{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Tunga

Microstomus kitt

Tunga er virðismikil fiskur, sum verður nógv veidd. Øll tunga undir Føroyum verður mett sum ein stovnur.

Tunga er høgravendur flatfiskur. Hon hevur eina ryggfjøður frá vinstra eyga aftur til klingruna, eina gotfjøður frá gotinum aftur til klingruna, smáar búk- og uggafjaðrar, nógv rundaðan stert og smáar roðslur. Strikan er bert eitt sindur bogin yvir uggafjøðurina. Tunga er brúnsprøklut, aloftast við reydligum fjaðrarondum. Tunga hevur sermerktan lítlan kjaft við lutfalsliga stórum granum. Kjaftklovin røkkur ikki aftur undir eygað. Tunga er sliputur og smeðin fiskur.

Skapið, liturin og lítli kjafturin eru góð eyðkenni.

Tunga verður upp í 56 cm long. Elsta aldursgreinaða tungan undir Føroyum var 24 ár.

Útbreiðsla

Tunga er undir Føroyum og Íslandi. Hon er í Hvítahavinum, vestur og suður við norsku strondini, suður í syðra part av Eystarasalti. Hon er í Norðsjónum, runt Bretsku oyggjarnar og suður í Biskeiavíkina. Hon er eisini á Føroyabanka, Ytrabanka og á Ytstabanka.

Tunga er botnfiskur, sum best dámar harðan botn ella grovan sand. Undir Føroyum er hon frá taraskóginum og út á góðar 200 m. Eftir trolingini á landleiðini at døma er mest til á 100-200 m dýpi eystan fyri Føroyar.

Veiða

Heildarveiðan av tungu undir Føroyum síðani 1903 hevur verið jøvn við smáum sveiggjum. Miðal veiðan síðstu øldina hevur verið 750 tons. Mest varð fiskað fyrst í tríatiárunum, uml. 2.000 tons. Einki tíðarskeið síðani fyrst í tjúguárunum hevur so lítið verið fiskað av tungu sum árini 2011-2018.

Í dag er tað einamest trolbátarnir í bólki 4T, sum fiska tungu við beinleiðis fiskiskapi, serstakliga eftir flatfiski á landleiðini um summarið. Tunga verður tó eisini fiskað sum hjálveiða hjá partrolarum og útróðrarbátum við línu.

Longdarbýti í føroysku veiðuni
Aldursbýti í føroysku veiðuni

Lívfrøði

Tunga verður roknað sum botnfiskur.

Vøkstur

Ymiskt er, hvussu tunga veksur ymsastaði undir Føroyum. Bestur tykist vøksturin at vera í útnyrðingspartinum av Landgrunninum, eisini samanborið við vøksturin aðrastaðni, t.d. undir Íslandi og í Norð­sjónum. Undir Føroyum er vøksturin minstur á Føroyabanka.

Tunga veksur umleið 5 cm um árið til hon gerst kynsbúgvin sum 4 ára gomul. Hareftir veksur hon eini 2-3 cm um árið til hon er um 10 ár. Tá avtekur vøskurin rættiliga skjótt. Í miðal er 5 ára gomul tunga 32 cm, 10 ára gomul er hon 41 cm og 15 ára gomul 45 cm.

Aldurin hjá tungu verður staðfestur við at telja árringar í nytrunum. Nytran hjá tungu er lutfalsliga lítil. Aldurin verður lisin av heilari nytru, sum hevur ligið á bloti í vatni í minst eitt samdøgur. Á henda hátt gerast árringarnir sjónskari og lættari at lesa.

Kynsbúning

Kvennfiskar kynsbúnast seinni (4-6 ár) enn kallfiskar (3-4 ár). Í miðal gýtir helvtin av tunguni fyrstu ferð umleið 4 ára gomul; tá er hon um 27 cm til longdar.

Gýting

Gýtingartíðin er frá apríl til september, tó mest mitt um summarið, og hóast meginparturin gýtir norðanfyri, so fer gýting fram allastaðni, har tunga vanliga er.

Yngul og ungfiskur

Gitnu rognkornini av tungu flotna upp í sjógvin eins og hjá øðrum toskafiskum, og verða spjadd við rákinum kring landgrunn og bankar; sama er við larvunum. Yngulin er uppi í sjónum í nakrar mánaðir. Tá hann er um 25 mm langur, leitar hann móti botni heilt frá grunnum vatni, t.d. inni í ósum, og út á einar 150 m dýpi.

Føði

Høvðusføðin hjá tungu er bustormar, sum hon finnur millum sandkornini. Tunga etur tó eisini m.a. lítlar kræklingar, slagustjørnur og ymisk smá krabbadjór. Føðin hjá tungu ber merki av, hvar tunga heldur til, t.e. hvat slag av botni hon er á. Harafturat er føðin avmarkað til, hvat hon er før fyri at eta við lítla kjafti sínum. Hildið verður, at tunga niðursetur evnaskiftið um veturin, tá smáfongt er, og møguliga fer heilt í vetrardvala.

Ferðing

Tunga er støðufastur fiskur, sum ikki ferðast víða. Merkingarroyndir undir Føroyum vóru gjørdar í 1930’unum av m.a. tungu, har ábendingar vóru um, at tungan inni á firðunum verður verandi har, meðan tunga úti á Landgrunninum og bankunum kann ferðast ímóti høvuðsrákinum; tað er kring Føroyar ímóti klokkuni. Bert ein einkult tunga ferðasti tvørturum sjóvarfalsfrontin. Óvist er um hesar royndir eru tengdar at árligari ferðing til gýtingarøkið.

Litur

Vaksin tunga tykist reydlig, serliga fyrstu árini, við myrkum og ljósum flekkum og marmaralitum á bakinum. Tunga er hvít blindumegin; tó er ikki ókent at finna tungu, ið hevur nakað av baklitinum eisini blindumegin. Yngulin er klárlittur við sermerktum mynstri av myrkum pigmentum.

Umrokningartalva út frá støddarbólkum

Umrokningartalva út frá støddarbólkum. Virðini byggja á tøl fyri árini 2014-2022. Aftasta kolonnan sigur, hvussu stórur partur av fiskinum í ymsu støddarbólkunum væntandi hevur gýtt minst einaferð. Á landingarmiðstøðunum kring landið verður tunga bólkað í hesar tríggjar støddarbólkar, alt eftir vekt.

Kruvd vekt (kg)

Aldur (ár)

Longd (cm)

Búgvin %

Stødd 1

1,0+

8-12+

42-47+

95-100%

Stødd 2

0,5-1,0

6-10

35-42

75-98%

Stødd 3

< 0,5

5-8

30-35

50-90%

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Tunga
Lat:Microstomus kitt
Dan:Rødtunge
Eng:Lemon sole, Lemon dab, Lemon fish, Mary sole, Merry sole, Sand fluke, Sand sole, Smear dab, Sole fluke, Tobacco fluke
Fin:Pikkupääkampela
Fra:Limande sole, Limandier, Limandière, Mère de sole, Piase sourit, Sole commun
Gri:Lemonóglóssa
Ísl:Þykkvalúra, Sólkoli
Ita:Sogliola Limanda, Limanda
Jap:Nameta garei
Ned:Tongschar, Steenschol
Nor:Lomre, Bergflyndre
Pol:Slocica
Por:Solha limão, Azevia, Rodovalho
Rus:Malorotaja kambala
Spa:Mendo Limón Lengua lisa, Falsa limanda
Sve:Bergtunga, Bergskädda
Týs:Echte Rotzunge, Limande
USA:Lemon sole

Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

15.05.2024

Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…