{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Halahvassa skøta

Bathyraja spinicauda

Kropsskivan á skøtuni er heldur styttri enn breiddin millum ravaendarnar. Halin er styttri enn longdin á kropsskivuni. Gronin er nakað spísk, næstan í røttum vinkli, og er 3-4 ferðir longri enn breiddin millum eyguni. Hon hevur stórar, ljósar píkar eftir miðjuni á halanum frá hálvum gotfjaðrunum og aftur til fremru ryggfjøður, umleið 20-26 píkar. Ein stórur píkur er millum ryggfjaðrarnar. Eingir stórir píkar eru aðrastaðni á bakinum. Bakið er hvast av smáum píkum, serliga eftir miðjuni og á halanum. Undir búkinum er hon sløtt.

Útbreiðsla

Halahvassa skøta er í køldu høvunum norðanfyri, undir Vesturgrønlandi, Eysturgrønlandi, undir Íslandi, Føroyum, Hetlandi og upp við norsku strondini til Hvítahavið og Svalbarðs. Vestanfyri í Atlantshavinum er hon av George Banka í Davisfjørðin. Undir Føroyum er hon rættiliga vanlig á Íslandsrygginum, í hellingini eystanfyri og á Munkagrunninum, á 400-500 metra dýpi. Hon er eisini á Bankarygginum.

Stødd

Halahvassa skøta verður upp í umleið 170 cm.

Dýpi

Hon er úr 140 m niður á 1030 metra dýpi.

Litur

Á bakinum er hon ljósabrúnlig til ljósagráblá-brúngrá, onkuntíð næstan svørt. Undir búkinum er hon mjólkarhvít, ofta við ójøvnum gráligum liti fram við ravakantunum og við gotið. Undir halanum er hon oftast sprøklut grá/hvít.

Eyðkenni

Píkar eru bert á halanum.

Týdningur

Halahvassa skøta verður avreidd sum onnur skøta.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Halahvassa skøta
Lat:Bathyraja spinicauda, Raja spinicauda
Dan:Tornhalet rokke, Gråskade
Eng:Spiny-tailed skate, Spinetail ray
Fra:Raie à queue épineuse
Grø:Tarraleqisaaq
Ísl:Maríuskata
Ned:Groenlandse rog
Nor:Gråskate
Pol:Raja grenlandzka
Por:Raia-da-Gronelândia
Rus:Šipochovstyj skat
Spa:Raya ferreiro
Sve:Taggsvansrocka, Grårocka, Taggstjärtad rocka
Týs:Grönlandsrochen
USA:Spinytail skate

Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

15.05.2024

Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…