{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit
Tú ert her

Stovnsmeting

Ein týdningarmikil uppgáva hjá Havstovuni er at meta um livandi tilfeingið undir Føroyum og við støði í hesum at ráðgeva um, hvussu vit troyta tilfeingið skilagott – tað vil siga, soleiðis at vit fáa sum mest burturúr, men uttan at ganga tilfeinginum ov nær.

Havrannsóknarráðið, ICES , er óheftur, millumtjóða stovnur. ICES samskipar stovnsmetingar, veitir trygd fyri, at tær eru á høgum vísindaligum stigi og við støði í tí ráðgevur ICES um tilmælda fiskiveiðu. Ráðgevingin frá Havstovuni er grundað á ICES-tilmæli.

Fyri at stovnsmetingar skulu vera so álítandi sum møguligt, er neyðugt við umfatandi kanningum av veiðu, fiskiskapi og lívfrøði hjá fiskastovnunum.

Stovnsmeting í stuttum

Ein full stovnsmeting er eitt roknistykki, sum sigur, hvussu nógvir t.d. toskar eru  á føroyska Landgrunninum. Hesir toskar verða mettir sum ein stovnur, og samlaða vektin av hesum stovni (biomassin) er í høvuðsheitum stýrd av tilgongd, vøkstri og deyða, sí Mynd. Hesir avgerandi faktorar vera brúktir til at meta um, hvussu stórur stovnurin er og hevur verið.

Myndin er sett upp sum eitt slag av roknskapi við eini inntøkusíðu (+) og eini útreiðslusíðu (-), og í stovnsmetingum er tað júst tað, ið fiskifrøðingar gera – fyri hvørt árið at føra roknskap yvir, hvat ið kemur inn í stovnin, og hvat fer út.

4 høvuðsviðurskifti ávirka støddina á einum fiskastovni.

Tilgongd og vøkstur økja um stovnsstøddina. Tilgongd er tað nýggja ættarliðið, sum hvørt ár kemur inn í fiskiskapin. Fyri at tryggja góða tilgongd, má gýtingarstovnurin vera nóg væl fyri. Tann einstaki fiskurin veksur seg størri hvørt ár, og framleiðslan til stovnin er samlaði vøksturin hjá øllum einstøku fiskunum.

Deyði minkar um stovnsstøddina. Deyða býta vit upp í natúrligan deyða og fiskideyða. Natúrligur deyði er av elli, sjúku ella tí, at fiskurin verður etin av øðrum, meðan fiskideyði rakar teir fiskar, ið verða fiskaðir.

Fiskideyði er tann einasti faktorurin av hesum fýra, sum vit menniskju kunnu stýra.

Grundtøl í stovnsmeting

Pyramidan niðanfyri vísir, hvørji tøl liggja sum grund, tá stovnsmetingar verða gjørdar. Høvuðsparturin er tøl beinleiðis frá vinnuligum fiskiskapi. Tøl frá rannsóknartúrum verða brúkt til at lýsa hvussu stovnsstødd broytist frá ári til árs. Eisini verða rannsóknartøl brúkt til at siga nær fiskur er gýtingarførur, tí landaður fiskur er aloftast kruvdur, tá hann kemur í land. Hagtølini frá vinnuni og rannsóknarskipum verða til seinast nýtt í stovsmetingarmyndlum.

Ymsu stigini, tá sýni verða tikin av veiðu

Tað er bert fiskur, sum kemur upp undan vatnskorpuni, sum vit kunnu kanna. Tí er av alstórum týdningi, at kannaði fiskurin er umboðandi fyri veiðuna. Sýnistøkan av ymiskum fiskasløgum verður tilrættaløgd soleiðis, at hon í best møguligan mun umboðar fiskiskapin í mun til skipabólkar, veiðuøki og tíð á árinum. Til dømis tá stovnsmeting av toski á føroyska landgrunninum verður gjørd, vilja vit hava umboðandi tøl, tí tað er ikki nóg mikið at taka sýni frá línuskipum tríggjar mánaðir um várið vestanfyri, tí vit vita at aðrir skipabólkar eisini fiska tosk, og at hann verður fiskaður alt árið og um stóran part av Landgrunninum. Hetta má endurspeglast í sýnistøkuni.

Lívfrøðilig sýni verða vanliga tikin av veiðuni, tá skip landa. Havstovan hevur sýnistakarar, sum taka sýni á t.d. Norðfra í Leirvík, á Faroe Origin í Runavík, á Kósini í Klaksvík og á Bacalao í Tórshavn.

