{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Sildakongur

Regalecus glesne Ascanius

Sildakongur er serligur við síni longd og klæna og hávaksna bendilsskapi. Tað fremsta á ryggfjøðurini er krúnuskapað og hevur skræðulepar á endunum. Ryggfjøðurin annars er long, heilt av nakkanum aftur í stertin. Búkfjaðrarnar eru ógvuliga langar og mjáar. Hann hevur heilt smáar uggafjaðrar. Gotfjøður er ikki, men hann hevur nakrar kambfjaðrakendar vøkstir undir kjølinum. Stertur er lítil ella eingin. Skræðan er roðsluleys, men er nakað sett við smáum knyklum. Strikan er bein og gongur niðan fyri miðjuna á síðunum og endar uppi oman fyri eyguni.

Útbreiðsla

Sildakongur sæst sjáldan, men hann er onkuntíð rikin á land í Føroyum, í Íslandi og Noregi. Yngul er funnið í Miðjarðarhavinum. Hann heldur til bæði nær landi og úti á víðum havi. Frá norðurnoregi suður um Afrika, frá Hvarvinum til Falklandsoyggjarnar. Hann er eisini í Indiahavinum og Kyrrahavinum.

Stødd

Sildakongur verður upp í einar 7 metrar langur.

Dýpi

Hann er miðsjóvarfiskur úr 20 m niður á 1000 metra dýpi.

Litur

Hann er silvurlittur um allan kroppin við myrkum strikum og blettum á skák niðureftir ymsastaðni. Fjaðrarnar eru blóðreyðar, og høvdið er bláligt.

Eyðkenni

Tað langa bendilsskapið. Litirnir, fjaðrarnar og ’krúnan’ fremst á ryggfjøðurini.

Týdningur

Sildakongur hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Sildakongur, Sildasterril
Lat:Regalecus glesne
Dan:Sildekonge
Eng:King of herrings, Oar fish, Oarfish, Ribbonfish
Fin:Airokala, Sillikuningas
Fra:Roi des harengs, Régalec
Gri:Vasilias regon, Vasiliás tis réngas
Ísl:Síldakóngur
Ita:Re de arenghe, Pesce nastro, Regaleco spada
Jap:Ryukyunotsukai
Ned:Haringkoning, Riemvis
Nor:Sildekonge
Por:Relangueiro
Rus:Selyanoj korol, Reme’n ryba, Se’ldjanoj koro’l
Spa:Rey de los arenques, Pez remo
Sve:Sillkung
Týs:Riemenfisch, Heringskönig
USA:Oarfish

Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

15.05.2024

Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…