Brosma er virðismikil fiskur og verður nógv veidd. Óvist er, um brosman undir Føroyum er ein sjálvstøðugur stovnur ella um samband er við leiðirnar rundan um okkum. Í ICES verður brosma við Føroyar viðgjørd sum partur av einum felags stovni og flokkað saman við brosmu í Norðsjónum og brosmu fram við europeisku hellingini.
Brosma er long og breið í kropsskapi. Tvørskurðurin er mest sum rundur. Hon hevur eina langa ryggfjøður, sum byrjar uppi yvir hálvari uggafjøðurini og kemur aftur til stertin. Brosma hevur eina gotfjøður frá miðjuni á fiskinum til fremst á stertinum, breiðar og rundligar uggafjaðrar og smáar búkfjaðrar. Sterturin er heldur lítil og er avrundaður. Strikan bogar oman fyri uggafjøðurina. Hon hevur lítið høvd, smá eygu, lítlan kjaft, smáar tenn og finnu.
Góð eyðkenni eru smedni fiskurin og litirnir á fjaðrarondunum. Hevur eina ryggfjøður og eina gotfjøður.
Brosma verður upp í 120 cm long. Longsta mátaða brosman undir Føroyum var 102 cm. Elsta aldursgreinaða brosman undir Føroyum var 17 ár.
Útbreiðsla
Brosma er vanlig í vestara parti av Barentshavi og suður við norsku strondini. Hon er um alt Ísland og í Suður- og Eysturgrønlandi. Hon er eisini í Skagerrak, í norðara parti av Norðsjónum og við Írland. Hon er eisini á bankum og tindum á víðum havi. Í vestara parti av Atlantshavi er hon frá Grand Bank til New Jersey.
Brosma er vanlig undir Føroyum bæði á Landgrunninum, við bankarnar vestanfyri og á Wyville-Thomson rygginum. Brosma er fingin frá 50 m dýpi (t.d. inni á firðunum) niður á einar 850 m, men er mest vanlig á umleið 300-600 m dýpi.
Veiða
Frá 1906 til miðskeiðis í 1950-unum varð brosman bert tikin sum hjáveiða í bretska trolfiskiskapinum og veiðan var minni enn 1000 tons. Men so tók veiðan eftir brosmu við línu seg rættiliga upp, og vóru tað bæði bretar, norðmenn og føroyingar, ið royndu. Parturin hjá bretum minkaði støðugt frá fyrst í sekstiárunum, og eftir at fiskimarkið varð flutt út á 200 fjórðingar í 1977, hava føroyingar og norðmenn fiskað nógv tað mesta.
Í tíðarskeiðnum 1975 til 1992 hevur veiðan ligið millum 5000 og 6000 tons, tó var veiðan í 1980 uppi á 7800 tonsum. Frá 1993 til 2012 hevur veiðan ligið millum 3000 og 4000 tons. Í 2013 var veiðan bert 1500 tons, men økti til umleið 2400 tons í 2014-2017. Føroyski parturin av veiðuni eftir 1980 hevur verið millum 40 og 80%.
Føroyski parturin verður fyri tað mesta fiskaður við línu (90%) og restin sum hjáveiða við troli. Øll tann norska veiðan verður fiskað við línu.
Longdarbýti í føroysku veiðuniAldursbýti í føroysku veiðuni
Stovnsmeting
Brosma verður stovnsmett annað hvørt ár í ICES. Havstovan luttekur í hesi stovnsmeting, sum verður samskipað av havrannsóknarráðnum ICES. Í ICES verður brosma við Føroyar (ICES øki 5.b) viðgjørd saman við brosmu í ICES økjunum 3.a, 4.a, 6.a, 7, 8, 9 og pørtum av 12.
ICES mælir til, at veiðan av brosmu lækkar 23% frá 6.924 tonsum í 2025 til 5.336 tons í 2026 og 2027.
Longd móti vekt fyri allar støddir av landaðari brosmu vísir, at miðalvektin á 40 cm og 60 cm langari brosmu í kruvdari vekt er umleið 0,6 kg og 2,3 kg. Brosma verður upp í 120 cm long.