Fyri at lætta um hjá bæði sýnistakarum og granskarum, brúka flestu sýnistakararnir flytiligar mátiskipanir, sum skráseta upplýsingarnar beinleiðis á teldu.

Sýnistøka av einum fiskasýni kann lýsast soleiðis:

Fyrst verða nøkur kør av fiski tilvildarliga vald út til at taka sýni av. So verða upplýsingar um sýnið sjálvt skrásett, so sum fiskaslag, fiskiskip, fiskidagur og fiskiøki.

So byrja mátingarnar av hvørjum einstøkum fiski. Sýnistakarin tekur tilvildarliga valdar fiskar, og fyrsta stigið er at longdarmáta teir. Síðani verður fiskurin vigaður. Upp til 200 fiskar verða longdarmátaðir og vigaðir í hvørjum sýni. Er talan um t.d. uppsjóvarfisk, er fiskurin ikki kruvdur, og tískil kunnu vit eisini staðfesta kyn og kynsbúningarstig.

Nakrir fiskar skulu eisini aldursgreinast og tí verða nytrur tiknar, tí aldurin á flestu fiskum kann teljast á nytruni. So hvørt sum fiskurin veksur, veksur nytran eisini, men um veturin legst eitt øðrvísi tilfar í nytruna enn um summarið. Aldurin verður funnin við at telja vetrarringarnar, á sama hátt sum aldurin á einum træi verður funnin við at telja árringar. Nytrurnar liggja í eini skál undir heilanum á toskinum og eru partur av javnvágsentrinum. Nytrurnar verða tiknar úr, og tá tær eru komnar á Havstovuna, verða nytrur av t.d. toskistoyptar í svart plast, soleiðis at miðjan av nytruni kann sagast burturúr. Vit fáa tá eina tunna flís við øllum árringunum, sum kunnu teljast, tá flísin verður løgd undir sjóneyku. Silda- og gulllaksanytrur, t.d., sum eru rættiliga tunnar, verða hinvegin lisnar heilar.

Aldursgreiningin er týdningarmesta kanningin til eina aldursbaseraða stovnsmeting, men av tí at aldursgreiningar eru tíðarkrevjandi og sostatt eisini kostnaðarmiklar, verður bert partur av sýninum aldursgreinaður – tískil verður á nøkrum sýnum bert longd og vekt skrásett. Av tí at samband er millum fiskalongd, vekt og fiskaaldur, kann hetta sambandið nýtast til at „umseta“ eitt nógv størri tilfar av longdarmátum ella vektmátum til sannlíkan fiskaaldur. Tá sýni eru fingin fyri alla veiðuna, tvs. umboðandi allan fiskiskap, øll øki og alt árið, so verða t.d. hesi longdar-aldur sambond uppskalerað til alla veiðuna, og landaða veiðan verður uppgjørd sum tal av fiski í hvørjum aldursbólki. So, sýni av veiðuni hjá fiskiflotanum er høvuðsgrundarlagið undir stovnsmetingini.

Heildarveiða

Heildarveiðan er nøgd av landaðum fiski tilsamans og er soleiðis eitt beinleiðis mát fyri, hvat er tikið úr fiskastovninum í einum ári. Heildarveiðan verður brúkt nógvastaðni, t.d. tá Vørn fylgir loyvdari veiðu, tá mett verður um búskaparstøðuna og, ikki minst, tá um stovnsmetingar ræður. Kanska óneyðugt at siga, so er av alstórum týdningi, at tølini fyri heildarveiðu eru røtt. Eru týðandi skeivleikar í heildarveiðuni, so er eisini mest týðandi taltilfarið til stovnsmetingina skeivt, og øll fylgjandi úrslit verða hareftir.

Gongdin í stovnunum

Vit brúka „veiðu upp á roynd“ til at fáa eitt mát fyri gongdina í fiskastovninum í lutfalsligum tølum – altso, um uppgongd ella niðurgongd er í stovnstøddini samanborið við undanfarnu árini. Helst vilja vit brúka tøl, sum eru óheft av vinnuliga fiskiskapinum, og tí verða úrslit frá rannsóknarskipum ofta brúkt. Um tøl frá rannsóknarskipum ikki eru umboðandi, verður ein „veiða upp á roynd“ frá fiskiflotanum nýtt ístaðin. Tey grundtølini fáast frá veiðudagbókunum, sum fiskiskipini lata Vørn. Eisini her er alneyðugt at dagbókin er rætt førd. Hjá trolarum verður „veiða upp á roynd“ fyri fisk roknað sum t.d. kg hvønn troltíma, og hjá línuskipum sum kg fyri hvørjar 1000 húkar. Til at lýsa gongdina í stovnunum av t.d. norðhavssild og svartkjafti verða akustiskar kanningar nýttar, har akustiski bakslátturin verður umsettur til eitt vísital fyri stovnsstødd.

