{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Longa

Molva molva

Longa er virðismikil fiskur og verður nógv veidd. Øll longa undir Føroyum verður mett sum ein stovnur.

Longan er langur, mjáur fiskur. Gotfjøðurin er frá gotinum aftur á klingruna. Hon hevur tvær ryggfjaðrar, fremra stutt, aftara er long. Uggafjaðrarnar røkka aftur undir miðjuna á fremru ryggfjøður. Búkfjaðrarnar eru niðarlaga fremst undir búkinum. Tær eru smalar og umleið somu longd sum uggafjaðrarnar. Sterturin er rundaður. Hvíta strikan er bein. Høvdið er langt og smalt. Hon hevur stóran kjaft við stórum, hvøssum tonnum, lítið yvirbit. Finnan er longri enn eygnatvørmátið.

Góð eyðkenni eru langa, mjáa kropsskapið, hvítu rendurnar ytst á stóru fjarðunum og stertinum og lítla yvirbitið.

Longa verður upp í 185 cm long. Elsta aldursgreinaða longan undir Føroyum var 18 ár.

Útbreiðsla

Longa er vanlig í vestara parti av Barentshavinum, undir Íslandi, kring Bretsku Oyggjarnar, í Norðsjónum, Skagerrak og Kattegat til norðara arm á Biskeiavíkini. Hon er sjáldsom í Miðjarðarhavinum, í Grønlandi og Norðuramerika.

Við Føroyar er longa vanlig bæði á Landgrunninum, Føroyabanka, Ytrabanka (Bill Bailey Banka), Ytstabanka (Lúsabanka) og grunna partinum av Wyville-Thomson rygginum. Longa er fingin frá heilt grunnum vatni inni við land og niður ímóti 650 m dýpi; tað er tó sjáldsamt at fáa longu djypri enn 400 m.

Veiða

Frá 1904 til miðskeiðis í 1950-unum varð longan bert tikin sum hjáveiða í bretska trolfiskiskapinum og veiðan var minni enn 1000 tons. Men so tók veiðan eftir longu við línu seg rættiliga upp, og vóru tað bæði bretar, norðmenn og føroyingar, ið royndu. Parturin hjá bretum minkaði støðugt frá fyrst í sekstiárunum, og eftir at fiskimarkið varð flutt út á 200 fjórðingar í 1977, hava føroyingar og norðmenn fiskað nógv tað mesta.

Síðani 1980 hevur veiðan stórt sæð ligið millum 4000 og 6000 tons. Føroyski parturin av veiðuni hevur seinnu árini verið millum 40 og 80%. Restin er fyri tað mesta norsk veiða. Føroyski parturin verður fyri tað mesta fiskaður við línu og restin við troli. Øll tann norska veiðan verður fiskað við línu.

Føroyska veiðan síðstu árini
Longdarbýti í føroysku veiðuni
Aldursbýti í føroysku veiðuni

Stovnsmeting

Havstovan ger á hvørjum ári stovnsmeting av longu undir Føroyum. Stovnsmetingin verður síðani góðskumett og endaliga góðkend á einum arbeiðsfundi hjá ICES. Fyrstu ferð, longa varð stovnsmett við fullari stovnsmeting, var í 2020. Tá var stovnurin tað mesta hann hevur verið. Síðani hevur tað gingið skeiva vegin, og longu í 2023 var stovnurin minkaður niður í eitt tað minsta vit vita um.

Stovnsmetingarúrslit
Veiða
Tilgongd
Veiðutrýst
Gýtingarstovnur

Tilmæli

Lívfrøði

Longa verður roknað sum botnfiskur.

Vøkstur

Longd móti vekt fyri allar støddir av landaðari longu vísir, at miðalvektin á 60 og 100 cm langari longu í kruvdari vekt er umleið 1,2 kg og 5,6 kg.


Longa veksur umleið 10 cm um árið, til hon gerst kynsbúgvin sum 6 ára gomul. Eftir hetta veksur hon seinni. Ársgomul er longan umleið 15 cm til longdar, 5 ára gomul umleið 60 cm og 10 ára gomul longa er ein góðan metur til longdar. Kvennfiskar og kallfiskar vaksa áleið líka skjótt.

Aldurin hjá longu verður staðfestur við at telja árringar í nytrunum. Aldurin verður lisin av heilari nytru, sum hevur ligið á bloti í vatni í minst eitt samdøgur. Á henda hátt gerast árringarnir sjónskari og lættari at lesa. Nytran á longu er lutfalsliga stór.

Kynsbúning

Í miðal gýtir helvtin av longuni fyrstu ferð umleið 6 ára gomul og tá er hon um 70 cm til longdar. Ein lítil partur av longuni verður kynsbúgvin longu sum 5 ára gamal, men meginparturin gýtir tó ikki fyrr enn sum 7-8 ára gamal.

Gýting

Gýtingartíðin hjá longu í føroyskum sjógvi er frá apríl til juni. Tað letur tó ikki til, at longa savnast á ávísum gýtingarstøðum. Gýtandi longa er fyri tað mesta fingin á 120 til 300 m dýpi. Einstakir gýtandi kallfiskar eru fingnir heilt niður á 590 m dýpi. Talið á rognkornum undan hvørjum kvennfiski er ómetaliga stórt, einar 20-60 milliónir, alt eftir stødd á fiskinum.

Yngul og ungfiskur

Eftir gýtingina flotna rognkornini upp í sjógvin og verða spjadd við rákinum kring landgrunn og bankar. Klaktu larvurnar spjaðast eins og rognkornini við rákinum.

Tá larvurnar eru vorðnar til yngul, verða tær verandi uppi í sjónum í nakrar mánaðir aftrat, men í august fer yngulin niður á botn. Uppvakstrarøki fyri longu eru sum so ikki kend, men tað fyrsta ein sær til ungfiskin, eisini nevndur longukálvur, er í húkaveiðu nær landi. Tá eru tær einar 35 cm og meira til longdar.

Føði

Føðin hjá vaksnari longu er serliga fiskur, eitt nú svartkjaftur, hvítingsbróðir, sild, gulllaksur, upsi, hýsa og toskur. Longa etur eisini av sínum egnu (kannibalisma). Tað er trupult at kanna føðina hjá longu; rættiliga ofta er magin viðvendur, tá longan kemur upp á dekkið og ofta eru magarnir tómir.

Ferðing

Hildið verður, at ung longa veksur upp á grunnun vatni undir landi, og at hon seinni, tá hon er vorðin eldri, fer á djypri vatn.

Litur

Longa er oftast ljósagrá um bakið við farra av brúnligum undirliti. Um síðurnar er hon heldur ljósari, oftast við óregluligum, ljósabláum strikum og blettum. Undir búkinum er hon ljós, hvítgrá. Vanliga er dimmur blettur aftast á ryggfjaðrunum og gotfjøðurini. Sterturin, ryggfjaðrarnar og gotfjøðurin hava dimma rond, sjálvur fjaðrajaðarin er hvítur.

Umrokningartalva út frá støddarbólkum

Á landingarmiðstøðunum kring landið verður longan bólkað í 5 støddarbólkar, alt eftir kruvdari vekt. Hvussu gomul og hvussu long longan er í mun til vektbólkarnar 1 til 5 fyri árini 2020-2024 er víst í talvuni niðanfyri. Aftasta kolonnan sigur, hvussu stórur partur av fiskinum í ymsu støddarbólkunum væntandi hevur gýtt minst einaferð.

Kruvd vekt (kg)

Aldur (ár)

Longd (cm)

Búgvin %

Stødd 1

6,5+

10-13+

108-131+

97-100%

Stødd 2

3,0-6,5

8-10

85-103

78-97%

Stødd 3

2,0-3,0

7-8

74-83

41-89%

Stødd 4

1,0-2,0

6-7

61-73

41-78%

Stødd 5

< 1,0

5-6

50-58

0-6%

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Longa
Lat:Molva molva
Dan:Lange
Eng:Ling, Doggie ling, Drizzie, Labran, Lahan, Leying, Mamik, Ollick, Pintle, Shoodra, Stake
Fin:Molva
Fra:Élingue, Grande lingue, Juliana, Julienne, Lingue, Lingue franche, Lomke, Morue élingue, Morue lingue, Morue longue, Tutchuela
Gri:Pontíki
Ísl:Langa, Skrokklanga
Ita:Molva
Ned:Leng
Nor:Lange, Lenge, Longe
Pol:Molwa
Por:Donzela, Donzella, Maruca, Maruka
Rus:Molva, Mo’lva, Morskaja schuka, Morskaja stchuka
Spa:Lingue, Barruenda, Lengua de bacalá, Llenga de bacallà, Maruca
Sve:Långa
Týs:Leng, Lengfisch
USA:Ling

Viðkomandi verkætlanir

Viðkomandi tíðindi

Sera lítið at fáa av toski, men framvegis nógv til av hýsu á føroyska landgrunninum

04.09.2026

Á árligu yvirlitstrolingini á føroyska landgrunninum í august verða 200 hál á ein tíma tikin. Tað var sera lítið at fáa av toski í ár í mun til onnur …

ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gulllaksi og longu í 2027

26.06.2026

Altjóða havrannsóknarstovnurin, ICES, kunngjørdi fyrr í mánaðinum nýggjastu ráðgevingina fyri veiðu av gulllaksi, longu, blálongu, kongafiski og svart…

Longa og gulllaksur á stovnsmetingarfundi í Føroyum

06.05.2025

Hesa seinastu vikuna hevur Havstovan verið vertur fyri stovnsmetingarfundinum WGDEEP hjá ICES. Fundurin endar í dag. Góð 20 fólk hava verið á fundinum…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

ICES-tilmæli fyri djúphavsfiskar

18.06.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi 7. juni 2024 nýggjastu ráðgevingina fyri veiðuna í 2025 fyri ymiskar fiskastovnar á djúpum vatni. Flest…

Samanbering av lívfrøði hjá longu og brosmu

19.09.2016

Longa trívist betri í grynri og heitari sjógvi enn brosma. Longa veksur eisini skjótari, blívur longri og búnast fyrr. Longa er ikki djúpvatnsfiskur, …

Ein lítil søga um eina stóra longu

01.09.2010

Á yvirlitstrolingini á vári 2009 fekk Magnus Heinason tann 20. mars eina serliga stóra longu. Hon var 172 cm long og vigaði 40,4 kg ókruvd. Allur innv…