{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit
Tú ert her

Havsúgdjór

Í føroyskum sjóøki eru staðfest 23 sløg av hvali og 7 sløg av kópi, roysningur íroknaður. Summi sløg eru her alt árið, onnur bert til ávísar árstíðir og uppaftur onnur vitja einans av og á. Havsúgdjór finnast í øllum heimshøvum og somuleiðis í nøkrum stórum áum og vøtnum. Í heimshøpi eru 83 sløg av hvali og 36 sløg av kópi. Sostatt er um fimtingurin av heimsins havsúgdjórasløgum funnin í føroyskum sjógvi.

Eitt havsúgdjór verður allýst sum eitt djór við heitum blóði, sum fyri tað mesta livir í havinum, finnur sína føði í havinum og gevur ungunum at súgva ta fyrstu tíðina. Tey anda vanliga luft eins og fólk, og tí mugu tey upp at anda.

Súgdjór (frøðiheiti: Mammalia) er ein bólkur av djórum, sum er sermerktur við, at kvenndjórini kunnu framleiða mjólk til ungar sínar. Eitt annað eyðkenni er, at súgdjór føða livandi ungar, øvugt egg. Øll súgdjór hava hár ella feld, hava heitt blóð og støðugan kropshita, og ungarnir súgva mjólk frá mammuni.

Havsúgdjórini um okkara leiðir eru ofta top-predatorar og hava tískil stóra ávirkan og ein lyklaleiklut í vistskipanini. Tí er neyðugt at kanna støðuna hjá ymsu havsúgdjórastovnunum. Talan kann til dømis vera um tal av djórum, kynsbýti, stødd og aldur. Havstovan kannar og ger stovnsmetingar av grind og springara. Hetta verður gjørt við at skráseta øll dráp og taka ymisk sýni, áðrenn hvalirnir verða skornir upp.

Fyri at finna útav hvussu havsúgdjór ferðast, verða tey merkt við fylgisveina-merkjum. Havstovan hevur seinstu árini merkt grindahval, springara og láturkóp. Harafturat verður kópur taldur kring oyggjarnar 3. hvørt ár. Havstovan luttekur eisini í altjóða hvalakanningum, eitt nú hjá NAMMCO, sum miðjar ímóti at betra um varðveitsluna og umsitingina av havsúgdjórum.

Teljing av hvali

Fyri at gera stovnsmetingar av hvali, í Norðuratlantshavinum, verða hvalateljingar gjørdar undir heitinum NASS (North Atlantic Sightings Survey).
Nammco londini (Føroyar, Ísland, Grønland, Noreg)  hava samskipað hesar teljingar, saman við øðrum londum, ávís ár.

  • 1987: Føroyar, Ísland, Grønland, Noreg og Spania
  • 1989: Føroyar, Ísland, Grønland, Noreg og Spania
  • 1995: Føroyar, Ísland og Noreg
  • 2001: Føroyar, Ísland og Noreg
  • 2007:
    • Trans-NASS:  Føroyar, Ísland, Noreg, Grønland og Kanada
    • CODA: Bretland, Írland, Frakland og Spania
    • SNESSA: USA
  • 2015: Føroyar, Ísland, Grønland og Noreg
  • 2024: Føroyar, Ísland, Grønland og Noreg

Til hvalateljingarnar verða í fyrsta lagi skip brúkt, og í summum førum loftvegis teljing. Teljingar í føroyskum sjóøki, verða gjørdar við skipi. Hvalateljingin verður gjørd um summarið í góðum veðri, í 3-4 vikur. Siglt verður gjøgnum fastlagdar skurðar í ávísum økjum (strata). Øll sløg av hvali skrásetast. Síðani gerst ein stovnmeting av hvørjum hvalaslagi.

Sveivin á avgusti.

Teljing av kópi

Í Føroyum er bert láturkópurin støðufastur. Fyri at gera eina stovnsmeting av láturkópinum í Føroyum, verða kópateljingar gjørdar 3. hvørt ár. Talt verður fram við landi, við báti. Er nógvur kópur at síggja, á ávísum staði, verður ein drona send avstað. Dronan tekur myndir av økinum, so allur kópur í økinum verður taldur við.

Láturkópur í Stóru Dímun.

