{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit
Tú ert her

Fingið ein merktan fisk?

Ert tú so heppin at hava fingið ein merktan fisk, so vinarliga lat okkum merkið og fiskin. Tú fært góðan kiloprís fyri fiskin, umframt finningarløn og lutaseðlar, har tú verður við í einum árligum lutakasti um 12.500 kr.

Neyðugar upplýsingar

Fyri at útgjalda samsýningina fyri fiskin og finningarløn fyri merkið, tørvar okkum fylgjandi upplýsingar um innsendaran:

Vit vilja sjálvsagt eisini hava upplýsingar um fiskin, harímillum hvar, nær og hvussu hann varð fiskaður:

Um ávísir upplýsingar, so sum fiskidato ella ein neyv positión, ikki eru tøkar, so kann eitt nú landingardato upplýsast ístaðin. Fáar upplýsingar eru betri enn ongar. Hædd er tikin fyri hesum í oyðublaðnum. Tó sóknast vit eftir so neyvum upplýsingum sum gjørligt.

Nýt gjarna oyðublaðið til merktan fisk at útfylla hesar upplýsingarnar (sí niðanfyri).

Tú ert vælkomin at prenta oyðublaðið út og skriva í tað, áðrenn tú kemur á Havstovuna við merkta fiskinum. Um ikki, fylla vit oyðublaðið út í felag, tá tú kemur á Havstovuna.

Samsýning og lutakast

Lutakast er hvørt heyst um 12.500 kr., og allir innsendarar í Føroyum — undantikið starvsfólk hjá Havstovuni — luttaka í lutakastinum.

Samsýningin er bæði peningur og lutaseðlar.

Fyri eitt vanligt sonevnt “spagettimerki” fáast 50 kr. og 1 lutaseðil. Um fiskurin eisini verður latin Havstovuni, fáast 125 kr. og 3 luta­seðlar, um­framt kiloprísur fyri fiskin.

Fyri goymslumerki fáast 125 kr. og 1 lutaseðil. Um fiskurin eisini verður latin Havstovuni, fáast 375 kr. og 3 lutaseðlar, umframt kiloprísur fyri fiskin.


Um merkið ikki er av føroyskum uppruna, kann tað eisini latast Havstovuni. Vit senda upplýsingarnar um merkið og fiskin víðari til viðkomandi granskingarstovn.


Ert tú komin fram á merktan sjófugl?

Um tú bert eyga við ein sjófugl, ið er merktur við ringi ella loggara, kanst tú boða Havstovuni frá hesum við at senda ein teldupost til hav@hav.fo. Best er, um vit fáa allan fuglin, men um hetta ikki ber til, er altavgerandi at ringur og/ella loggari verður latin Havstovuni.

Havstovan hevur í nøkur ár merkt sjófugl við loggarum. Úrslit frá hesum merkingunum og líknandi merkingum hjá øðrum londum, kunnu millum annað síggjast á síðuni SEATRACK.

Viðkomandi tíðindi

Merktu grindirnar tætt saman

27.09.2024

Tað var um reppið, at báðar merktu grindirnar møttust á Hatton bankanum, 300 fjórðingar sunnan fyri Føroyar. Men grindirnar heilsaðu kortini ikki upp …

Merktu grind í Klaksvík

17.09.2024

Mánamorgunin 16. september lá ein lítil grind á Pollinum í Klaksvík. Av tí at kaggarnir í Norðoyggjum og Eysturoy vóru fullir, varð avgjørt at merkja …

Merkta grindin sunnan fyri Rockall

12.09.2024

Grindahvalirnir, ið vórðu merktir á Fuglafirði 3. september, hava hildið kósina suðureftir, og eru nú komnir suður um Rockall. Hvalirnir ferðaðust fyr…

Merkta grindin farin suður í Bankarennuna

06.09.2024

Grindahvalirnir, ið vórðu merktir á Fuglafirði 3. september, vóru fyrstu náttina í Kallsoyarfirði, men hava síðan ferðast suðureftir, suður á Munkagru…

Tað seinasta frá merktu grindahvalunum

29.11.2023

Nú eru allir sendararnir, ið Havstovan festi á grindahvalir í summar, sløknaðir. Tað longsta sambandið vardi 85 dagar. Tríggjar merkingar vóru. Tvær í…

Springari á Kappanum

27.11.2023

Ein springari, ið Havstovan merkti í Norðragøtu 30. august, hevur ferðast longu leiðina til Eysturgrønlands, og er nú í ein landsynning úr Kappanum. H…

Merking av fiski á Føroyabanka

13.10.2023

Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl a…

Nýtt frá merktu springarunum

20.09.2023

Havstovan hevur í summar merkt springarar í trimum umførum; fimm springarar í Fuglafirði 10. juni, tveir springarar á Leynasandi 27. august, og tveir …