{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Brislingur

Sprattus sprattus

Hann hevur eina ryggfjøður mitt á bakinum. Eina gotfjøður, ið er aftur móti klingruni. Búkfjaðrarnar eru undir ella beint frammanvert fremra kant á ryggfjøðurini. Hann hevur umleið 50 roðslur mitt aftur eftir síðuni.

Útbreiðsla

Brislingur er undir Føroyum, m.a. á Skálafirði, í Sundalagnum, á Trongisvágsfirði og Vágsfirði. Er annars í Eystarasalti, í donskum sjógvi, við Miðnoreg, í Norðsjónum og runt Bretsku Oyggjarnar til Marokko. Er eisini í Miðjarðarhavinum og Svartahavinum.

Longdarbýti í føroysku veiðuni
Vektarbýti í føroysku veiðuni
Aldursbýti í føroysku veiðuni

Stødd

Brislingur verður neyvan størri enn 16 cm. Vanlig longd er 7-12 cm.

Dýpi

Brislingur er uppsjóvarfiskur, ofta inni við land.

Litur

Hann er dimmgrøn-bláur á bakinum. Silvurblankur um síðurnar og undir búkinum.

Eyðkenni

Hann líkist sild. Búkfjaðrarnar hava 7 (sjáldan 8) teinar, sildin hevur 9. Hann hevur hvast kjalarskrubb, sum hakar í, tá strokið verður frameftir.

Týdningur

Brislingur hevur nakað av týdningi í fiskiskapinum, eisini í Føroyum.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Brislingur
Lat:Sprattus sprattus sprattus
Dan:Brisling, Skarpsild
Eng:Sprat, Brisling, Garvie
Fin:Kilohaili, Kilhaili
Fra:Esprot, Aeillet, Aloujeau, Amelette, Gouvène, Harenguet, Melet, Melette, Menuise, Oeillet, Sprat, Sprot
Gri:Papalína, Sprot
Ísl:Brislingur
Ita:Sardellina, Papalina, Sarda, Serretta, Spratto, Sprot
Jap:Nishi no rui
Ned:Sprot, Sardijn
Nor:Brisling, Skarpsild
Pol:Szprot
Por:Espadilha, Lavadilha, Navalhinha
Rus:Chernomorski shprot, Ki’lka, Shprot
Spa:Espadin, Arenque deanchoa, Espadín, Trancho
Sve:Skarpsill, Vassbuk
Týs:Breitling, Sprott, Sprotte

Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Verkfrøðilesandi í starvslæru á Havstovuni

02.07.2024

Síðsta hálvárið hevur Jákup Jógvansson Clementsen, ið lesur á Danmarks Tekniske Universitet, verið í starvslæru á Havstovuni. Tað er partur av lesnaði…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…