Seilur
Gonostoma elongatum
Seilur hevur høgan og smalan kropp, sum breitt knívsblað. Hann hevur lítið høvd, smá eygu frammarlaga á gronini og stóran kjaft. Ovara kjaftbein gongur heilt aftur til kápuna. Hann hevur hvassar tenn, um enn ikki so langar. Hann hevur eina ryggfjøður, fremri endi er umleið mitt á bakinum, eina lítla fitifjøður mitt millum ryggfjøður og stert, smáar uggafjaðrar og smáar búkfjaðrar tætt aftur móti tí longu gotfjøðurini. Gotfjøðurin byrjar heldur fremri enn ryggfjøðurin og kemur næstan aftur til tann nógv sýlda stertin. Stór ljósgøgn eru niðast á síðunum og um sporlið, 2 ljósgøgn niðast á klingruni, dupult rað framman fyri gotfjøðurina.
Útbreiðsla
Seilur er norður ímóti Íslandi og Føroyum. Í flógvum sjógvi í øllum heimshøvunum uttan Miðjarðarhavinum. Undir Føroyum er hann fingin í botntroli 35 fjórðingar í útnyrðing úr Mykinesi og í flótitroli suður av Munkagrunninum.
Stødd
Seilur verður í minsta lagi 27 cm.
Dýpi
Hann er úr 50 niður á 400 m um náttina, niður á 1200 m ella enn djúpari um dagin.
Litur
Hann er dimmur, myrkt brúnur, svartur. Síðurnar eitt sindur silvurblankar. Fjaðrarnar eru smáprikkutar.
Eyðkenni
Smali kroppurin, liturin, lítla høvdið, langa gotfjøðurin og ljósgøgnini niðast á síðunum.
Týdningur
Seilur hevur ikki vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
Før: | Seilur |
Lat: | Gonostoma elongatum |
Eng: | Elongated bristlemouth fish, Long-tooth anglemouth |
Fra: | Gonostome a grandes dents |
Ísl: | Kjálkastirnir |
Jap: | Ô-yoko-eso |
Rus: | Gonostoma |
USA: | Elongate fangjaw, Longtooth anglemouth |
Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi
Tilmæli 2025
Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastovnurin er eisini oman fyri fyrivarnismørkini. Fyri…
ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá…
Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið
Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á forvitnisliga Sjósavninum eru tey altíð…
Meir av toski og nógv av hýsu
Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nøgdin er tó enn væl undir…