{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Havgøltur

Capros aper

Havgøltur hevur samantrýstan og høgan kropp, sum er nærum rundur, tá hugt verður frá síðuni. Hann hevur stór eygu og framstandandi trant, sum gevur honum ta eyðkendu útsjóndina. Fjaðrarnar eru lutfalsliga stórar í mun til kroppin. Kvennfiskarnir gerast størri enn kallfiskarnir. Havgøltur svimur ofta í smáum stimum.

Útbreiðsla

Havgøltur er at finna úr Vesturnoregi og Skagerrak, til Hetland og Føroyar, vestan fyri Skotland og suður til Senegal. Er eisini í vestara parti av Miðjaðrarhavinum.

Stødd

Kann blíva upp í 30 cm langur. Vanliga um 13 cm.

Dýpi

Er at finna úr 40 m niður á umleið 700 m. Mest millum 100 og 600 m.

Litur

Havgøltur er vanliga reyðligur til brandgulur á liti. Kann hava myrkari rípur ella blettir á kroppinum.

Eyðkenni

Stór eygu og framstandandi trant.

Týdningur

Ongan vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Havgøltur
Lat:Capros aper
Dan:Almindelig havgalt, Havgalt
Eng:Boar-fish, Boarfish
Fra:Sanglier
Ita:Pisci tamburo
Nor:Villsvinfisk
Pol:Kaprosz
Por:Pimpim
Rus:Kanpoc
Sve:Trynfisk

Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

15.05.2024

Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…