{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Kúlulaksur

Oncorhynchus gorbuscha

Kúlulaksur er smidligur fiskur. Hann hevur eina ryggfjøður mitt á bakinum, eina fitifjøður aftur móti klingruni, hon er væl størri enn á øðrum laksafiskum. Sterturin er nakað innbogin. Strikan er bein. Í gýtingini fáa siljafiskarnir stóra kúlu á bakið og krók á undirkjaftin.

Útbreiðsla

Upprunaliga er hetta ein laksur úr norðasta partinum av Kyrrahavinum. Aliroyndir vórðu gjørdar í Norðurrusslandi, og haðani komu nakrir teirra til Føroya, m.a. er hann fingin í Hvalvík, í Sørvági og á Tvøroyri.

Stødd

Hann verður upp í 76 cm langur, vanliga umleið 55 cm.

Dýpi

Anadromur fiskur. Í sjónum er hann úr vatnskorpuni og niður á 50 metrar.

Litur

Kúlulaksur er silvurblankur um síðurnar og bláur ella blágrønur um bakið, hvítligur undir búkinum. Hann hevur stórar, dimmar blettir um bakið og á stertinum. Í gýtingini skiftir hann lit, verður dimmur um bakið, síðurnar verða reydligar við brúngrønligum blettum. Rognafiskar fáa sama lit, men minni ógvisligt.

Eyðkenni

Ovara kjaftbein røkkur væl aftur um eygað. Hann hevur stóra fitifjøður og blettir á stertinum. Í gýtingini er kúlan á bakinum á siljafiski gott eyðkenni.

Týdningur

Kúlulaksur hevur stóran týdning, nógv verður bæði fiskað og alið tó ikki í Føroyum.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Kúlulaksur
Lat:Oncorhynchus gorbuscha
Ala:Amarturpiaq
Dan:Pukkellaks
Eng:Pink salmon, Humpback salmon
Fin:Kyttyrälohi
Fra:Saumon rose, Saumon a bosse
Gri:Roz solomós
Ísl:Bleiklax, Hnúðlax
Ita:Salmone rosa
Jap:Karafutomasu, Sepparimasu
Ned:Rode zalm, Pink zalm, Roze zalm
Nor:Pukkellaks
Por:Salmão rosa
Rus:Kraska-balyk, Gorbuscha, Krasnina, Kykhyl-balyk, Uru
Spa:Salmón rosado
Sve:Puckellax
Týs:Buckellachs, Rosa Lachs
USA:Pink salmon

Viðkomandi tíðindi

  • Tilmæli 2025

    Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastovnurin er eisini oman fyri fyrivarnismørkini. Fyri…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá…

    Les meira

  • Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

    Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á forvitnisliga Sjósavninum eru tey altíð…

    Les meira

  • Meir av toski og nógv av hýsu

    Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nøgdin er tó enn væl undir…

    Les meira