Gýtingarførur fiskur

Fleiri av okkara týdningarmiklastu fiskasløgum verða kruvd umborð á fiskiskipinum, t.d. toskur, hýsa og upsi. Hetta merkir, at tá sýni verða tikin, vita vit ikki hvør var kall ella kvenn fiskur, ella hvussu langt teir vóru komnir í kynsbúningini. Henda vitanin kemur ístaðin frá fiskirannsóknum. Fyri tosk, hýsu og upsa, sum øll gýta um várið, verða kynsbúningarúrslit frá yvirlitstrolingum hjá Jákup Sverra á  Landgrunninum í februar-mars brúkt. Tá rundur fiskur verður landaður, ber til at skráseta bæði kyn og búning beinleiðis. Hetta er m.a. galdandi fyri norðhavssild, makrel, svartkjaft og gulllaks. Kynsbúningin sigur um hetta er óbúgvin ella búgvin fiskur, og kann tí nýtast til at rokna, hvussu stórur gýtingarstovnurin er. Hetta verður gjørt við at rokna, hvussu stórur prosent partur av fiskinum er gýtingarførur.

Stovnsstødd og neyvleiki

Tað er vanligt, at stovnsmetingar broytast, sum árini ganga. Taka vit toskastovnin á Landgrunninum í 2009 sum dømi, so var hann fyrstu ferð mettur í 2010. Tá segði metingin 37 túsund tons. Sambært stovnsmetingini í 2016 var hesin stovnur í 2009 bara 30 túsund tons, og hetta meta vit at vera eitt rættari tal. Samanbera vit við broytingarnar í toskastovninum, so er hesin munur ikki so øðiliga stórur; men hví kunnu vit ikki meta rætt beinanveg? Trupulleikin er, at tað er ógvuliga torført at meta um støddina á verandi stovni. Vit kunnu ikki fara út og telja hvønn fisk, sum svimur í havinum. Tað besta amboðið, vit hava til at meta um støddina á okkara botnfiskastovnum, er veiðan hjá flotanum; men hetta amboðið riggar best fyri teir gomlu árgangirnar í einum stovni.

Árgangur

Teir fiskar í einum stovni, ið eru gýttir sama árið (í somu gýtingartíð), verða nevndir ein árgangur, t.d. 2001-árgangurin. Fylgja vit einum árgangi, so minkar talið av fiski alla tíðina. Teir doyggja av svongd, sjúku ella verða etnir (Natúrligur deyði), og teir verða fiskaðir (Fiskideyði). Kanningar vísa, at natúrligi deyðin hvørt árið vanliga er ein ávísur procent partur av árganginum, og fiskideyðan kenna vit eisini, tí Havstovan fylgir við, hvussu nógv verður veitt av hvørjum árgangi hvørt ár. Fyri ein „gamlan“ árgang (t.d. 2001-árgangin) kunnu vit tí rokna talið av fiskum, sum enn vóru á lívi tey ymsu árini. Hetta er einføld renturokning. Samstundis sum talið av fiski í einum árgangi minkar, økist vektin av tí einstaka fiskinum, og Havstovan fylgir eisini við hesum broytingum. Vit kenna tí neyvt bæði fiskað tal og vekt á 2001-árganginum av toski tey ymisku árini, frá tí at hann kom inn í fiskiskapin í 2003, til hann var við at vera uppfiskaður í 2015. Verri er við einum ”yngri” árgangi, sum t.d. 2011-árganginum av toski. Hann kom ikki inn í fiskiskapin fyrr enn í 2013, og í 2015 var enn bara ein lítil partur av honum veiddur. Tað eru ymsir mátar at meta um støddina á tílíkum ungum árgangum, t.d. yvirlitistrolingar; men tær eru ikki líka neyvar. Tí fara okkara metingar av hesum árgangi at broytast komandi árini, so hvørt sum vit fáa nýggj veiðutøl.

