{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Hornhávur

Oxynotus paradoxus

Hornhávur er tjúkkur um miðjuna, í tvørskurð er hann mest sum tríkantaður. Hann hevur høgar, stórar og spískar ryggfjaðrar við stórum píkum, sum standa umleið mitt í fjaðrunum. Skræðan er ósløtt og skurvut. Hann hevur lítið høvd við heilt lítlum kjafti, stórar, svamputar og rukkutar granar. Hann er flatur undir búkinum. Hann hevur 5 smá táknaop og andahol aftan fyri eyguni.

Útbreiðsla

Hornhávur er úr føroyskum sjógvi suður til Vesturafrika. Undir Føroyum eru nakrir hornhávar fingnir á umleið 1000 m dýpi vestan fyri Føroyabanka.

Stødd

Hornhávur verður upp í umleið 120 cm, vanliga 70-85 cm langur.

Dýpi

Hann er úr 270 m niður á 1000 m dýpi, men er tó eisini fingin grynri enn 100 m.

Litur

Hann er heilt dimmur, svartur, aðrir litir eru ikki uppií.

Eyðkenni

So serligt er skapið, at hann valla kann mistakast fyri annan háv, undantikið tann nær skylda O. centrina, ið heldur til sunnan fyri Bretsku Oyggjarnar. Á hornhávi hella báðir píkarnir afturyvir. Fremri píkurin á O. centrina hellir framyvir.

Týdningur

Hornhávur hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Hornhávur
Lat:Oxynotus paradoxus
Eng:Kite-fin shark, Sailfin roughshark
Fra:Humantin
Ísl:Kýrhávfur
Ned:Zeilvinruwhaai
Pol:Kolcoskór
Por:Peixe-porco-de-vela
Spa:Cerdo marino velero
Sve:Spetsfenad haj

Viðkomandi tíðindi

  • Gráhávur – ein sjáldsamur gestur

    Herfyri fekk Havstovan ein gráháv (Galeorhinus galeus) at kanna. Hávurin var fingin á línu við Suðuroynna. Hetta er triðja skráseting av gráhávi í føroyskum sjógvi. Tó er hetta fyrsti fiskurin,…

    Les meira

  • Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum vórðu skrásett 88 ymisk sløg av…

    Les meira

  • Fingið merktan skrubbháv

    23. oktober 2017 fekk Havstovan ein merktan skrubbháv frá trolaranum Suðringi. Hesin skrubbhávur varð merktur í Spania 24. december 2014, á positión 43°40N og 04°24W. Dýpið var 1060 metrar. Hann…

    Les meira

  • Fingu stóra brugdu

    Rannsóknarskipið Magnus Heinason fekk í august 2007 eina nærum 10 metrar langa brugdu í trolið. Hetta er úr Sjóvarmál 2011, les víðari her. Viðkomandi tíðindi

    Les meira