{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Liri

Anarhichas minor

Liri er nakað mjávaksin fiskur, hann er hægri, enn hann er breiður. Hann hevur eina ryggfjøður av nakkanum aftur í klingruna. Hann hevur eina gotfjøður frá gotinum aftur í klingruna. Hann hevur heldur lítlan stert, stórar uggafjaðrar og ongar búkfjaðrar. Høvdið er lítið og rundleitt, tykist nakað kubbut, við stuttari og rundari gron. Hann hevur stórar, framstandandi og avrundaðar, sterkar tenn. Hann bítur ógvuliga fast. Hann hevur smá eygu, ið sita rættiliga tætt saman, ovarlaga á høvdinum.

Útbreiðsla

Liri er í Grønlandi til Barentshavið, undir Íslandi, Føroyum, við Hetland og Noreg. Vestanfyri er hann úr Baffinsflógva til Massachussetts.

Stødd

Liri verður upp í 180 cm langur, men er vanliga ikki longur enn 120 cm.

Dýpi

Hann er úr umleið 25 metra dýpi niður á 600 metra dýpi.

Litur

Hann er gulgráur-tanggrønur við nógvum, heldur stórligum, gulbrúnum, myrkum-svørtum blettum á høvdi, baki og síðum, ljósari undir búkinum. Afturrondin á stertinum er ljós.

Eyðkenni

Liri kennist frá øðrum steinbítasløgum serliga á tí blettutu skræðuni. Høvdið er lutfalsliga størri enn á steinbíti.

Týdningur

Liri verður avreiddur, men nøgdirnar eru ikki stórar.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Liri, Steinbítsbróðir
Lat:Anarhichas minor
Dan:Plettet havkat, Tigerplettet havkat
Eng:Spotted wolffish, Smaller catfish, Spotted catfish
Fin:Meripantteri
Fra:Loup tacheté
Grø:Qeeraq milattooq, Kaerrak, Kêrak, Qeeqqat, Qêraq
Ísl:Hlýri
Ita:Bavosa lupa
Ned:Gevlekte zeewolf
Nor:Flekksteinbit
Pol:Zebracz plamisty, Zebacz pstry
Por:Gata
Rus:Pestraja zubatka
Týs:Gefleckter Katfisch
USA:Spotted wolffish

Viðkomandi tíðindi

  • Tilmæli 2025

    Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastovnurin er eisini oman fyri fyrivarnismørkini. Fyri…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá…

    Les meira

  • Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

    Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á forvitnisliga Sjósavninum eru tey altíð…

    Les meira

  • Meir av toski og nógv av hýsu

    Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nøgdin er tó enn væl undir…

    Les meira