{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Ælabogasíl

Oncorhynchus mykiss

Líkist øðrum laksafiskum. Lítið høvd, stóran stert, eina ryggfjøður, eina fitifjøður, eina gotfjøður. Búkfjaðrarnar eru umleið mitt undir ryggfjøðurini. Uggafjaðrarnar eru niðarlaga fremst á ugganum. Mest sum beina striku aftur eftir síðunum.

Útbreiðsla

Eins og síl, so er ælabogasílið í áum, vøtnum og í sjónum. Upprunaliga hoyrir ælabogasílið heima í norðara parti av Kyrrahavinum, men tað er serliga vælegnað til aling og er tí nú á døgum mest sum um allan heimin. Tað verður alið, og eisini verða tey sett út í ymisk vøtn til frítíðarfiskarar, ella tey sleppa úr alibrúkunum. Ælabogasíl gýtir ikki natúrliga í Føroyum.

Stødd

Í Evropa verða tey upp í umleið 80 cm long, men í upprunalondunum kunnu tey verða upp í 120 cm.

Dýpi

Úr vatnskorpuni niður á minst 40 metra dýpi í djúpum vøtnum.

Litur

Hetta sílaslagið er dimt um bakið, ljóst, blankt um síðurnar og hvítligt undir búkinum. Nógvar smáar, dimmar blettir um kroppin, høvdið, stertin og ryggfjøðurina. Eitt ljóst reydligt band er eftir síðunum. Tey, sum liva í sjónum, á enskum nevnd ‘steelheads’, eru blonk sum sjósíl, men reydligi liturin um síðurnar sæst tó væl.

Eyðkenni

Reyðvióllitt band eftir síðunum. Nógvu dimmu blettirnir á høvdinum, kroppinum, ryggfjøðurini og á stertinum.

Týdningur

Í Føroyum og Evropa annars hevur ælabogasílið stóran týdning í alivinnuni.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Ælabogasíl
Lat:Oncorhynchus mykiss, Salmo gairdneri
Ala:Mayu’artaq
Dan:Regnbueørred, Steelhead, Stålhovedørred
Eng:Rainbow trout
Fin:Kirjolohi, Satunkaarirauta, Teräsääokirjolohi
Fra:Truite Arc en ciel
Gri:Pestropha
Ísl:Regnbogasílungur
Ita:Trota Iridea
Jap:Nijimasu, Masu
Ned:Regenboogforel
Nor:Regnbueørret, Regnbueaure
Por:Truta Arco Iris
Rus:Raduzhnaya forel
Spa:Trucha Arco Iris
Sve:Regnbågsöring, Regnbaagsforell, Stålhuvudøring
Týs:Regenbogenforelle, Stahlkopfforelle

Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

15.05.2024

Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…