Merking

Tá boða verður frá grind, kann avgerð takast, at hon skal merkjast. Hetta merkir, at hon ikki verður dripin, men at sendarar (fylgisveina-merkir) verða settir, á summar hvalir í bólkinum. Síðani verður grindin rikin út aftur.
Tað er serliga grindahvalur og skjórutur springari, ið verður merktur í Føroyum.

Merking hevur stóran týdning fyri at fáa innlit í vistfrøðina hjá hvali. Alt eftir hvat fyri slag sendarin er, kann ferðing og kaving hjá hvalinum skrásetast, samstundis sum sendarin mátar hitastig og saltinnihald, í sjógvnum. Hesar upplýsingar kunnu geva okkum eina ábending um t.d. føðigrundarlag og hvussu víða ein hvalastovnur fevnir.

Sendari festur á hornið á skjórutum springara.

Sum við hvali, verður láturkópur eisini merktur, við jøvnum millumbili. Merking av kópi gevur innlit, hvussu kópurin ferðast kring oyggjarnar. Eisini kann merking brúkast til árinskanningar, um inntriv verður gjørt, har kópur ferðast.

Sendari festur á nakkan á láturkópi.

Dálking

Fyri havsúgdjór, ið liggja ovast í føðiketuni, eitt nú hvalur (serliga tannhvalur), er dáking ein sera stórur trupulleiki, tí dákingarevni hópa seg upp, gjøgnum føðiliðini í føðiketuni. Vandamikil dálkingarevni kunnu ávirka t.d. nervalag og nøringina hjá djórum, somuleiðis sum hetta ávirkar okkum menniskju, ið gagnnýta úrdráttir úr havinum til matna.  

Veiða

Í Føroyum er siðvenja at veiða hval, og vit hava hagtøl heilt aftur til ár 1584. Hetta er samstundis ein tann longsta tíðarserian við veiðuhagtølum í heiminum. Føroyingar drepa grindhval og av og á onnur hvalasløg eisini, eitt nú springara. Tvøstið og spikið verður býtt millum fólk eftir serligum mannagongdum, sum sýsluskrivstovurnar skipa fyri. í Føroyum er veiðan ikki vinnulig nú á døgum, men var tað í eitt tíðarskeið, millum annað til lýsiframleiðslu. Saman við vinnuligu veiðuni úti í heimi førdi hetta til, at fleiri hvalastovnar gingu aftur. Støðan er batnað í summum førum, men vit síggja enn avleiðingarnar fyri nakrar stovnar.

Í Føroyum er ongin veiða av kópi. Síðani 2020 hevur verið bannað at drepa kóp í Føroyum.

Grindahvalir, ið hava lagt beinini í Føroyum síðani 1709.

