{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Ósaskrubba

Platichthys flesus

Ósaskrubba er høgravendur flatfiskur, men rangar ósaskrubbur eru rættiliga vanligar. Hon hevur eina ryggfjøður frá oman fyri vinstra eyga aftur til klingruna, eina gotfjøður frá gotinum aftur til klingruna. Smáar beinknútur eru fram við festinum á ryggfjøðurini og gotfjøðurini. Myrkumegin eru smáar beinknútur av høvdinum og nakað aftur eftir síðuni við strikuna. Strikan er bert eitt sindur bogin oman fyri uggafjøðurina. Hon hevur smáar uggafjaðrar og smáar búkfjaðrar. Hon hevur førligan stert. Píkur er við gotið.

Útbreiðsla

Ósaskrubba er allan vegin frá Marokko norður í Hvítahavið. Hon er í Eystarasalti, nakað inn í Miðjarðarhavið, runt Bretsku Oyggjarnar og undir Føroyum. Ósaskrubba hevur síðan 1999 verið at fingið á Suðurlandinum í Íslandi. Til USA og Kanada er hon eisini komin, trúliga við barlastvatni.

Stødd

Ósaskrubba verður upp í 60 cm long, sjáldan longri enn 30 cm.

Dýpi

Ósaskrubba er nær landi, út á 25 metra dýpi, men er tó fingin á umleið 100 metra dýpi eisini. Ósaskrubban er, sum navnið sigur, ofta í ósum og blandingsvatni. Hon fer viðhvørt nakað niðan í áirnar, men livir annars í sjónum.

Litur

Ósaskrubba tekur lit eftir botni, og er oftast myrkabrún við reydligum blettum óregluliga her og har myrkumegin. Fjaðrarnar hava ein farra av reydligum liti. Hvítumegin er hon oftast mjólkarhvít, men er eisini ofta mislitt við litin á bakinum.

Eyðkenni

Veidd nær landi. Tann myrki liturin. Hon skilist væl frá reyðsprøku m.a. á teimum smáu beinknútunum fram við fjaðrafestunum, og at eingin beinkambur er yvir kápuni myrkumegin.

Týdningur

Ósaskrubba hevur nakað av týdningi sum heimaveiða í Føroyum. Á evropeisku marknaðunum verður nakað selt av ósaskrubbu.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Ósaskrubba
Lat:Platichthys flesus, Pleuronectes flesus
Dan:Skrubbe, Flynder
Eng:Flounder, Black back, Blin geordie, Crookit mooth, Fluke, Freshick, White fluke
Fin:Kampela
Fra:Flet commun, Bieuth, Carrelet, Fanken, Fausse plie, Fiet, Fleton, Flie, Flondre, Piaise, Picaud, Plie de Loire
Gri:Fasi, Kalkani, Kalkáni
Ísl:Flundra
Ita:Passera Pianuzza, Passera Nera, Platessa marmoreggiata
Jap:Karei
Ned:Bot, Ijbot
Nor:Skrubbe, Harbakke, Kvasse, Vassflyndre
Pol:Stornia
Por:Petruça, Patrussa, Solha de pedras
Rus:Recnaja kambala, Kambala, Rechnaya kambala
Sco:Beggar fluke, Black back, Craig fluke, Crookit mooth, Fluke, Freshick
Spa:Platixa, Acedia, Platija, Platuja
Sve:Skrubbskädda, Flundra, Skrubba, Skrubbflundra
Týs:Flunder, Butt, Struffbutt
USA:Flounder

Viðkomandi tíðindi

  • Tilmæli 2025

    Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastovnurin er eisini oman fyri fyrivarnismørkini. Fyri…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá…

    Les meira

  • Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

    Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á forvitnisliga Sjósavninum eru tey altíð…

    Les meira

  • Meir av toski og nógv av hýsu

    Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nøgdin er tó enn væl undir…

    Les meira