Stovnsstødd

Ein fiskastovnur er vanliga settur saman av nógvum árgangum, og stovnsstøddin eitt ávíst ár er tal av fiski (ella vekt av fiski) fyri allar árgangirnar júst tað árið. Spyrja vit t.d. um stovnsstøddina av toski á Landgrunninum í 2015, so mugu vit leggja saman tølini frá øllum árgangunum frá 2001 og frameftir.  Vanliga verða teir 0 og 1 ára gomlu fiskarnir ikki taldir við, tí at vit vita næstan einki um støddina á  teimum. Fyri teir „gomlu“ árgangirnar (2001 til 2010) er ein stórur partur av árganginum longu veiddur. Vit hava tí góð veiðutøl fyri teir árgangirnar og kunnu meta teir neyvt. Í toskastovninum í 2015 vóru tó eisini fleiri „ungir“ árgangir, har okkara metingar eru minni neyvar. Hesir árgangir fara tó eisini at eldast, og meiri og meiri verður veitt av teimum. Komandi árini fer okkara meting av stovnsstøddini í 2015 tí at broytast nakað, so hvørt sum nýggj veiðutøl verða tøk. Hvussu stórur er feilurin? Vónandi hevur lesarin skilt, at tað er torført at meta um verandi stødd á fiskastovnum, og hví vit broyta metingina, tá nýggj veiðutøl verða tøk. Men tá er skjótt at spyrja, hvør nytta er í metingunum? Um vit longu vita, at metingin helst ikki er røtt, hví so koma við tølunum beinanveg? Fyrsta svarið er, at okkum tørvar at vita stovnsstøddina á verandi stovni fyri at kunna ráðgeva skilagott. Aftrat tí kemur so, at feilurin vanliga ikki er serliga stórur. Vit hava samanborið ta fyrstu metingina av toskastovninum hvørt ár síðan 1996 við ta endaligu metingina í 2016. Ofta sæst tann fyrsta metingin at hava verið í hægra lagi; men gongdin er tann sama. Høvuðsboðskapurin er, at toskastovnurin á Landgrunninum í 2015 í meiri enn 10 ár hevur verið minni enn ein triðing av tí, hann vanliga var fyrr. Hetta er ein av hornasteinunum undir okkara tilmæli, og hetta verður ikki munandi  ávirkað av neyvleikanum í metingini.

Les meira í Sjóvarmál 2017.

Ymisk sløg av stovnsmeting alt eftir tøkum taltilfari

Neyvleikin á stovnsmetingum er tengdur at, hvussu nógv vitan er tøk. Full stovnsmeting verður gjørd, tá nógv taltilfar er tøkt, men tó kunnu avmarkaðar stovnsmetingar gerast, hóast taltilfarið er avmarkað.  ICES-ráðgevingin verður deild upp í 6 bólkar, alt eftir taltilfari.

Full stovnsmeting

Bólkur 1: Stovnar við kvantitativum stovnsmetingum. Hetta eru stovnar við fullfíggjaðum stovnsmetingum (”analytical assessments”) og framskrivingum; upp í hendan bólkin koma eisini kvantitativar stovnsmetingar grundað á ”produktiónsmodel”.

Bólkur 2: Stovnar við fullfíggjaðum stovnsmetingum (”analytical assessments”) og framskrivingum, men úrslitini eru av ymsum ávum ikki nóg neyv; tey kunnu tó nýtast kvalitativt, við tað at tey vísa gongdina í veiðutrýsti, tilgongd og stovnsstødd.

Avmarkað stovnsmeting

Bólkur 3:  Eingin verulig stovnsmeting er, men vísitøl eru frá vísindaligum yvirlitskanningum og/ella frá vinnuliga fiskiskapinum, ið kunnu siga nakað um gongdina í stovnstødd, tilgongd og deyðiligheit.

Bólkur 4: Stovnar har bert álítandi veiðutøl eru til; ein tíðarseria við tílíkum veiðutølum kan nýtast at meta um MSY.

Bólkur 5: Stovnar, har bert landingartøl eru til.

Bólkur 6: Stovnar, har veiða/landingar eru sera lítil ella stovnarnir eru bert hjáveiða í fiskiskapinum eftir øðrum stovnum.

Fyri bólk 1 og 2 gevur ICES ráð eftir eini møguligari góðkendari umsitingarætlan, og um eingin slík finst, verður ráðgevingin sambært MSY regluni; um FMSY ikki er kent, nýtir ICES regluna um fyrivarni.

Fyri bólk 3-6 verður reglan um fyrivarni nýtt. Nógv hevur tó verið arbeitt fyri at fáa MSY ráðgeving fyri bólkarnar 3 og 4, og komið er á mál fyri nógvar stovnar.

Fiskasløg, sum verða stovnsmett í ICES

Fiskastovnar, sum verða viðgjørdir í ICES, um teir í ICES verða roknaðir sum ser- ella felagsstovnar, og um talan er um fulla- ella avmarkaða stovnsmeting.

