{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Sild

Clupea harengus

Sild er virðismikil fiskur. Við Føroyar hava vit føroyska heystgýtandi sild og norðhavssild.

Sild er langur og smidligur fiskur, hon er væl hægri enn breið. Hon hevur eina lítla gotfjøður, ið situr aftur móti klingruni, smáar búkfjaðrar, ið sita beint aftan fyri fremra enda á ryggfjøðurini. Hon hevur nógv sýldan stert. Roðslan er stór og situr leys. Hon hevur undirbit. Fæst við land og til havs.

Sild er átøk brislingi, men kennist frá honum, m.a. við tað at kjalarskrubbið hakar ikki í, tá strokið verður frameftir.

Sild verður upp í 47 cm til longdar, men er tó sjáldan yvir 40 cm. Elsta aldursgreinaða sild undir Føroyum var 17 ár.

Útbreiðsla

Sild er í Atlantshavinum, úr Biskeiavíkini til Grønlands, norður móti Jan Mayen, Svalbarð og eystur móti Novaja Semlja, í Hvítahavinum og Karahavinum. Eisini er hon í Eystarasalti og Norðsjónum. Vestanfyri úr Grønlandi til South Carolina. Hon er eisini undir Íslandi, Føroyum og Noregi. Sild verður býtt í fleiri stovnar, alt eftir nær og hvar hon gýtir.

Sild er úr vatnskorpuni niður á 450 m. Er vanliga djúpari um dagin enn um náttina. Sild er uppsjóvarfiskur, men fæst tó ofta við botnin. Hon er vanliga djúpari um dagin enn um náttina.

Fleiri sildastovnar

Sild hevur nógv ymisk gýtingarøkir og gýtingartíðarskeið, og av tí sama verður sild flokkað í ymsar sildastovnar. Ofta sæst tó eisini nakað av blandi millum sildastovnar har liviøkini umskarast.

Størsti sildastovnurin er norðhavssild. Harafturat hava vit ein annan heystgýtandi sildastovn undir Føroyum, sum verður hildin at vera føroyskur serstovnur; ofta verður henda sildin nevnd fjarðasild, tí hon part av árinum fæst inni á føroysku firðunum.

Útbreiðsluøkini hjá nøkrum av sildastovnunum tætt við Føroyar eru vístir á myndini. Umframt føroyska heystgýtandi sild og norðhavssild, sæst stovnurin undir Íslandi (íslendsk summargýtandi sild), stovnurin í Norðsjónum og vestan fyri bretsku oyggjarnar (norðsjóvarsild) og stovnurin í Eystursjónum (baltisk sild).

Lívfrøði

Sild er uppsjóvarfiskur.

Stovnseyðkenni

Útvortis ber ikki til at skilja millum ymsu sildastovnarnar. Í ávísan mun kann skiljast millum sildastovnar við at hyggja at nytrunum av tí at vakstarmynstrið í nytrunum avspeglar nær á árinum sildin er gýtt. Við ílegukanningum ber til at síggja mun á ymsu sildastovnunum.

Ymsu sildastovnarnir hava hvør sítt vakstrarlag. T.d. gerst norðhavssildin nakað størri enn føroyska heystgýtandi sildin, sí mynd.

Gýting

Sild gýtir á 100‑250 m dýpi yvir sandutum botni. Tey gitnu rognkornini søkka og leggjast á botn og klekjast umleið tríggjar vikur seinni.

Hvør einstakur sildastovnur hevur sítt egna gýtingarøki og -tíðarskeið. T.d. gýtir norðhavssildin fram við norsku strondini í februar-mars, meðan føroysk heystgýtandi sild gýtir seint á sumri ella tíðliga á heysti á føroysku firðunum.

Yngul og ungfiskur

Stutt eftir klekingina flotna larvurnar upp í sjógvin og eru tá mest úr vatnskorpuni og niður á 50 m.

Føði

Úti á opnum havi er høvuðsføðin hjá sild reyðæti (Calanus finmarchicus), men eisini aðrir kopepodar, krill og amfipodur kunnu vera týðandi partur av føðini. Tá sild er nær landi, er føðin heldur øðrvísi, enn tá hon er á opnum havi.

Ferðing

Sild verður sum oftast roknað sum ferðandi fiskaslag, og hjá summum av sildastovnunum, t.d. norðhavssild, er langt at ferðast millum gýtingarøki, føðiøki og vetrarøki.

Litur

Sild er myrkablá á bakinum og silvurlitt um síðurnar og undir búkinum.

Nøvn á fiski á øðrum máli
MálNøvn
Før:Sild
Lat:Clupea harengus
Dan: Sild
Eng:Herring, Digby, Filling, Full, Halflin, Maizy, Mat full, Mattie, Nun, Peeo, Scadan, Shaldoo, Sild, Wine drinkers, Yaulin, Yawling
Fin:Silli, Haili, Silakka
Fra:Haring, Chardin igarra, Hareng commun, Harink, Harinkiet
Gri:Rénga
Grø:Atlantikup ammassassuaa, Angmagssagssuaq
Ísl:Síld, Hafsíld, Kópsild
Ita:Aringa
Jap:Kadoiwashi
Ned:Haring, Bliek
Nor:Sild, Strømming
Pol:Sledz
Por:Arenque
Rus:Sel’d, Mongopozvonkovaya seld, Se’l’d, Seld
Spa:Arenque
Sve:Sill, Strømming
Týs:Hering
USA:Herring

Viðkomandi tíðindi

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2025

30.09.2024

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2025 Mest loyvda veiða í 2025 lækkar munandi fyri makrel og nakað fyri svartkjaft, meðan ein lítil hækking er í tilm…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

15.05.2024

Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2024

29.09.2023

Mest loyvda veiða í 2024 lækkar munandi fyri norðhavssild og nakað fyri makrel, men hækkar nakað fyri svartkjaft. Makrelur Tilmælið fyri makrel er 739…

Minni til av norðhavssild og svartkjafti

28.06.2023

Minni er til av norðhavssild og svartkjafti í Norskahavinum í ár enn í fjør. Tað vísa úrslitini frá árligu sildakanningunum fyrr í vár. Høvuðsniðurstø…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

17.05.2023

Týsdagin 16. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Sild var at síggja í mestsum øllum kanningarøkinum hjá …

Norðhavssildin væl í holdum seinnu árini

27.10.2022

Síðani 2005 hevur norðhavssildin sum heild verið væl í holdum um veturin og hevur samstundis havt størri rogn. Hetta er mett at vera tengt at, at beit…

Samband ímillum reyðæti, havstreymar og norðhavssild

10.05.2022

Desember 2021 vardi Inga Kristiansen sína Ph.D. verkætlan á Fróðskaparsetrinum um samband millum reyðæti, havstreymar og norðhavssild. Eitt høvuðsúrsl…

Hiti og føði ávirka spjaðing av norðhavssild í mai

24.03.2022

Árligar sildakanningar í mai síðan 1995 vísa, at útbreiðslan av norðhavssild broytist nógv. Fyri at fáa betur greiði á hví so er, hava vit kannað slag…

Útbreiðsla av norðhavssild í mai: Stóra sildin stendur vestari enn smáa sildin

14.01.2022

Síðani 1996 eru á hvørjum ári gjørdar felags kanningar av norðhavssild í Norskahavinum. Kanningarnar verða gjørdar í mai við tí endamáli at veita tøl …

Sildaarvastrongurin lýstur

03.12.2019

Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu, vinnu-ph.d. lesandi á Fróðskaparsetri Føroya og Amplexa Genetics, hevur júst givið út vísindaliga grein í tíðarritinu…