{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Silvurkalvi

Trachipterus arcticus

Kroppurin hevur mest sum bendilsskap, langur, tunnur og hávaksin. Silvurkalvi hevur eina rættiliga vælvaksna ryggfjøður, av nakkanum aftur móti klingruni. Fremstu 5-6 teinarnir stinga nakað upp um hinar, eitt sindur duskakendir. Hann hevur heilt smáar búkfjaðrar og smáar uggafjaðrar, men onga gotfjøður. Sterturin er upprendur. Høvdið er stutt og lítið. tannleysi kjafturin er lítil og stendur eitt sindur fram úr fiskinum. eyguni eru rættiliga stór. Á gomlum fiskum kann duskurin á ryggfjøðurini vera burtur og eisini sterturin, og búkfjaðrarnar eru minkaðar ella eru burtur.

Útbreiðsla

Hann sæst av og á undir Føroyum. Hann svimur seg viðhvørt upp á land ella spælir sær í vatnskorpuni innansyndis. Hann er onkuntíð fingin á laksalínu undir Føroyum og eisini á tráðu í Sandagerði í Tórshavn, og av og á fæst hann eisini í nútíðar stóru flótitrolum. er í norðuratlantshavinum, við noreg, undir Íslandi og av Hvarvinum til Portugals og Marokko.

Stødd

Silvurkalvi verður upp í 3 metrar til longdar.

Dýpi

Hann er uppsjóvarfiskur úr vatnskorpuni niður á 600 m.

Litur

Fjaðrarnar eru reyðar, og kroppurin er silvurblankur. Einir 4-5 dimmir blettir eru eftir síðunum undir ryggfjøðurini.

Eyðkenni

Silvurkalvi líkist í litum og skapi sildakongi, tó silvurkalvin verður ikki so langur, og hann er eisini lutfalsliga hægri.

Týdningur

Silvurkalvi hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Silvurkalvi
Lat:Trachipterus arcticus
Dan:Vågmær
Eng:Dealfish
Fin:Viikatekala
Fra:Trachyptère atlantique, Argentin, Gros argentin, Poisson ruban, Ruban, Trachyptére
Ísl:Vogmær
Nor:Sølvkveite
Pol:Wstegor polarny
Rus:Vogmer
Sve:Vågmär, Sølvfisk, Sølvkveit
Týs:Bandfisch, Nordischer Bandfisch, Strumpfbandfisch
USA:Dealfish

Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

15.05.2024

Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…