
Verkætlanir, sum eru í gongd
Afturat vanliga arbeiðinum, arbeiðir Havstovan við fleiri verkætlanum. Summar av hesum ger stovnurin einsamallur, meðan aðrar verða framdar í samstarvi við føroyskar ella útlendskar granskingarstovnar og/ella vinnuna. Verkætlanirnar eru oftast heilt ella partvíst fíggjaðar uttan fyri Havstovuna.
-
MeCCAM – Measures for Climate Change Adaptation and Mitigation in European fisheries
Fígging: Horizon EuropeÁbyrgd á Havstovuni: Jan Arge JacobsenEndamálið við MeCCAM verkætlanini er at útvega fiskivinnuni í Norðureysturatlantshavi nýskapandi, vísindaliga grundaðar loysnir til at laga seg til veðurlagsbroytingarnar og minka um ávirkanina, sum fiskivinnan hevur á umhvørvið. Les meira
-
PHATE – Marine phycotoxins in the Arctic: an emerging climate change risk
Fígging: NorðforskÁbyrgd á Havstovuni: Ian SalterEndamál við verkætlanini er at veita heildarfevnandi váðametingar og tillagingaramboð, sum taka hædd fyri stórskala havtilgongdum og tí vistfrøðiliga samanhanginum í Arktis. Les meira
-
Henda verkætlanin hevur til endamáls at víðarimenna nýtsluna av innvigingardátum frá fiskivinnuni sum stuðul í stovnsmetingum hjá Havstovuni. Verkætlanin byggir á úrslit frá pilotverkætlanini í 2023-2024, sum vísti, at innvigingartøl frá landingum kunnu geva virðismikla stuðlandi vitan til verandi staksýni og styrkja dátugrundarlagið undir stovnsmetingum. Les meira
-
PHYTO-TRAITS – Morphological and nutritional traits of phytoplankton in Faroe Islands, Greenland and North Atlantic Ocean
Fígging: Havgransking í NorðuratlantshaviÁbyrgd á Havstovuni: Ian SalterEndamálið við verkætlanini er at skilja broytingar og teir havfrøðiligu stýrifaktorarnar fyri eginleika-vistfrøði hjá plantuplanktoni í Norðuratlantshavi. Plantuplanktonsamfeløg og havfrøðilig viðurskifti broytast orsakað av veðurlagsbroytingum og havsúrgan, men árinini á føðslueginleikarnar, sum stýra planktonføðiketum, eru óviss. Les meira
-
Fleiri fiskasløg av vinnuligum týdningi, so sum upsi og toskur, liva sum yngul inni við land í taraskógi o.l., áðrenn fiskurin fer út á Landgrunnin og legst aftrat vaksna stovninum. Sera avmarkað vitan er um fiskin tað tíðarskeiðið, hann er inni á firðunum, og ongar regluligar kanningar eru, sum kunnu lýsa gongdina. Les meira
-
Seinastu árini hava ábendingar verið um broytingar í støðuni hjá føroyskum toski, serliga tá fiskurin er rak og leitar nærri landi eftir føði. Hetta hevur víst tørvin á betri og meira samanhangandi dátugrundarlagi fyri at fylgja gongdini hjá fiskastovnunum gjøgnum alt árið. Les meira
-
Brúkaravinarlig yvirlit av opnum og stongdum fiskileiðum
Áramál: 2026Fígging: FiskivinnuroyndirÁbyrgd á Havstovuni: Sólvá K. EliasenEndamálið við verkætlanini er at útbyggja heimasíðuna hjá Havstovuni (hav.fo), soleiðis at til ber at síggja nær og hvar ymiskir skipabólkar/fiskireiðskapir kunnu fiska ígjøgnum árið í føroyskum sjóøki. Les meira
-
Hvussu kunnu skipsdagbøkur og innvigingartøl brúkast í stovnsmeting av reyðsprøku og tungu?
Ábyrgd á Havstovuni: Hannipoula OlsenEndamálið við hesi verkætlan er at útgreina og lýsa, hvussu taltilfar frá skipsdagbókum og innvigingarskipanum á landingarmiðstøðum kann nýtast í framtíðar stovnsmeting av reyðsprøku og tungu, sum stuðlandi vísutøl fyri stovnsstødd og býti, tá ið taltilfar, so sum aldursbýtið í veiðuni (catch-at-age) og index frá árligu yvirlitstrolingunum, ikki eru nøktandi. Les meira
-
IEA-NOR fer at levera: eina røð av vistskipanarligum indikatorum og tilhoyrandi mørkum; fleirgeiraða gjøgnumskygda váðameting; vistskipanarútlit frá fáum árum til fleiri áratíggju inn í framtíðina; gjøgnumskygd og samvirkin amboð til at kanna og skilja núverandi og framtíðar støðu í vistskipanini í Norskahavinum og fiskiskapinum í økinum. Les meira
-
Genomic Architecture of Sex: exploring the role of environmental clines in the sex determination of Greenland halibut
Fígging: Havgransking í NorðuratlantshaviÁbyrgd á Havstovuni: Lise Helen OfstadEndamálið er at lýsa íleguhópin (genomiska bygnaðin) hjá svartkalva og hvussu hann broytist eftir Rygginum, við serligum atliti til kyn og landafrøði. Les meira
-
Samband millum laksaaling og upsa
Áramál: 2025Fígging: Uttanríkis- og vinnumálaráðiðÁbyrgd á Havstovuni: Ása JacobsenEin tvídeild verkætlan, har annar parturin verður gjørdur av Firum og hin av Havstovuni. Les meira
-
ObsSea4Clim – Ocean observations and indicators for climate and assessments
Fígging: Horizon EuropeÁbyrgd á Havstovuni: Karin Margretha H. LarsenEndamálið er at stuðla undir meiri nágreinum veðurlagsanalysum og -forsøgnum, bæði regionalt og globalt, og menna nøkur ítøkilg mál fyri burðardyggari framtíð. Les meira
-
Si-4-Eco – Silicate – gyre dynamics: consequences for north Atlantic ecological productivity
Fígging: Havgransking í NorðuratlantshaviÁbyrgd á Havstovuni: Hjálmar HátúnThe main objective is to investigate and quantify how the sub‐polar gyre in the north Atlantic affects the productivity of multiple trophic levels throughout the food web. Les meira
-
Faroe-AMOC – Termohalina rákið gjøgnum føroyskt sjóøki
Ábyrgd á Havstovuni: Karin Margretha H. LarsenÍ verkætlanini verður dentur lagdur á rákið av heitum og køldum sjógvi millum Norðuratlantshav og Arktis, og ávirkanina, sum hesir týdningarmiklu streymar hava á veðurlagið um okkara leiðir. Les meira
-
GloBECC – Gelatinous Lifeforms in Faroese waters: Biodiversity, Regional Connectivity, and Capacity building
Fígging: GranskingarráðiðÁbyrgd á Havstovuni: Ian SalterEndamálið við hesi verkætlanini er at seta í verk eina føroyska hvalspýggju-yvirvøku, og at stovna og menna ein føroyskan hvalspýggju dátugrunn í GLoBECC við dátum, sum fara at fáast til vega í sambandi við sjókanningar, sum Havstovan, Firum og Bakkafrost longu gera. Les meira
-
BlueCea – Tracing the fate of Macroalgae with a focus on blue carbon processes in sub-arctic North Atlantic fjord ecosystems and beyond
Fígging: Havgransking í NorðuratlantshaviÁbyrgd á Havstovuni: Petur SteingrundVeðurlagsbroytingar gera, at fleiri firðir verða ísfríir og tí kunnu taraskógir breiða seg. Umframt hetta benda metingar á, at núverandi framleiðsla av tara stendur fyri meginpartinum av CO2 upptøkuni í gróðri. Men um hetta CO2 verður endaliga botnsett ella endar aftur í luftini, vita vit ikki. Les meira
-
ClimeFishLink – Linking 80 years of variation in fish growth to climaticeffects on food webs, temperature and field metabolic rates using otolith chemistry
Fígging: Havgransking í NorðuratlantshaviÁbyrgd á Havstovuni: Petur SteingrundEndamálið við verkætlanini er at kanna vøkstur hjá toski og hýsu undir Føroyum yvir eitt langt tídarskeið og at seta hetta í samband vid havstreymar, sjóvarhita og føði. Les meira
-
SEATRACK
Ábyrgd á Havstovuni: Jóhannis DanielsenEndamálið er at kanna, hvar sjófuglurin er um veturin. Hetta verður gjørt við at seta goymslumerki á beinið á fuglinum. Fyri at fáa úrslitini úr goymslumerkjunum, má fuglurin fangast aftur, og tí er tað bert búfuglur, sum verður merktur. Les meira
-
Status viðvíkjandi fiski og havumhvørvi kring Føroyabanka
