Svartkjaftur hevur stóran týdning fyri bæði mat- og ídnaðarfiskiflotan.
Svartkjaftur hevur tríggjar smáar ryggfjaðrar. Tær báðar fremru eru stuttar og ganga upp í ein spíss. Tann aftasta er long. Hann hevur tvær gotfjaðrar. Tann fremra er um ein triðing av heildarlongdini. Tann aftara er umleið somu longd sum aftasta ryggfjøður. Fremra gotfjøður kemur fram undir umleið hálvar uggafjaðrarnar. Siljafiskar hava langar búkfjaðrar, rognafiskar hava stuttar. Kjafturin er fremst á gronini. Hann hevur undirbit. Sterturin er eitt sindur sýldur. Gotið er umleið undir fremra enda á fremstu ryggfjøður, kanska heldur fremri.
Eyðkendar fyri svartkjaftin eru tær stuttu ryggfjaðrarnar og gloppið ímillum teirra. Hann er svartur inni í kjaftinum og táknaholurnar eru svartar. Gotið er frammarlaga.
Svartkjaftur verður upp í 47 cm langur. Elsti aldursgreinaði svartkjaftur undir Føroyum var 19 ár.
Útbreiðsla
Svartkjaftur er um alt tað føroyska sjóøkið, bæði við botnin og uppi í sjónum. Annars er hann um tað mesta av havinum, í Barentshavinum, undir Eysturgrønlandi og Íslandi, í Biskeiavíkini, Norðsjónum og Skagerrak suður í vestara part av Miðjarðarhavinum, og nakað suður við Vesturafrika. Undir Vesturgrønlandi og suður til USA.
Hann er vanliga úr 200 m niður á 400 m dýpi, men sæst eisini úr vatnskorpuni niður á umleið 1000 m.
Um okkara leiðir verður svartkjaftur frá Portugal til Bjarnoynna og vestur móti Grønlandi, roknaður sum sami stovnur.
Veiða
Svartkjaftur verður veiddur í øllum útbreiðsluøkinum og av nógvum londum. Føroyar, Ísland, Noreg og Rusland eru tey sum veiða mest.
Svartkjaftur verður umsitin í felag við øðrum strandalondum, sum í besta føri eru samd um, hvussu heildarveiðan skal býtast millum lond. Í løtuni er tó ikki semja millum strandalondini um, hvussu heildarveiðan skal býtast.
Vektarbýti í føroysku veiðuni
Stovnsmeting
Á hvørjum ári verður svartkjaftur stovnsmettur. Havstovan luttekur í hesi stovnsmeting, sum verður samskipað av havrannsóknarstovninum ICES.
Stovnsmetingarúrslit
Veiða
Tilmælið fyri svartkjaftaveiðu í 2025 er 1.447.054, sum er ein lækking á 5,4% í mun til tilmælið í 2024.
Tilgongd
Tilgongdin av svartkjafti var metgóð í 2021 0g 2022. Árgangirnir í 2022 og 2023 eru mettur at vera undir miðal, og tí kann ein minking væntast í gýtingarstovninum komandi árini.
Veiðutrýst
Veiðitrýstið í 2024 er 0,51, sum er væl oman fyri burðardygga hámarkið (FMSY = 0,32). Veiðitrýstið hevur ligið oman fyri hámarkið síðani 2014.
Gýtingarstovnur
Gýtingarstovnurin er í 2024 mettur at vera 6,83 mió. tons, sum er væl oman fyri støddina, har tað sambært umsitingarætlanini er neyðugt at vísa varsemi.
Aldursbýti
Svartkjaftur veksur skjótt og er rættiliga ungur, tá hann sæst í veiðuni.
Svartkjaftur verður veiddur víða um, og tískil er aldursbýtið í samlaðu veiðuni ikki altíð tað sama sum í føroysku veiðuni – á myndini síggjast hesi bæði.
Við at “blaða” millum árstølini ovast á myndini sæst aldursbýtið í føroysku veiðuni síðstu fimm árini.
Svartkjaftur er í ætt við tosk og er bæði uppsjóvarfiskur og botnfiskur. Hann ferðast víða millum gýtingarøki og føðiøkir.
Vøkstur
Kynsbúning
Svartkjaftur verður gýtingarførur tá hann er um 24‑27 cm til longdar og 2‑4 ár til aldurs.
Gýting
Høvuðsgýtingarøkið hjá svartkjafti er fram við hellingini vestan fyri Bretsku oyggjarnar, á 300‑500 m dýpi, serliga vestur úr Hebridunum og Porcupinebankanum. Gýtingin fer fram nakað upp frá botni í mars‑apríl, og rognkornini flotna upp í sjógvin, eins og hjá øðrum fiskum innan toskaættina.
Yngul og ungfiskur
Rognkorn, larvur og yngul reka uppi í sjónum við streyminum. Meginparturin rekur norður til Føroyar, í Norskahavið og inn í Norðsjógvin, men eisini tykist nakað av yngli frá gýtingarøkinum við Porcupinebankan at reka suður í Biscaya víkina. Tey ár, tá tilgongdin er góð til tey norðaru økini, er yngul eisini at finna við Ísland og einkult ár eisini við Eysturgrønland.
Svartkjafturin veksur síðan upp fram við hellingunum út av landgrunnunum til hann eftir 1-2 árum fer út í føðiøki til tann vaksna fiskin.
Svartkjaftur veksur skjótt tey fyrstu árini. Tann nýklakta larvan er 2‑2.5 mm til longdar í apríl mánaði, og longu í juli/august mánaði kunnu vit bera við yngul í føroyskum øki, sum er 14 cm til longdar, og várið eftir, sum ársgamal, er hann 18-20 cm.
Føði
Høvuðsføðin hjá svartkjafti er reyðæti, aðrir kopepodar, krill og amfipodar.
Ferðing
Eftir gýtingina í mars-apríl ferðast meginparturin av stovninum norður í Norskahavið at leita sær føði. Á veg norður ferðast hann í stóran mun gjøgnum føroyskt sjóøki, vanliga í mai mánaði. Norðanfyri spjaðir fiskurin seg yvir eitt vítt øki. Meginparturin stendur úti á víðum havi norðanfyri, og nakað fer inn í Norskurennu.
Tann vaksni svartkjafturin er á føðiøkinum frá juni-juli og árið út, men byrjar spakuliga at ferðast suður móti gýtingarøkinum í desember. Á veg suður fer hann fyri tað mesta gjøgnum Hetlandsrennuna og fram við føroyska landgrunninum í januar-februar.
Eftir gýtingina í mars-apríl er eisini nakað av svartkjafti, ið leitar sær suðureftir.
Litur
Livandi í sjónum hevur svartkjaftur heilt annan lit enn tann trolveiddi fiskurin. Livandi minnir hann mest um hvíting, tó heldur grønari. Trolveiddur fiskur missir roðsluna og av tí eisini sínar litir, og tá sær hann soleiðis út: bakið er óblankt blálitt, ljósari bláur, og silvurkendur er hann um síðurnar og hvítgráur undir búkinum. Hann er svartur inni í kjaftinum og táknaholunum.
Nøvn á fiski á øðrum máli
Mál
Nøvn
Før:
Svartkjaftur, Sildaforskrekkjari
Lat:
Micromesistius poutassou
Dan:
Blåhvilling, Sortmund
Eng:
Blue whiting, Poutassou
Fin:
Mustakitaturska
Fra:
Merlan bleu, Marlus, Merlan de paris, Patafloues, Poutassou, Tacaud