Vevmyndir úr lundaholum í Skúvoynni
Havstovan hevur í nøkur ár fylgt við gongdini í lundaholum í Skúvoynni við vevmyndatólum. Fyrstu royndirnar vórðu gjørdar í 2005. 15 lundaholur eru gjørdar úr plastikkrørum, og í hvørjum reiðri stendur eitt vevkamera við sambandi til eina teldu, sum varðveitir upptøkurnar. Eitt kamera vísir eisini lundan, sum situr i lundalandinum, har einar 50 holur eru. Beinleiðis stroyming úr reiðrunum og lundalandinum í Byrgisbakka sæst við at trýsta her. (Set myndagóðskuna á HD).
Tað komu fáar pisur undan tey fyrstu árini, men síðani 2014 hevur gingist betur. Í 2010 og 2011 rýmdu lundarnir frá eggunum, so ongin pisa kom út. Í 2012 komu 6 pisur út, men 5 av teimum doyðu, tá ið tær vóru nakrar fáar dagar gamlar, so bert tann eina varð floygd. Í 2013 komu 4 pisur út, og ein bleiv floygd.
Í fjør vurpu 12 lundar og allar pisurnar blivu floygdar. Í summar vurpu eisini 12 lundar, men tað gekk ikki so væl, sum í fjør. Í trimum reiðrum kom ongin pisa, hóast lundarnir vermdu eggini mestu tíðina. Í hinum 9 reiðrunum klaktust øll eggini, men ein pisa doyði. Hinar pisurnar hava klárað seg væl, og tær fyrstu tvær vórðu floygdar 7. august, sum er vanlig tíð. Enn eru 5 pisur eftir, og tær fara av stað um nakrar fáar dagar, sum er eitt sindur seinni enn vanligt.
Tað hevur verið sera ymiskt, hvussu nógvur lundi hevur sitið í bakkanum. Teir flestu dagarnar hevur ongin sitið, men so hava dagar verið, har nógvur lundi hevur sitið, serliga út á kvøldið og heilt til tað skýmdi.
Føðin hevur verið sera smátt yngul, serliga av nebbasild, men eitt sindur av størri nebbasild hevur eisini verið at sæð.
Ein onnur kanning í Skúgvi gevur eisini eina ábernding um støðuna hjá lundapisunum. Ljósloggarar verða settir á vaksnan lunda fyri at kanna, hvar lundin er um veturin. Til hetta endamálið hava vit 35 talmerkt reiður, sum verða kannað nakrar ferðir á hvørjum ári, og skrásett verður m.a. um pisur eru í reiðrunum. Í fjør vóru 17 pisur, og í summar vóru 13 pisur, so eisini her gekst heldur verri enn í fjør.
Viðkomandi tíðindi
Vevmyndir úr lundaholum í Skúvoynni
19.07.2022
Havstovan hevur í nøkur ár fylgt við gongdini í lundaholum í Skúvoynni við vevmyndatólum. Fyrstu royndirnar vórðu gjørdar í 2005. 15 lundaholur eru gj…
Vevmyndir úr lundaholum í Skúvoynni
19.08.2021
Havstovan hevur í nøkur ár fylgt við gongdini í lundaholum í Skúvoynni við vevmyndatólum. Fyrstu royndirnar vórðu gjørdar í 2005. 15 lundaholur eru gj…
Seinasta lundapisan klár at fara
01.09.2017
Nú er seinasta pisan í Byrgisbakka í Skúgvi klár at fara; bara eitt sindur av dúni er eftir á høvdinum. Tað er lítil friður á henni. Hon snøggar fjaðr…
Pisurnar doyggja í hungri
07.11.2013
Nebbasildin, sum er besta føðin hjá lundanum, hevur svikið so dyggiliga, at stórur partur av lundanum verpur als ikki ella gevst at verma, áðrenn pisa…