{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Silvurmurtur

Gadiculus argenteus thori

Silvurmurtur hevur tríggjar ryggfjaðrar, tvær gotfjaðrar, ið eru eitt sindur størri enn ryggfjaðrarnar. Hann hevur smáar búkfjaðrar og smáar uggafjaðrar. Hann hevur ikki finnu. Strikan er næstan bein, ein lítil bogi er oman fyri uggafjøðurina. Hann hevur undirbit, nógv upprendan, næstan loddrættan kjaft. 7 djúpar kullur eru niður í skallan.

Útbreiðsla

Silvurmurtur er frá Norðkapp og Íslandi til Skagerrak og Biskeiavíkina. Undir Føroyum er hann í øllum hellingunum og nakað inn á grunnin. Á Lúsabanka er nógvur silvurmurtur viðhvørt.

Stødd

Silvurmurtur verður upp í góðar 19 cm, vanliga um 8-11 cm langur.

Dýpi

Hann er úr 60 metra dýpi niður á 1000 metra dýpi.

Litur

Á livandi fiski er liturin kámur silvurlitur, og hann er dimt spølutur um høvd og bak. Á trolveiddum fiski er roðslan oftast avfarin, og hann er tí gráligur, kámur og glærur.

Eyðkenni

Hann minnir um hvítingsbróður. Serligt fyri silvurmurt eru tær sjey slímkullurnar niður í skallan, støddin og kámi liturin.

Týdningur

Nakað av silvurmurti fæst sum hjáveiða í ídnaðarfiskiskapinum, men annars hevur hann ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Silvurmurtur
Lat:Gadiculus argenteus thori, Gadiculus thori
Dan:Sølvtorsk
Eng:Silvery pout, Silvery cod
Fin:Hopeaturska
Fra:Gadicule argentée, Gadicule, Merlan argenté
Ísl:Silfurkóð
Ita:Pesce fico
Nor:Sølvtorsk
Pol:Slepior
Por:Badejinho
Rus:Bolsheglazaya tresochka, Gadicul
Spa:Faneca plateada
Sve:Nordlig silvertorsk, Silvertorsk
Týs:Silberdorsch

Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

15.05.2024

Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…