FiskaslagSlag av stovniICES- stovnsmetingICES bólkur
SvartkjafturFelagsstovnurFull stovnsmeting1
NorðhavssildFelagsstovnurFull stovnsmeting1
MakrelurFelagsstovnurFull stovnsmeting1
Toskur (Landgrunnur)SerstovnurFull stovnsmeting1
HýsaSerstovnurFull stovnsmeting1
UpsiSerstovnurFull stovnsmeting1
Toskur (Føroyabanki)SerstovnurAvmarkað stovnsmeting3
SvartkalviFelagsstovnurFull stovnsmeting1
Stóri kongafiskurFelagsstovnurFull stovnsmeting1
TrantkongafiskurFelagsstovnurAvmarkað stovnsmeting1
GulllaksurFelagsstovnurFull stovnsmeting1
LongaSerstovnurFull stovnsmeting1
BrosmaFelagsstovnurAvmarkað stovnsmeting3
BlálongaFelagsstovnurAvmarkað stovnsmeting3
StinglaksurFelagsstovnurAvmarkað stovnsmeting3
Kubbuta langasporlFelagsstovnurAvmarkað stovnsmeting3
BúrfiskurFelagsstovnurAvmarkað stovnsmeting6
Rammuverkið fyri ICES ráðgevingina

ICES roynir at tillaga sína ráðgeving til galdandi lógarkarmar og kunngerðir í teimum ymsu londunum/økjunum. Um ein umsitingarætlan er gjørd fyri ein fiskastovn, og um ICES hevur mett, at hon er funnin at vera í samsvari við fyrivarnisregluna ella MSY-regluna, so er ráðgevingin frá ICES í tráð við hesa ætlan. Um eingin umsitingarætlan er gjørd, ella um ICES metir, at ein umsitingarætlan ikki er sambært regluni um fyrivarni, veitir ICES ráðgeving sambært MSY-regluni hjá ICES; hetta krevur álítandi hagtøl og stóra vitan um fiskastovnin. Er tílík vitan ikki tøk, so verður ráðgevingin givin við atliti til regluna um fyrivarni.

Góðskumetingin hjá ICES av stovnsmetingum

Tað fyrireikandi arbeiðið til stovnsmetingarnar av teimum føroysku fiskastovnunum og føroyska partinum av felagsstovnunum verður gjørt á Havstovuni. Fyri at tryggja, at vísindaliga støðið á stovnsmetingunum er nóg gott, er vanliga mannagongdin, at góðskumetingarnar av stovnsmetingunum verða gjørdar á sonevndum arbeiðsbólkafundum í ICES. Henda mannagongd er lýst á myndini niðanfyri.

Tilmælini frá ICES eru so aftur grundarlagið undir tilmælunum fyri tosk, hýsu og upsa, sum Havstovan á hvørjum ári letur Landsstýrinum.

Fiskastovnur, serstovnur/felagsstovnur
Fiskastovnur

Ein fiskastovnur er ein bólkur av fiski, ið er so eins viðvíkjandi gýting, kynsbúning, vøkstri, ferðing, ílegum o.t., at hann má viðgerast fyri seg, tá ið stovnsmetingar skulu gerast. Áðrenn metingar av tilfeinginum kunnu gerast, má greiði fáast á stovnsuppbýtinum í økinum.

Við støði í vitanini um lívfrøði og ferðing hjá teimum ymsu fiskasløgunum, eru tey skipað í tveir bólkar í ICES, serstovnar og felagsstovnar.

Serstovnur

Stovnur, ið bert er í einum ávísum øki, t.d. toskur á Landgrunninum. Kann eisini vera stovnur við avmarkaðari ferðing, t.v.s. sum gýtir og veksur upp í føroyskum sjógvi, men sum seinni ferðast nakað út og inn av føroyskum øki, t.d. upsi.

Felagsstovnur

Stovnur, ið er felags við onnur lond. Hetta eru ferðandi stovnar, sum ferðast yvir fleiri national økir (EEZ økir), t.d. norðhavssild og stóri kongafiskur. Hetta kunnu vera stovnar, ið vanliga halda seg á ymsum havleiðum, men ferðast til eitt ella fleiri felags gýtingarøki at gýta, og sum vanliga hava felags uppvakstrarøki. Talan kann eisini vera um ferðandi stovnar, ið antin ferðast inn í føroyskan sjógv at leita sær føði, ella teir ferðast gjøgnum føroyskt øki á veg til og frá gýtingar- og/ella føðiøkjum. Fyri felagsstovnar samstarvar Havstovan við havstovurnar í grannalondunum um at gera rannsóknir og at kanna veiðuna til felags stovnsmetingar.