{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Állahávur

Chlamydoselachus anguineus

Kropsskapið er langt og klænt, nakað líkt álli. Hann hevur lítið høvd. Eyguni eru heldur smá og sita fremst á kjálkunum. Hann hevur seks táknarivur og stórt gap. Tenninar eru heilt serligar. Á tanngarðinum, bæði í yvirkjaftinum og undirkjaftinum, eru 6-7 smáir vølir og glopp ímillum, og hvør vølur hevur 5-12 smáar, hvassar og spískar tenn, ið standa í røðum. Állahávur hevur eina ryggfjøður aftast á sporlinum, smáar uggafjaðrar, eina gotfjøður, ið er nakað størri enn ryggfjøðurin. Búkfjaðrarnar eru heldur størri enn gotfjøðurin. Hann hevur lítlan og lágan stert, ið gongur næstan beint aftur úr rygginum.

Útbreiðsla

Frá Norðurnoregi til Suðurafrika. Hann er annars í Kyrrahavinum og Indiahavinum. Nakrir fáir eru seinastu árini fingnir sunnan fyri Føroyar.

Stødd

Kvennfiskar verða upp í 200 cm langir og kallfiskar upp í 150 cm.

Dýpi

Állahávur er botnfiskur, vanliga millum 120 m og 1575 m, men er onkuntíð fingin í vatnskorpuni.

Litur

Hann er javnt grábrúnur, nakað dimmur, kanska heldur ljósari undir búkinum.

Eyðkenni

Állahávur hevur seks táknarivur, lítið høvd og serkendar tenn, langt og mjátt kropsskap.

Týdningur

Állahávur hevur ikki havt vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Állahávur
Lat:Chlamydoselachus anguineus
Dan:Kravehaj
Eng:Frilled shark, Frill-gilled shark, Scaffold shark, Silk shark
Fin:Kaulushai
Fra:Requin lézard
Ita:Squalo serpente
Jap:Rabuka
Ned:Franjehaai
Nor:Kragehai
Por:Cobra, Tubarao, Tubarão-cobra
Rus:Plascenosnaja akula
Spa:Tiburón anguilla
Sve:Kråshaj
Týs:Kragenhai, Krausenhai
USA:Frill shark

Viðkomandi tíðindi

  • Gráhávur – ein sjáldsamur gestur

    Herfyri fekk Havstovan ein gráháv (Galeorhinus galeus) at kanna. Hávurin var fingin á línu við Suðuroynna. Hetta er triðja skráseting av gráhávi í føroyskum sjógvi. Tó er hetta fyrsti fiskurin,…

    Les meira

  • Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum vórðu skrásett 88 ymisk sløg av…

    Les meira

  • Fingið merktan skrubbháv

    23. oktober 2017 fekk Havstovan ein merktan skrubbháv frá trolaranum Suðringi. Hesin skrubbhávur varð merktur í Spania 24. december 2014, á positión 43°40N og 04°24W. Dýpið var 1060 metrar. Hann…

    Les meira

  • Fingu stóra brugdu

    Rannsóknarskipið Magnus Heinason fekk í august 2007 eina nærum 10 metrar langa brugdu í trolið. Hetta er úr Sjóvarmál 2011, les víðari her. Viðkomandi tíðindi

    Les meira