Trýnisállur
Serrivomer beanii
Hann er langur og klænur, hevur állaskap. Hann hevur eina langa ryggfjøður, sum er umleið 2/3 fram á bakið. Gotfjøðurin er eitt sindur longri fram á fiskin. Uggafjaðrarnar eru heilt smáar. Hann hevur ikki búkfjaðrar og ikki roðslu. Høvdið er langt við nevlíkum kjafti, undirkjafturin er longri enn yvirkjafturin. Tenninar eru nógvar og rættiliga stórar. Eyguni sita beint yvir kjaftklovanum. Sporlið mjækkar aftur í endan og er umleið 73-80% av heildarlongdini. Stertur er eingin, fiskurin endar í einum spíssi, har ryggfjøður og gotfjøður renna saman aftast.
Útbreiðsla
Trýnisállur er á djúpum vatni frá Suðurafrika og Vesturafrika, Madeira og Asoroyggjum norður á Suðurlandið í Íslandi. Við Hattonbanka, á Reykjanesrygginum og Íslandsrygginum. Eisini í Indiahavinum og Kyrrahavinum. Undir Føroyum er hann í hellingunum sunnanfyri og vestanfyri.
Stødd
Trýnisállur verður upp í 78 cm langur.
Dýpi
Gamal fiskur er úr 150 m niður á 3000 m. Larvurnar eru í teimum ovastu 300 metrunum.
Litur
Hann er dimmsilvurgráur / -brúnur, høvdið er mest sum svart / blásvart.
Eyðkenni
Állaskapið, nevið og liturin eyðkenna trýnisállin.
Týdningur
Trýnisállur hevur ikki vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
Før: | Trýnisállur |
Lat: | Serrivomer beani |
Eng: | Beans sawtoothed eel |
Ísl: | Trjónuál, Rósafiskur |
Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi
Meir av toski og nógv av hýsu
Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nøgdin er tó enn væl undir…
Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár
Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið millum tað allarbesta, ið Havstovan nakrantíð hevur mátað.…
Jákup Sverri aftur av makreltúri
Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarnar, verður felags túrfrágreiðing skrivað. Viðkomandi tíðindi
Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum
Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at djóraæti kann nørast og…