{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Brugda

Cetorhinus maximus

Hon er tjúkkast um miðjuna, smalkar báðar vegir. Hon er trivalig í útsjónd. Brugda hevur tvær ryggfjaðrar, tann fremra er tríhyrnt og stór, hin aftara er lítil. Gotfjøðurin er til støddar sum aftara ryggfjøður og situr undir henni, heldur aftari. Hesar tríggjar fjarðarnar eru spískar aftureftir. Brugda hevur fimm stórar táknarivur ovast av nakkanum og heilt inn undir øsið. Kjalir eru báðumegin á klingruni. Hon hevur stóran kjaft og smáar tenn. Brugdan livir av at síla æti.

Útbreiðsla

Brugda er úr Barentshavinum fram við strondum Evropa til Suðurspania og inn í Miðjarðarhavið. Undir Íslandi til Bretsku Oyggjarnar. Sæst onkuntíð við Grønland. Er eisini við eysturstrond Norðuramerika og við Vesturafrika, Suðurafrika og í Kyrrahavinum. Vanlig undir Føroyum, bæði inni við land og á víðum havi.

Stødd

Brugda er vanliga um 6-10 metrar til longdar. Hon verður tó í mesta lagi 12 m, møguliga 15 m. Hon er størsti fiskur í føroyskum sjógvi og heimsins næststørsti fiskur.

Dýpi

Brugda er bæði botnfiskur og uppsjóvarfiskur. Hon er úr vatnskorpuni niður á 600 metra dýpi.

Litur

Brugda er grábrún og svørt á bakinum, ljósari undir búkinum. Hon hevur ljósar blettir undir øsinum og undir búkinum.

Eyðkenni

Vaksin brugda kennist kanska best á støddini. Tær longu táknarivurnar eru góð ábending um brugdu. Sæst ofta í vatnskorpuni um summarið, og tá sæst, umframt ryggfjøðurina, ofta eisini ovari stertaendi stinga upp úr sjónum.

Týdningur

Brugda hevur stóra livur við nógvum lýsi. Hon hevur tí verið rættiliga nógv veidd. Hon kemur onkuntíð í trol og gørn og ger tá skaða á seg sjálva og á reiðskapin.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Brugda, Brugða
Lat:Cetorhinus maximus
Ala:Basking shark
Dan:Brugde
Eng:Basking shark
Fin:Jattiläishai
Fra:Requin pèlerin, Flaneur, Pelerin
Gri:Skylopsaro, Papás, Proskynitís, Sapounas
Grø:Eqalussuarsuaq
Ísl:Beinhákarl
Ita:Squale elefante, Cetorino, Squale rostrato
Jap:Ubazame, Bakazame, Tenguzame
Ned:Reuzenhaai
Nor:Brugde
Pol:Dlugoszpar
Por:Tubarao frade, Carago, Peixe Frade, Peixe frade, Peixe frado
Rus:Gigantskaja akula
Spa:Peregrino, Marajo gigante, Tiburón ballena
Sve:Brugd, Brygd
Týs:Riesenhai, Mandelhai, Reuzenhai
USA:Basking shark

Viðkomandi tíðindi

  • Gráhávur – ein sjáldsamur gestur

    Herfyri fekk Havstovan ein gráháv (Galeorhinus galeus) at kanna. Hávurin var fingin á línu við Suðuroynna. Hetta er triðja skráseting av gráhávi í føroyskum sjógvi. Tó er hetta fyrsti fiskurin,…

    Les meira

  • Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum vórðu skrásett 88 ymisk sløg av…

    Les meira

  • Fingið merktan skrubbháv

    23. oktober 2017 fekk Havstovan ein merktan skrubbháv frá trolaranum Suðringi. Hesin skrubbhávur varð merktur í Spania 24. december 2014, á positión 43°40N og 04°24W. Dýpið var 1060 metrar. Hann…

    Les meira

  • Fingu stóra brugdu

    Rannsóknarskipið Magnus Heinason fekk í august 2007 eina nærum 10 metrar langa brugdu í trolið. Hetta er úr Sjóvarmál 2011, les víðari her. Viðkomandi tíðindi

    Les meira