Fígging: FiskivinnuroyndirÁbyrgd á Havstovuni: Ian SalterEndamálið er at savna allar dátur um Føroyabanka og havøkið kring Bankan. Granska og viðgera hesar dátur, fyri síðani at leggja hesar fram á ráðstevnu. Somuleiðis at fáa útgivið mest møguligt av hesi vitan til gleði fyri vinnu og samfelag í Føroyum. Les meira
-
Stovnsbygnaður hjá svartkalva í Norðuratlantshavi
Fígging: Norðurlandaráðið (AG-Fisk)Ábyrgd á Havstovuni: Luis Ridao CruzEndamálið við verkætlanini er at at fáa betri greiði á útbreiðslu og stovnsstødd hjá ymsu svartkalvastovnunum, soleiðis at góð ráðgeving kann veitast. Les meira
-
ISIHER – Implementing Stock Identification for sustainable harvesting of HERring
Fígging: The Research Council of NorwayÁbyrgd á Havstovuni: Eydna í HomrumHøvuðsendamálið við ISIHER at eyðmerkja allar sildastovnar í Norskahavinum. Les meira
-
Bleytur makrelur og Kudoa-infektión
Ábyrgd á Havstovuni: Dánjal Petur HøjgaardEndamálið er at kortleggja og dokumentera trupulleikan hjá føroysku makrelvinnuni við „bleytum makreli“, sum stendst av mikroveruni Kudoa thyrsites. Les meira
-
TOPLINK – Marine top predators as ecosystem indicators in the central North Atlantic
Fígging: Havgransking í NorðuratlantshaviÁbyrgd á Havstovuni: Bjarni MikkelsenEndamálið er at kanna lívfrøði og vistfrøðiliga týdningin av havsúgdjórum í Norðurhøvum, við atliti til ávirkan av hav- og vistfrøðini tvørtur við rygginum millum Grønland og Hetland. Les meira
-
COPS – Dynamics of Calanus species linked to Oceanographic processes, Predators and carbon Sequestration
Fígging: Havgransking í NorðuratlantshaviÁbyrgd á Havstovuni: Eilif GaardÆtlanin er, at fáa betur greiði á nøgdum og samanseting av djóraæti eystan-, vestan-, og sunnan fyri Føroyar frá 1993 til 2023. Les meira
-
JERICO-S3 will provide a state-of-the-art, fit-for-purpose and visionary observational Research Infrastructure (RI), expertise and high-quality data on European coastal and shelf seas. Les meira
-
FjordProcess – Key processes governing pelagic productivity in sub-arctic North Atlantic fjord ecosystems
Fígging: Havgransking í NorðuratlantshaviÁbyrgd á Havstovuni: Eydna í HomrumEndamálið við verkætlanini er, at seta skjøtul á skipaðar kanningar í føroyskum firðum og sundum. Serligur dentur verður lagdur á at kanna sambandið millum firðir og sund og Landgrunnin. T.d. hvussu gróðurin á Landgrunninum ávirkar firðirnar, men eisini um gróðurin á firðunum ávirkar Landgrunnin. Les meira
Tíðindi
Grein um havstreymar kring Føroyar og Havstovuna í amerikonskum miðli
13.10.2026
Herfyri vóru tíðindi úr Føroyum at síggja á miðlinum “The Post and Courier” í South Carolina í USA. Talan er um grein, sum í høvuðsheitum snýr seg um …
Móra og sandur á havbotninum kunnu avdúka søguna um djúphavsstreymar
12.10.2026
Frá 31. august til 7. september 2026 vóru granskarar frá Havstovuni, Jarðfeingi, GEUS (Danmarks og Grønlands Geologiske Undersøgelser) og UiT (Norges …
Árliga fiskamerkingin á Landgrunninum
12.10.2026
Tað eydnaðist at merkja 1160 fiskar á Landgrunninum á merkingartúrinum í ár, hóast veður og onnur viðurskifti avmarkaðu longdina á túrinum. Tað er í s…
ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2027
30.09.2026
Mest loyvda veiða í 2027 hækkar fyri allar tríggjar stovnarnar. Makrelur Tilmælið fyri makrel er 352.938 tons fyri 2027, sum er ein hækking á heili 10…
Børnini royndu seg sum fiskifrøðingar
29.09.2026
Á Vísindavøkuni í ár kundu fólk royna seg sum “fiskifrøðingar” á básinum hjá Havstovuni. Endamálið var at gera eina stovnsmeting av “bláfiskastovninum…
Nú síggjast nósar aftur
29.09.2026
Eyðkendu hvítu nósarnir hjá láturkópi, ið av og á koma á land um heystið, deila óhepnu støðuna at vera skolaðir út av látrum. Samstundis hava teir mis…
Minkandi nøgdir av toski á Føroyabanka, men framvegis nógv hýsa
18.09.2026
Jákup Sverri var á árligu heystyvirlitstrolingini á Føroyabanka frá 8. til 15. september, og vóru allar 29 trolstøðirnar tiknar. Minni var at fáa av t…
Lívið í einum dropa – eygleiðingar av plantuæti á Landgrunninum í eina fjórðingsøld
15.09.2026
Hetta er heitið á framløgu hjá Elaine Runge, PhD-lesandi, hóskvøldið 17. september kl. 19 á Bókasavninum á Sandi. Framløgan er partur av Vísindavøku á…



