Vanlig havsúgdjór í Føroyum

Nøvn á hvali á ymsum málum

Føroyskt Latín Danskt Enskt Grønlendskt Íslendskt Norskt Týskt '
Atlantsslættibøka Eubalaena glacialis Nordkaper, Biscayahval, Nordhval North Atlantic right whale Sléttbakur, Íslandssléttbakur, Hafurketti Nordkaper, Nordatlantisk retthval Nọrdkaper, Atlantischer Nordkaper Atlantsslættibøka
Avgustur, Spermur Physeter macrocephalus Kaskelot Sperm whale, Cachalot Kigutilissuaq Búrhvalur, Búri Spermhval, Spermasetthval, Trollkval, Kaskelott Pottwal Avgustur, Spermur
Bóghvítuhvalur, Mastrarhvalur, Rovhvalur, Mastrarfiskur, Æðuhvalur, Steyrhvalur Orcinus orca Spækhugger Killer whale, Orca Aarluk Háhyrningur Spekkhogger, Vagn, Staurhval Schwertwal, Orca, Killerwal, Mörderwal Bóghvítuhvalur, Mastrarhvalur, Rovhvalur, Mastrarfiskur, Æðuhvalur, Steyrhvalur
Døglingur Hyperoodon ampullatus Nordlig døgling Northern bottlenose whale, Bottlehead, North Atlantic bottlenose whale Anarnaq Andarnefja Nebbhval, Nordlig nebbhval, Andehval Dögling, Nördlicher Entenwal Døglingur
Enniljósur hvalur Ziphius cavirostris Cuvier's beaked whale, goose-beaked whale Småhovedet hval Blekhodenebbhval Gáshnallur, Skuggnefja, Gæsanefja Enniljósur hvalur
Falsmastrarhvalur Pseudorca crassidens Halvspækhugger False killer whale Halvspekkhogger, Falsk spekkhogger Kleiner Schwertwal Falsmastrarhvalur
Grindahvalur Globicephala melas Grindehval, Langluffet grindehval Pilot whale, Long-finned pilot whale, Pothead whale Niisarnaq Marsvín, Grindhvalur Grindkval, Langsveivet grindhval Grindwal Grindahvalur
Grønlandsslættibøka Balaena mysticetus Grønlandshval Bowhead whale, Greenland right whale, Arctic whale, steeple-top, polar whale Arfivik Norðhvalur, Grænlandssléttbakur, Grænlandshvalur Grønlandshval Grönlandswal Grønlandsslættibøka
Hvessingur Tursiops truncatus Øresvin, Døgling delfin Bottlenose dolphin, Common bottlenose dolphin, Atlantic bottlenose dolphin Stökkull, Dettir Tumler Großer Tümmler Hvessingur
Hvítfiskur Delphinapterus leucas Hvidhval Beluga, White whale, Beluga whale Qilalugaq qaqortaq Mjaldur, Hvíthvalur, Hvítfiskur, Hvítingur Hvithval, Hvitfisk Weisswal Hvítfiskur
Kjafthvítur springari Lagernorhynchus albirostris Hvidnæse White-beaked dolphin, Squidhound Aarluarsuk, ardluarsuk Hnýðingur, Blettahnýðir Hvitnos Weißschnauzendelfin Kjafthvítur springari
Kúlubøka Megaptera novaengliae Pukkelhval Humpback whale Qipoqqaq Hnúfubakur, Hnúðurbakur, Skeljungur Knølhval Buckelwal Kúlubøka
Náhvalur Monodon monoceros Narhval Narwhale Qilalugaq qernertaq Náhvalur Narhval Narwal Náhvalur
Nebbafiskur Balaenoptera physalus Finhval Fin whale, Common rorqual, finback, fin-backed whale, finner, herring whale, razorback Tikaagulliusaq Langreyður Finnhval, Tuvekval, Langarm Finnwal Nebbafiskur
Nísa Phocaena phocaena Marsvin Harbour porpoise, Common porpoise Niisa Hnísa, selhnísa Nise, Havnenise, Vanlig nise Gewöhnlicher Schweinswal Nísa
Rípuspringari Stenella coeruleoalba Stribet delfin Striped dolphin, Streakers Rákahöfrungur, Rákaskoppari Stripedelfin Blau-Weißer Delfin, Streifendelfin Rípuspringari
Rispuspringari Grampus griseus Risso’s delfin, halvgrindehval Risso’s dolphin, grey dolphin Höfrungur rissós Arrdelfin Rundkopfdelfin Rispuspringari
Royður Balaenoptera musculus Blåhval Blue whale Tunnulik Steypireyður Blåhval Blauwal Royður
Seiðhvalur Balaenoptera borealis Sejhval Seiwhale Tikaagulliusaarnaq Sandreyður Seihval Seiwal Seiðhvalur
Sildreki Balaenoptera acutorostrata Vågehval, Sildepisker Common minke whale, Northern minke whale, lesser rorqual, little piked whale, pikehead, sharp headed finner Tikaagullik Hrefna, hrafnreyður, hrafnhvalur Vågehval, Nordleg vågekval Zwergwal Sildreki
Skjórutur springari Lagenorhynchus acutis Hvidskæving, Hvidside Atlantic white-sided dolphin Aarluarsuk Leiftur, Leifturhnýðir Kvitskjeving Weißseitendelfin Skjórutur springari
Smáavgustur Kogia sima Almindelig dværgkaskelot Dwarf sperm whale Kleiner Pottwal Smáavgustur
Spísshvalur Mesoplodon bidens Næbhval, Almindelig næbhval Sowerby's beaked whale, North Atlantic beaked whale, North Sea beaked whale Norðsnjáldri, Svínhvalur Spisshval, Nordspisshval Sowerby-Zweizahnwal, Nordsee-Schnabelwal, Flosser Spísshvalur
Vangagulur springari Delphinus Delphis Almindelig delfin, Kortnæbbet almindelig delfin Common dolphin Léttir, Eiginlegur höfrungur Gulflankedelfin, Vanleg delfin Gemeiner delfin, Gewöhnlicher Delfin Vangagulur springari
Generated by wpDataTables

Nøvn á kópi á ymsum málum

Føroyskt Latín Danskt Enskt Grønlendskt Íslendskt Norskt Týskt '
Bløðrukópur Cystophora cristata Klapmyds Hooded seal, Bladdernose seal Natsersuaq Blöðuselur Klappmyss Klappmütze, Klappmützenrobbe, Mützenrobbe Bløðrukópur
Granarkópur Erignathus barbatus Remmesæl Bearded seal, Square flipper seal Ussuk Kampselur, Granselur, Kampur Storkobbe, Blåsel, Bartesel Bartrobbe Granarkópur
Grønlandskópur Placophilus Groenlandicus Grønlandsæl Harp seal, Greenland seal, Saddle seal, Saddleback seal Aataaq Vöðuselur Grønlandssel, Russekobbe Sattelrobbe Grønlandskópur
Láturkópur Halichoerus grypus Gråsæl Gray seal Sigguttoq Útselur Havert, Gråsel, Havkobbe Kägelrobbe Láturkópur
Ringkópur Pusa Hispida Ringsæl Ringed seal Natseq Hringnóri Ringsel, Snadd Ringelrobbe Ringkópur
Roysningur Opobenus rosmarus Hvalros Walrus Aaveq Rostungur, rosmhvalur Hvalross Walross Roysningur
Steinkópur Phoca vitulina Spættet sæl, Spraglet sæl Harbous seal, Common seal Qasigiaq Landsselur Steinkobbe, Fjordsel Seehund Steinkópur
Generated by wpDataTables

Útflyta tvøst og spik

Skalt tú útflyta tvøst og spik, má serligt loyvi til tess. Fyll umsóknarblaðið út og lat inn.

Viðkomandi tíðindi

Springarar ferðast tvørtur um Atlantshavið

16.12.2025

Við GPS-loggarum hava vit á fyrsta sinni fingið innlit í, hvussu ferðingarmynstrið hjá springarum, sum eru merktir á føroyska landgrunninum, er. Hesi …

Merktu grindirnar støðufastar

19.11.2024

Enn riggar ein sendari á hvørjum av grindunum, sum vórðu merktar á Fuglafirði 3. september og á Klaksvík 16. september. Hvørgin av merktu grindunum ha…

Merktur grindahvalur kavar djúpt

25.10.2024

Tann merkti grindahvalurin úr Fuglafirði, hvørs sendari enn riggar, hevur kavað niður á yvir 1100 metra dýpi. Hetta er djypsta kav, ið er skrásett fyr…

Merkt grind ferðast støðugt suðureftir

15.10.2024

Grindin, ið varð merkt á Klaksvík fyri mánaði síðan, ferðast uttan íhald og støðugt suðureftir. Teinurin, hon hevur ferðast, er 1200 fjórðingar, og er…

Merkt grind á Føroyabanka

07.10.2024

Tann merkta grindin úr Fuglafirði hevur nú verið ein túr á Føroyabanka. Eftir at grindin mundi møtt merktu klaksvíksgrindini á Hattonbanka fyri viku s…

Merktu grindirnar tætt saman

27.09.2024

Tað var um reppið, at báðar merktu grindirnar møttust á Hatton bankanum, 300 fjórðingar sunnan fyri Føroyar. Men grindirnar heilsaðu kortini ikki upp …

Nú eru tvær merktar grindir

19.09.2024

Hin 16. september var ein lítil grind á 20 hval merkt á Klaksvík. Við sera góðari hjálp frá fólki á bátum og á landi var grindin hildin til, og fylgis…

Merktu grind í Klaksvík

17.09.2024

Mánamorgunin 16. september lá ein lítil grind á Pollinum í Klaksvík. Av tí at kaggarnir í Norðoyggjum og Eysturoy vóru fullir, varð avgjørt at merkja …

Merkta grindin sunnan fyri Rockall

12.09.2024

Grindahvalirnir, ið vórðu merktir á Fuglafirði 3. september, hava hildið kósina suðureftir, og eru nú komnir suður um Rockall. Hvalirnir ferðaðust fyr…

Merkta grindin farin suður í Bankarennuna

06.09.2024

Grindahvalirnir, ið vórðu merktir á Fuglafirði 3. september, vóru fyrstu náttina í Kallsoyarfirði, men hava síðan ferðast suðureftir, suður á Munkagru…

