í samband vid havstreymar, sjóvarhita og føði.