Brosma veksur seint. Árligi vøksturin hjá brosmu er bert umleið 2,5-3 cm um árið. Ársgomul er brosman 9-15 cm til longdar, 5 ára gomul umleið 40 cm og 10 ára gomul brosma er umleið 60 cm til longdar. Kvennfiskar og kallfiskar vaksa áleið líka skjótt.
Aldurin hjá brosmu verður staðfestur við at telja árringar í nytrunum. Nytran á brosmu er lutfalsliga stór. Aldurin verður lisin av heilari nytru, sum hevur ligið á bloti í vatni í minst eitt samdøgur. Á henda hátt gerast árringarnir sjónskari og lættari at lesa. Brosmunytrur eru tó torførar at aldurslesa.
Brosmunytrur
Kynsbúning
Í miðal gýtir helvtin av brosmuni fyrstu ferð umleið 7 ára gomul; tá er hon um 53 cm til longdar. Ein lítil partur av brosmuni verður kynsbúgvin longu sum 6 ára gamal, men meginparturin gýtir tó ikki fyrr enn sum 8-9 ára gamal.
Gýting
Gýtingartíðin hjá brosmu í føroyskum sjógvi er frá apríl til juli. Eins og onnur fiskasløg á djúpum vatni savnast brosma ikki at gýta á ávísum gýtingarøkjum. Gýtandi brosma er fyri tað mesta fingin frá 200 m dýpi og djúpari. Talið á rognkornum undan hvørjum kvennfiski er einar 2-3 milliónir, alt eftir stødd á fiskinum.
Yngul og ungfiskur
Eftir gýtingina flotna rognkornini upp í sjógvin og verða spjadd við rákinum kring landgrunn og bankar. Klaktu larvurnar spjaðast eins og rognkornini við rákinum.
Tá larvurnar eru vorðnar til yngul, verða tær verandi uppi í sjónum í nakrar mánaðir aftrat, men tá yngulin er um 6 cm langur fer hann niður á botn. Tað fyrsta ein sær til ungfiskin, eisini nevndur brosmukálvur, er, tá hann er einar 20 cm til longdar.
Brosmuyngul fingin við Magnusi Heinasyni á yngultúri síðst í juni, har trolað varð uppi í sjónum.
Føði
Føðin hjá vaksnari brosmu er serliga fiskur, eitt nú svartkjaftur, hvítingsbróðir, lítli kongafiskur, úlvfiskur, murrikrutt, sild, makrelur, umframt ymisk krabbadjór og lindjór. Tað er trupult at kanna føðina hjá brosmu; rættiliga ofta er magin viðvendur, tá brosman kemur upp á dekkið, og ofta eru magarnir tómir.
Sjálv verður brosman etin av nógvum ránsfiskum, m.a. longu, blálongu, kalva, skøtu og ymsum hávum.
Ferðing
Lítil vitan er um ferðing hjá brosmu. Ymiskt bendir á, at brosma er rættiliga støðuføst, tá hon hevur tikið botn. Uppvakstrarøkið hjá brosmu undir Føroyum verður hildið at vera á heldur djúpum vatni, har botnurin er grýtutur og ójavnur.
Litur
Brosma er brúngrá um bakið, um síðurnar ofta ljósari við gulum farra. Aloftast hevur hon 5-6 ljósar tvørstrikur á síðunum. Um ryggfjøðurina, gotfjøðurina og stertin er svarthvít rond, sjálvur fjaðrajaðarin er hvítur.
Umrokningartalva út frá støddarbólkum
Á landingarmiðstøðunum kring landið verður brosman bólkað í 4 støddarbólkar, alt eftir kruvdari vekt. Hvussu gomul og hvussu long brosman er í mun til vektbólkarnar 1 til 4 fyri árini 2009-2013 er víst í talvuni niðanfyri. Aftasta kolonnan sigur, hvussu stórur partur av fiskinum í ymsu støddarbólkunum væntandi hevur gýtt minst einaferð.
Samanum tikið er líkt til, at fiskiskapurin eftir longu er burðardyggur í løtuni, meðan støðan viðvíkjandi brosmu er sera ógreið. Stovnsmetingarnar eru enn ikki góðkendar í ICES, og neyðugt er at fylgja væl við gongdini í stovnunum. Les meira