Hvalateljingarnar 2024 lidnar

25.07.2024

Í summar hava Jákup Sverri og Ran luttikið í altjóða hvalateljingum í Norðuratlantshavi. Teljingarnar eru nú lidnar, og eru skipini bæði komin til lan…

Telja hval á sjeynda sinni

01.07.2024

Føroyar luttaka í summar í altjóða hvalateljing saman við Grønlandi, Íslandi og Noregi. Endamálið er at telja hval so víða um í Norðuratlantshavi sum …

Tað seinasta frá merktu grindahvalunum

29.11.2023

Nú eru allir sendararnir, ið Havstovan festi á grindahvalir í summar, sløknaðir. Tað longsta sambandið vardi 85 dagar. Tríggjar merkingar vóru. Tvær í…

Springari á Kappanum

27.11.2023

Ein springari, ið Havstovan merkti í Norðragøtu 30. august, hevur ferðast longu leiðina til Eysturgrønlands, og er nú í ein landsynning úr Kappanum. H…

Nú síggjast nósar

26.09.2023

Eyðkendu hvítu nósarnir, ið av og á síggjast søkja sær skjól inn á firðum og sundum um heystið, deila óhepnu støðuna at verða skolaðir út av látrum. S…

Nýtt frá merktu springarunum

20.09.2023

Havstovan hevur í summar merkt springarar í trimum umførum; fimm springarar í Fuglafirði 10. juni, tveir springarar á Leynasandi 27. august, og tveir …

Nýtt frá merktu grindahvalunum

20.09.2023

Havstovan hevur merkt tvær grindir í summar, báðar á Sandavági. 26. juni var ein hvalur merktur og 19. juli vóru fimm hvalir merktir. Umframt vóru tve…

Merkta grindin ferðast suðureftir

21.07.2023

Við góðari hjálp frá sýslumanni, grindaformonnum og fólki annars á báti og sandi, varð ein grind merkt í Sandavági mikudagin 19. juli 2023. Ein bólkur…

Ein springari norðarlaga í Hetlandsrennuni

21.07.2023

Nú 40 dagar eru farnir síðani springararnir vórðu merktir í Fuglafirði, er tann eini springarin farin norðureftir í hellingini, eystaru megin Hetlands…

Ferðing hjá springarunum í ein mánað

12.07.2023

Nú er ein mánaði fráliðin síðani springararnir vórðu merktir í Fuglafirði. Tveir sendarar virka enn. Hesir báðir springararnir fóru beinanvegin frá hv…

Allir springararnir sunnanfyri

20.06.2023

Springararnir, ið vóru merktir á Fuglafirði fyri góðari viku síðani, hava mestu tíðina hildið til í Hetlandsrennuni. Tann eini merkti springarin, ið á…

Merktu springararnir fylgjast ikki

13.06.2023

Springaranir, ið vóru merktir á Fuglafirði leygardagin 10. juni 2023 eru farnir sundur í tveir bólkar. Við góðari hjálp frá bátum og fólki á staðnum, …

TOPLINK – sambinding millum lond, hvalastovnar, granskarar og fólk í nærumhvørvum

21.03.2023

TOPLINK verkætlanin, ið Havstovuni luttekur í, er eitt samstarv millum Føroyar og Grønland, har endamálið er at nema meira vitan um grindahval, bóghví…

Ráðstevna og kokkaverkstova um hval og kóp

30.09.2022

Í døgunum 5. og 6. oktober verður Norðurlandahúsið karmur um eina ráðstevnu, og eina matmentanarliga verkstovu, har ljós verður varpað á hval og kóp s…

Springarin farin til stroks

28.09.2022

Tann eini merkti springarin, sum fyri viku síðan var komin suður um Íslandsryggin, er nú farin beina kós vestureftir. Hann er farin tvørtur um Reykjan…

Merktu springararnir farnir í ymsar ættir

09.09.2022

Springararnir, ið vóru merktir á Fuglafirði leygardagin 3. september 2022, og sum eftirfylgjandi fóru norður um oyggjarnar, eru farnir í ymsar ættir. …

Teir merktu springararnir eru nú norðanfyri

05.09.2022

Springararnir, ið vórðu merktir í Fuglafirði leygardagin 3. september 2022, eru farnir norð um oyggjarnar. Við góðari hjálp frá bátum, umframt skótum …

Viðkomandi verkætlanir