Jeffreysar stubbi
Buenia jeffreysii
Høvdið er breitt og lágt. Gronin er styttri enn eygnatvørmátið, og eyguni sita so tætt saman, at tey bera næstan saman. Hann hevur tvær ryggfjaðrar. Á siljafiskum er annar teinur í fremru ryggfjøður hægri enn hinir og stingur berur upp úr fjøðurini. Fremra ryggfjøður er hægri enn aftara, og aftara er longri, eins long og gotfjøðurin. Búkfjøðurin kemur aftur til aftara enda á uggafjøðurini. Uggafjøðurin er væl rundað, ein evars lítil spíssur er tó aftureftir. Sterturin er rundaður. Umleið 30 roðslur eru aftur eftir miðjuni og 7-8 frá fremst á aftaru ryggfjøður og niður til gotfjøðurina.
Útbreiðsla
Jeffreysar stubbi tykist at vera sjáldsamur fiskur undir Føroyum eins og aðrastaðni. Hann er fingin norðast í Biskeiavíkini, undir Íslandi (ikki á Norðurlandinum). Í norðara parti av Norðsjónum, við Útsynningsnoreg og í Skagerrak, norðantil og vestantil við Bretsku Oyggjarnar til syðra part av Ermarsundi.
Stødd
Jeffreysar stubbi verður upp í 6 cm langur.
Dýpi
Hann er úr 5 m niður á 350 metra dýpi, oftast á grótbotni, leirbotni ella sandbotni.
Litur
Hann er grønligur til rustbrúnur við 4-5 myrkum blettum eftir síðunum. Ryggfjaðrarnar eru blágráar við dimmum tvørstrikum.
Eyðkenni
Støddin og liturin. Blettirnir.
Týdningur
Hann hevur ikki vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
Før: | Jeffreysar stubbi |
Lat: | Buenia jeffreysii |
Dan: | Jeffreys kutling, Jeffrey’s kutling |
Eng: | Jeffrey’s goby |
Fra: | Gobie de Jeffreys |
Ísl: | Jeffreys kýtlingur |
Nor: | Piggkutling |
Pol: | Babka rdzawa |
Sve: | Jeffreys smörbult |
Týs: | Jeffrey-Grundel, Jeffrey’sche Grundel |
Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi
Meir av toski og nógv av hýsu
Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nøgdin er tó enn væl undir…
Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár
Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið millum tað allarbesta, ið Havstovan nakrantíð hevur mátað.…
Jákup Sverri aftur av makreltúri
Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarnar, verður felags túrfrágreiðing skrivað. Viðkomandi tíðindi
Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum
Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at djóraæti kann nørast og…