
Framvegis nógvur fiskur á Føroyabanka
Triðja árið á rað vísir váryvirlitstrolingin á Føroyabanka væl meira av toski enn var vanligt frá 2006 til 2019. Hetta var bert stórur vælvaksin gýtandi toskur. Havast skal tó í huga, at tað var lítið at fáa av toski í yvirlitstrolingini í september 2021 og tí er framvegis óvist, hvussu nógv er til av toski á Føroyabanka. Hinvegin er eingin ivi um, at tað er nógv av hýsu á Føroyabanka. Sera nógv var at fáa av hýsu, bæði stórari og smáari. Nøgdirnar av upsa vóru munandi størri enn undanfarin ár og var talan um stóran upsa.

Myndin vísur nøgd (kg pr. tíma) av toski, hýsu og upsa á váryvirlitstrolingunum á Føroyabanka frá 1983 til 2022.
Vegna veður var bara roynt í góðar tríggjar dagar og var grunni parturin av Føroyabanka raðfestur. Vanliga verða 29 hál á ein tíma tikin, men í ár blívu einans 17 hál gjørd. Í hálunum vóru skrásett 17 fiskasløg og tvey sløg av høgguslokki. Nebbasild stóð í trolmeskunum á flestu trolstøðunum, og magakanningarnar vístu, at væl var etið av nebbasild. Sjóvarhitin við botn lá um 8,0 oC.
Les alla frágreiðingina her.
Viðkomandi tíðindi

Stuttur túrur á Bankanum
Ringt veður hevði við sær, at váryvirlitstrolingin á Føroyabanka bleiv nakað stutt, og einans 9 av 29 trolstøðum vórðu kannaðar. Mest varð fingið av hýsu (Mynd 1), og var meginparturin

Framvegis lítið til av toski á føroyska landgrunninum
Rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur gjørt árligu váryvirlitstrolingina á føroyska landgrunninum, har 92 hál á ein tíma vóru tikin. Nøgdin av toski var eitt vet størri enn í fjør, men framvegis

Tilmæli 2026
Tann 22. desember 2025 lat Havstovan Tilfeingis- og Vinnumálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2026. Mælt verður til, at fiskidagatalið hjá Bólki 2 (trolarar) minkar við

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2026
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá
