
Glæmufiskur
Polymetme corythaeola
Sjáldsamur fiskur um okkara leiðir. Fyrstu ferð skrásettur í føroyskum øki norður av Ytrabanka í 2009. Hoyrir til fiskahópin „Ljósfiskar“ (Stomiformes).
Fiskurin hevur fingið navnið “glæmufiskur” havandi í huga tey mongu ljósgøgnini, hann hevur niðast á síðunum.
Útbreiðsla
Í Atlantshavinum er glæmufiskur fingin norður móti Biscayavíkini og Porcupinebanka, ið er í ein útsynning úr Írlandi. Glæmufiskur er eisini í Kyrrahavinum.


Stødd
Kann blíva upp í 26 cm langur.
Dýpi
Er at finna úr 165 m niður á umleið 800 m.
Litur
Glæmufiskur hevur myrkt bak, silvurlittar síður og svartar blettir á ytru strálunum á stertinum.
Eyðkenni
Tey mongu ljósgøgnini, hann hevur niðast á síðunum.
Týdningur
Ongan vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
| Før: | Glæmufiskur | |
| Lat: | Polymetme corythaeola | |
| Eng: | Rendezvous fish | |
| Ísl: | Silfurpolli |

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi

Møguleiki fyri framstigi í stovnsmetingini av svartkjafti
09.06.2026
Tað er eitt úrslit frá verkætlanini Blue Ocean (Blue whiting recruitment, distribution and Ocean-climate processes in the north Atlantic Ridge area), …

Sildakanningar norðanfyri
15.05.2026
Jákup Sverri kom týsdagin 12. mai aftur á Havnina av sildakanningum norðanfyri, eftir at hann og íslendska havrannsóknarskipið, Þórunn Þórðardóttir, f…

Framvegis lítið til av toski á føroyska landgrunninum
25.03.2026
Rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur gjørt árligu váryvirlitstrolingina á føroyska landgrunninum, har 92 hál á ein tíma vóru tikin. Nøgdin av toski var…

Fiskur og havumhvørvi á Føroyabanka
26.01.2026
Havstovan bjóðar øllum við áhuga í Føroyabanka, tað veri seg vinnuligt, vísindaligt, politiskt ella alment, at luttaka í einum kunnandi tiltaki um Før…

Framløga á Bátasavninum í Leirvík
09.01.2026
Hósdagin 22. januar 2026 kl. 19 verða nýggj úrslit frá tveimum granskingarverkætlanum løgd fram. Onnur verkætlanin snýr seg um gulllaks, hin um reyðsp…

Tilmæli 2026
22.12.2025
Tann 22. desember 2025 lat Havstovan Tilfeingis- og Vinnumálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2026. Mælt verður til, at fiskida…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2026
28.11.2025
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Fingu egghylkir av ringhávi í trolið
16.10.2025
Tá Jákup Sverri var árliga djúpvatnstúrin í september í ár (sí túrfrágreiðing her), vórðu tvey brún egghylkir funnin í trolinum. Hetta hendi vestarlag…
